Alt og tað heila

Mynd av EyðbjørnTá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.

Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.

Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.

Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg milum annað útav, at Miðflokkurin eigur æruna av, ella tað “politiska avrikið,” at fosturtøkur eru minkaðar í eina helvt. Tað hevur sostatt onki at siga, at fólk í dag eru upplýst, at “dagen derpå pillin” fæst í handkeyp, OG at tað eru heldur fáar kvinnur eftir í Føroyum, ið eiga børn. Miðflokkurin hevur við miðvísum politiskum arbeiði minka um fosturtøkurnar í Føroyum við einari helvt – enntá í andstøðu. Tillukku við tí.
Hatta minnur eitt sindur um Paul Watson, tá hann tók ábyrgdina fyri, at føroyingar ikki drupu grind, meðan hann var í Føroyum.

Tá mann sum politiskur flokkur ikki hevur nakran politik, og harumframt rópar seg fyri ein “miðflokk” – so má mann hava okkurt annað slag av agni, fyri at fáa veljarar at bíta á. Sverigedemokratarna og Dansk Folkeparti  hava skýrt innvandrarir og brotsmenn fyri felags fíggindar, og har er onki sum savnar atkvøður sum felags fíggindar.
Miðflokkurin hevur skýrt samkynd og tí famøsu “glíðibreytina” fyri felags fígginda.
Og tað riggar stak væl, má eg siga. Har er onki sum ein feril av analsex, sum fær føroyingar upp á tá. Tað stuttliga er, at tað er í fínasta slag, at verða samkynt konufólk – tí tær mogga ikki í reyv.

Sjálvt ein so garvaður politikari sum Karstin hevur enntá misfatað ochlokrati við demokrati. Á áðurnevndu tærnakrympandi heimasíðu skrivar hann soleiðis: “Sjálvur eri eg sannførdur um, at ein stórur meiriluti av føroya fólki ynskja, at samfelagi framhaldandi verður bygt á Bíbliunar meginreglur. Spurningurin er bara, um vit hava dirvi at berjast fyri tí, sum vit trúgva er rætt“. Karstin’sa fólkaræði tekur sostatt ikki atlit til minnilutar.”

Annars er Billurin enn meira vilstur, tá tað kemur til, hvat er fólkaræði. Eftir at hava lisið hetta, eru SAW filmarnir tað reina barnaundirhald. Um Billurin skjýtur upp, at seta í verk okkurt slag av religiøst-etniskari útreinsan í nærmastu framtíð, verði eg ikki skakkur fyri tað.

Hinumeðin píkatráðin finst ongin ið torur, ella hevur tað sum politiskt mál at javnseta borgarar í Føroyum.
Eg hevði vænta at Framsókn fór at verða tann óskikkiligi ungin í politikki, men tað villasta tey hava formáa er: “…tryggja eitt fjølbroytt og tolsamt samfelag, har øll – uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu ella kynsligan samleika – kunnu kenna seg trygg og vird og hava somu rættindi at liva og virka.”

Sjálvt tað kolasvarta Sambandið hevur nakað líknandi á menu’ini: “…arbeiða fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini, fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tí, sum fæst í hinum Norðurlondum.
Stuttligt, har var orðið “viðgerð” aftur.

Ongin teirra tora at skriva “at lata samkynd, tvíkynd og transpersónar hava somu sosialu og fíggjarligu rættindi sum hinskynd” ella “Flokkurin metur sambandi millum kirkju og land verða óheppið, og vil arbeiða fyri at skilja tey bæði sundur.” Tað er aaaalt for farligt, og mann kann missa nakrar atkvøður uppá tað. So er tað betri at onki skriva og onki gera.

Eg vænti ikki tær heilt stóru broytingarnar í komandi løgtingsvalið. Men tað er mín vón, at tey ið velja at fara í samgongu, eisini týðiliga velja at útihýsa Miðflokkinum. Vit fara skjótt at skriva 2012, og tað sømir seg ongastaðni, at landið skal blanda seg uppí, hvussu fólk velja at liva í parlagi. Tað er passé at samantvína trúgv og politik. Álvaratos, hygg at teimum londum, ið blanda politik og religión saman. Gongur tað so knasandi gott hjá teimum?

Merki: , , , , , ,

Hetta var lagt út 25 oktober, 2011 klokkan 11:55 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

9 svar to “Alt og tað heila”

  1. Henry á Fríðriksmørk Says:

    FOKK miðflokkin

  2. eejespersen Says:

    Eftirsum tú skrivar tað við tínum egna navni, so lati eg tað standa. Kanska webmastarin ikki er so fittur.

  3. Heini Reinert Says:

    Vit lata (næstan) alt standa, so leingi tað ikki er spam ella ólógligt. (Spam burdi annars verið ólógligt.)

  4. Bergur Ziska Says:

    Warning: Wall of text

    Eg vil nuancera hatta eitt sindur. Sum er so blandar landi seg ikki uppí hvussu samkynd liva. Tó hava tey ikki sama rættindi sum øll øðrin og tað er ein trupuleiki. Vit vita væl hví tey ikki hava tað, og tað er orsakað tann stóra leiklut religión hevur í samfelagnum. Í Føroyum, sum so mangt annað, eru vit langt afturúr, tá tað kemur til mangt. Fyri Føroyar er hetta við, at skulla takað støgu til samkynd er undarligt og fremmant fyri nógv fólk. Tað er bert eitt fakta sum ikki broytist bert tí at tú heldur at tað skal og tað hevur eisini verði soleigis nógvastaðni í heiminum. Føroyingar eru tiltiknir soyðir at fáast við tá tað kemur til nýhugsan.

    Broytingin má koma frá botninum upp, tí sjálvt um vit fáa gjórt av við Miðflokkin, so er trupuleikin ikki vekk. Sjálvt sum eg haldi at øll skullu hava somu rættindi og at landi ikki skal blanda seg uppí (so leinki einki lógabrot er uppá tal) hvussu tann einstaki velur at liva lívið, so skal landi heldur ikki verða barnagenta. Tí fara samkynd at hava tað eitt sindur truplari í Føroyum enn aðrastaðni í heiminum. Tað er eisini týdningarmikið, at vit sum ikki eru ávirkaði av tí skullu tala upp eisini.

    Tað sum er sum sólaklárt er, at tey sum kalla seg trúgvandi eru als ikki so trúgvandi tá man hyggur eftir gerðum teirra. Hvat tað vil siga at verða trúgvandi er eisini rættiliga leyst definera og øll hava eina meining um tað. Mamma mín hevur altíð sagt, at eitt er at verða trúgvandi í oðrum og eitt annað er at verða tað í gerðum. Sovornan hugsunarhátt havi eg einki annað en respekt fyri, sjálvt um eg skuldi ikki verði heilt einigur í øllum detaljum. Tí betur hevur hon myndina av Jesuspápa sum tann góði hirin, tær søgurnar sum Jesus gav, næstakærleika o.s.fr. (Eg velji at læta verða við at siga hvat góði hirin gerð tá heysti kemur). Trupuleikin er, at tá man ferð út og vil nýta góðu bók sum testamenti fyri, hvussu góður mann er, og hví man skal tveita atkvøgur tann vegin. Bíbliðan er ein sovorin peruvellingur og ein rægulig bók, tá tað kemur til moral sum hóast alt er ein basis fyri eitt hvørt samfelg. Eg læs væl hatta tú citerar av Karstin Hansen. Eg meini at tú hevur kvett tað besta burturúr sum hann sigur omanfyri:
    “Er tað veruliga so illa statt í okkara samfelag, at Bíblian má lúta fyri humanismuni?”
    Ja, Karstin, tað skal hon og tað hevur hon eisini gjórt fyri tað betra fyri øll kristin samfelag. Vit kunnu til dømis hugsa aftur hvussu Føroyar blivu kristnar til at byrja við. Hví? Jú korsfarðarnir og inkvisitatoranir nýtti Rómarabrævið 6:23 til at rættvísgerða teirra hanlingar, sum sigur:
    Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara”

    Hatta varð upprunin til filosofiðina hjá Thomas Aquinas, ein av høvusmonnunum aftanfyri inkvisitónina.

    Her kann eisini nevnast Lukas 19:27, har Jesus sigur:
    “Men hesir fíggindar mínir, sum ikki vildu, at eg skuldi verða kongur yvir teimum, leiðiå teir higar og høggjið teir niðir fyri eygum mínum!”

    Jesus var ikki altuíð so fittur sum man vil gerða hann til.

    Eg kenni Karstin eitt sindur, eg gekk í dagpleygu hjá teimum sum ungur og tey eru serða fitt fólk í alla mátar. Ein dóttur hansara er eitt ár yngri enn eg og hon er livandi enn, tíðan betur, men eingin skal siga mær at hon ikki, sum øll onnur normal børn/ung, hevur tala ímótur foreldrunum. So við hasarið tvístøgu hevur Karstin, og allar Føroyar, latið bíbliðuna lúta fyri humanismuni. Eg veit væl at nógv trúgvandi dáma at siga “men Jesus kom og so …”. Gaman í men læt meg bert citera Matteus 5:17-18 har Jesus sigur:
    17 Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.
    18 Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Intil Himmal og jørð forganga, skal ikki minstið bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.”

    Tað vil siga at Jesus sigur, at lógin skal uppihaldast bókstavuliga. Hvat fyri lóg(ir)? Gamla testamenti er eisini kalla lógin og tað er nemliga hetta tað verður meint við (øllum førum tær skrift rullir teir funni og tikið við), har Gud millum annað eksplicit dikterar:
    “Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni skal lata lív”
    – Onnur Mósebók 21:17

    Tað einasta eg vil siga er, at tá ein tekur bíbliðuna fram sum merit fyri tað man stendur fyri, og hví mann skal tveita atkvøgur teirra vegin, gerða mann seg eisini sum mál fyri question beggin. Eg eri rættiliga vísur í at Karstin, og øll øðrin Miðflokk vælevni, ikki heilt hevur gjórt sær tankar um hetta.

    Eg veit eisini at onkur annar hevur eina selektiva vers lesing sum kan nýtast ímótið mær, men tað vil bert pógva tað eg sigi enn betur. Entin lesur tú bíbliðina og finnur útav at tað dugur ikki, ella plukkar tú vers út og harvið ikki nýtir alla bíbliðuna og hvat skal hon so brúkast til tá hon skal sigast at verða Guds orð. Eg tori at siga at hatta er ein win-win støga hjá mær og øðrum sum eisini síggja tað so.

    Eg vildi yngst at einhvør Føroyingur læs bíbliðina frá enda til enda, gjølla. Tað er besti mátin at finna útav hví tann kristna trúgvin er humbuk og tvætl, sjálvt um tey trúgvandi vilja hava okkum at halda nakað annað. Tey vilja essentielt siga at vit kunnu ikki verða gáð uttan Gud og eg vil rópa shenanigans.

    Far ikki og langa út eftir teimum tí at tey vita ikki heilt sjálvi hvat tey standa fyri. Tað er nemliga tað sum religión stendur uppá: indoktrinering, scare tactics og rationellari avvopning m.a. Tað einasta tú fært burtur úr er moldkast og peruveling og tú gevur teimum fleiri orsøkir at leika í og orsøk fyri at søkja meira hjálp frá flokkinum (samkomum, kirkju osv.) sum ofta taka undir við tí. Special pleading og offur rollan er nakað sum liggur teimum væl fyri og tey fara at útnytta tað fult út. Hví heldur tú at ein sovorin, egentliga, radiklur flokkur stillar seg í miðuna? Tað er einasti mátin tey kunnu fáa ávirkan.

    Farð ikki og langa út eftir flokkinum tí at tað hjálpir einki og vert gerð tað verri. Sum Daniel Denneth segði: “Don’t be angry, be amused”.

    Eg vil til enda við at vísa (enn eina ferð) á ein artikul: The Chronic Dependence of Popular Religiosity upon Dysfunctional Psychosociological Conditions
    av Gregory Paul 2009 sum hevur verði gjøgnum peer review.

    Artikuling nítur nakað sum eitur “Successful Society Scale” sum sigur í stuttum hvussu vælfungerandi eitt samfelag er, líkarættindi, kriminalitet, heilsuverk os.fr.
    Han vísur á at har er ein negativ korrelatión millum SSS og religiøsitet í landinum. Holland, Svøríki og Danmark liggja ovast, USA og Turkaland liggja niðast. Serliga graf 25 á síðu 418 er interessantur. Eg búgvi í Danmark og her hevur mann tað sum blomman í eggjinum sum borgari.

    Religiøsiteturin er ein trupuleiki fyri líkarættindi, men í stagin fyri at langa eftir religiónini, sum men ofta hevur sæð bert gerð trupuleikan verri (pressure begets pressure), so fokusera uppá hvussu man kann gerða samfelagi betri og so minkar religiøsiteturin og harvið kemur ein positivur spiralur í útviklingina viðvíkjandi líkarættindi.

    Um tú meinar at tú ert betri en Miðflokkurin so arbeið á ein hátt sum rættvísgerð tann pástandin og ikki leggja teg niður á sama støði har tey eru.

    “Never argue with a fool, onlookers may not be able to tell the difference.”
    – Mark Twain

  5. Bergur Ziska Says:

    Snøft, her manglar ein “Edit” ella “Preview” funktión. Eg tasti sum ein brøyt …

  6. Bergur Ziska Says:

    Eg gloymdi tann besta partin …

    Vil Karstin Hansen siga at vit gerða av við samkynd?

    “Liggur Maður hjá hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skullu báðir lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!”
    – Triðja Mósubók 20:13

  7. Kritikkur ímóti miðflokkinum | Hugsandi lív Says:

    […] kann gera, men vit mugu finna tey virðini aftur sum Evropa upprunaliga var bygt á. Ein hjá gudloysi gevur miðflokkinum av grovfílini. Eyðbjørn Einarsson Jespersen skrivar: Miðflokkurin hevur […]

  8. Andreas Says:

    …”kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin”…

    Eg kenni fleiri úr oasuni, og teir stemma í hvussu so er ikki á miðflokkin. Tað er ofta persónar, sum eru agnostikarir og teir sig at ofta eru samkomur ofta minni religeøst. So hatta er kanska sindur ein áleypan á tey.

  9. Eyðbjørn Says:

    Bara róligur. Kristilingar hava nakað sum eitur martyr-point.
    Annars stendur hatta í kontekstið við nøkrum øðrum. Les alt, so skilur tú tað eg meini.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)