GudloysiCast #6

Gudloysi logoSo er parturin fyri september av GudloysiCast úti. Lurti og Deili tað.

Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed ella fá Email fráboðanir tá nýggir partar koma út. Ella… iTunes!

Partur #6 tann 4. September
Download link

Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.

Í dag eru vit: Sigmund Vestergaard, Heini Reinert, Jákup Lutzen, Ása Johannesen, Súni Joensen og Magni Joensen.

Shownotur:

Vís Shownotir »

Merki: ,

Hetta var lagt út 5 september, 2011 klokkan 23:38 og er goymt undir GudloysiCast. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “GudloysiCast #6”

  1. Arni Zachariassen Says:

    Tit endurgóvu meg væl og rætt. So óttist ikki! :)

    Eg veit ikki um hetta klarifiserar nakað, men mín pástandur er at kristindómur er eitt slag av fyribrigdi, sum best finnur seg heima í kirkjuni. At játta sína kristnu trúgv er ikki primert at siga, “Hey, hasum hugskotinum eri eg samdur í!” Tað er at liva sítt lív í samsvar við trúnna. Trupulleikin við internetinum er at tað bara tekst við informatión. Internetið gevur tær ikki ein samanhang, har tú kanst liva tíni hugskot/trúgv út. Tað ger kirkjan, harafturímóti. Kroppar eru í kirkjuni. Kroppar saman. Tvs., at kirkjan náttúrliga er praktisk og tí er hon ein betri samanhangur fyri fyribrigdi, sum eitur “kristindómur”.

    Um vit brúka eina ógvuliga apropos menningarlæru mynd, so kann man siga at kristindómur er eitt slag av organismu og internetið og kirkjan eru tvey umhvørvi. Tað slagi av organismu, sum kristindómur er, er ikki roknað til at liva í internet umhvørvinum. Har doyr organisman út. Ella populatiónin minkar ógvuliga nógv. Í kirkjuni trívist hon.

    Tað vil sjálvandi ikki siga, at kristindómur ikki er sannur í øllum samanhangum/umhvørvum. Tað haldi eg hann er. Men tað er summir samanhangir, sum gera tað lættari at uppdaga sannleiksvirði, meðan tað eru aðrir samanhangir, sum gera tað verri. Um kristindómur fyrst og fremst er ein heilt bestemtur máti at liva uppá, so verður tað ringt at uppdaga hansara sannleiksvirði um man ikki livur uppá júst tann heilt bestemta mátan. Tað er í hvussu er mín erfaring.

    Gevur tað meining?

  2. Jákup Says:

    Jep hatta gevur meining.
    Tú kemur tó sjálvandi í vanda fyri at redusera kristindómin til ein lívsstíl og eina kenslu. Sum vit søgdu í podcastinum, so eru nøkur faktuel ting sum man sikkurt skal trúgva fyri at kunna kalla seg kristnan. At Jesus var sonur guds er nokk tað mest eyðsýnta, og har eru mong onnur ting.

    Eg meti at, tá tey tingini ikki klára seg á einum sovornum palli har informasjón er frí, og hugskot og pástandir standa á egnum beinum, og skulu svara fyri sær sjálvum, so átti tað at tendra reyðar lampur í høvdinum.
    Ikki tað. Alnótin er sjálvandi ikki heimsins stórsti autoritetur – lukkutíð.
    Ellars høvdu vit øll trúð uppá lolcats ella biðið til Rick Astley.

  3. Aud Says:

    jøda hatturin eitur “skalot” haldi ikki tad er rætt stava :oD

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)