Spurningar til valevnini 2011 um sekularisering

Gudloysi logoGóðu valevni,

Sum eitt felag, ið millum annað vil arbeiða fyri sekularisering, hava vit, nú val er í hondum, sjálvandi áhuga í at vita, hvørjar meiningar tit valevni hava viðvíkjandi hesum máli. Tí vilja vit her spyrja tykkum nakrar ítøkiligar spurningar um mál, vit meta hava týdning í sambandi við sekularisering. Til ber at býta spurningarnar upp í høvuðsevnini “Fólkakirkjan” og “Fólkaskúlin,” tí vit meta, at júst í sambandi við hesar stovnar hevur vantandi sekularisering neilig árin á okkara samfelag.

Til ber at svara spurningunum við tali á einum stiga frá eitt til fimm, har tølini merkja:  

1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí

2: Nei

3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti

4: Ja

5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí

Hesin talstigi loyvir tykkum at hava eina ideologiska støðu til eitt evni, samstundis sum tit kunnu velja, hvørt tit siga, um tit ætla at arbeiða fyri/ímóti nevnda málinum.

Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara egnu viðmerkingar aftur at tí talinum, tit seta sum svar til hvønn einstakan spurning.

At enda stendur tað tykkum sjálvandi frítt at lata einstakar spurningar ella allar standa ósvaraðar.

   Fólkakirkjan og hennara støða sum statskirkja:

  1. Skal kirkjan hava núverandi myndugleika til skráseting av nøvnum?
  2. Skal kirkjan kunna taka skatt frá fólki, ið, uttan at ynskja tað, vórðu innlimað sum nýføðingar?
  3. Havandi í huga, at hetta er ein fólkakirkja, sum skal eitast at vera fyri alt fólkið vilja vit seta hendan spurning:
    Skal kirkjan sum stovnur einsamøll kunna gera av, hvørji fólk skulu sleppa at giftast í henni, og har við gera mun á fólki?
    Her verður til dømis sipað til samkynd, fráskild ella fólk við aðrari/ongari trúgv.
  4. Skal kirkjan hava lut í tingsetanini?Fólkaskúlin, hansara samspæl við fólkakirkjuna og undirvísing:

  5. Skal fólkaskúlin hava somu trúgv sum fólkakirkjan, undirvísa næmingar í hesi trúnni og ala teir upp í henni?
  6. Skal fólkaskúlin hava kristnan morgunsang?
  7. Skal undirvísingin í kristni fatast sum uppaling til at vera ein góður samfelagsborgari?
  8. Skal undirvísingin í kristni fara fram á ein hátt, ið nýtir bíbliuna sum eina sanna søgubók?
  9. Skulu næmingar fáa frí frá aðrari undirvísing fyri at ganga til prest?
  10. Skal kreasjonisma/vitugt snið vera partur av undirvísingini í lívfrøði?

Svarini til spurningarnar kunngera vit í fullum á heimasíðuni hjá Gudloysi ( Gudloysi.fo ) fyri einstøk valevni. Vit ætla okkum eisini at kunngera ein samandrátt fyri flokkarnar.

Ymiskir gudloysingar hava ymiskar fatanir viðvíkjandi hesum spurningunum. Tískil er hetta ikki neyðturviliga ein listi av tingum, sum Gudloysi vil broyta. Heldur er hetta ein listi av spurningum, sum loyvir fólki við áhuga fyri sekularisering, at síggja hvørjum valevnum, tey eru mest samd við.

Um tú ert eitt valevni, men av onkrari orsøk ikki hevur fingið okkara spurningar við t-posti, ert tú framvegis hjartaliga vælkomin, at svara teimum við at skriva inn til:
Postur@Gudloysi.fo

Ella brúka okkara snildu sambandssíðu.

Vinarliga,
Gudloysi

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 17 oktober, 2011 klokkan 02:38 og er goymt undir bloggupostar, Tiltøk, Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

12 svar to “Spurningar til valevnini 2011 um sekularisering”

  1. Niels Joensen Says:

    Gleði meg at síggja svarini.

  2. Bergur Ziska Says:

    Spennandi spurningar. Eg haldi sjálvur, at teir fyrstu fýra eru eitt sindur truplir at svara uppá.

    Eg vil bert heita á at eg, og væntandi onnur, síggja fólkakirkjuna sum ein stórur partur av okkara kultur. Tað er hetta sum gerð tað eitt sindur trupult. Eg eri fyri sekularisering, men tað sum heldur meg eitt sindur aftur er, at eg veit ikki um eg vil av við kirkjuna. Um eingin upfordring til kirkjuskat verður vænti eg at tað hendur skjótt/skjótari. Hetta er eitt evni fyri seg, men eg haldi ikki at tað er einfalda at svara uppá.

    1. Skal kirkjan hava núverandi myndugleika til skráseting av nøvnum?

    Svar: 4

    Eg haldi at hetta er ok, hetta er trivielt og harmleyst.

    2. Skal kirkjan kunna taka skatt frá fólki, ið, uttan at ynskja tað, vórðu innlimað sum nýføðingar?

    Svar: 2

    Eg haldi, at tað vísir seg, hvørjum forum hesin spurningur kemur frá. Eingin hevur yngst tað, men eingin hevur ikki yngst tað, tað er ikki til at vita fyrr enn tey siga so. Tað er ikki trupult at melda seg úr og tað haldi eg er nóg gott, tó meini eg ikki at kirkjan skal fáa rætt til “tithing”. Eg havi ongar trupuleikar við tað smáa vit kasta av til kirkjuna sum staturin fastsetur. Fyri mær er hetta eitt sekulariseringsprincip eg kan síggja millum fingrar við.

    3. Havandi í huga, at hetta er ein fólkakirkja, sum skal eitast at vera fyri alt fólkið vilja vit seta hendan spurning:
    Skal kirkjan sum stovnur einsamøll kunna gera av, hvørji fólk skulu sleppa at giftast í henni, og har við gera mun á fólki?
    Her verður til dømis sipað til samkynd, fráskild ella fólk við aðrari/ongari trúgv.

    Svar: 4

    Eg haldi at kirkjan skal avgerða hvør kann og ikki kann giftast har. Ein vigsla er, traditionelt, tvey ting har tað eina er statsgaldandi: #1 Tað andaliga og #2 Tað lógargaldandi (felags ogn os.fr). Tá tað fyrsta er nakað staturin ikki skal blandast saman við og tí skal staturin ikki avgerða hetta. Ein hvør kan giftast og tað krevur ikki eina kirkju. Sekularisering skal eisini virka báar vegir. Um kirkjan skal broyta seg má tað verða upp til kirkjuna sjálva.

    4. Skal kirkjan hava lut í tingsetanini?

    Svar: 3

    So leingi tað ikki er eitt krav so havi eg ongar trupuleikar við tí. Tað hevur sína sjarmu, sum eitt ritual, sum so mangt annað og tað er ikki meira enn tað.

    5. Skal fólkaskúlin hava somu trúgv sum fólkakirkjan, undirvísa næmingar í hesi trúnni og ala teir upp í henni?

    Svar: 1

    Skúlin skal ikki spilla tíð uppá sovorið. Ein rætting til §3 í fólkaskúlalógini hevði verði uppá pláss.

    6. Skal fólkaskúlin hava kristnan morgunsang?

    Svar: 2

    Eg haldi at morgun sangur er gott, tað skal bert ikki verða einans kristin. Um so ein sálmur ella líknandi verður valgt so gaman í. Serliga um jóltíðir er tað væl hóskandi.

    7. Skal undirvísingin í kristni fatast sum uppaling til at vera ein góður samfelagsborgari?

    Svar: 1

    Hetta kemur eitt sindur aftur til spurning 5. Eg haldi at hesin spurningur ikki er heil valid tí at hvat ein “fatar” við ein spurning er líkamikið, tað sum er galdandi er, um tað gevur meining og tað gerð hetta ikki. Rætta §3 so hon er tíðarhóskandi.

    8. Skal undirvísingin í kristni fara fram á ein hátt, ið nýtir bíbliuna sum eina sanna søgubók?

    Svar: 1

    Hesin spurningurin er eisini skelkandi. Um eg kan umformulera hann til ein meira generellan spurning: “Skullu lærarar lúgva fýri næmingun?”. Hetta er brot á §2 í fólkaskúlalógini um tú spyr meg. Tað er §3 eisini, sum eisini er skelkandi. Kundi veri stuttligt við einari inverse Dover Trial í Føroyum :o)

    9. Skulu næmingar fáa frí frá aðrari undirvísing fyri at ganga til prest?

    Svar: 3

    Hetta er aftur nakað trivielt sum eg ikki persónliga havi trupuleikar við. So leingi tað ikki verur gjórt mun á hvussu nógv tann einstaki næmingurin skal gerða skúlating.

    10. Skal kreasjonisma/vitugt snið vera partur av undirvísingini í lívfrøði?

    Svar: 1

    Absolut og aldeilis NEI! Lívfrøði er vísindi og kreasjonisma/vitugt snið eru ikki vísindi. Tey hoyra meira heima í kristnikunnleika, sum skal gerðast til eitt meira generelt religiónsfak.

  3. Bergur Ziska Says:

    Erf … Heini, hava tit ikki italic bbcode? =(

  4. Ása Says:

    nei, meira og minni tekin italics code

  5. Ása Says:

    Betri?

  6. Heini Reinert Says:

    Bergur, nei vit brúka ikki bbcode. Men sum Ása segði (uppá ein heldur løgnan máta) so burdi tú verið fult út í stand til at brúka html kotu.

  7. Heini Reinert Says:

    Bergur segði:

    Tað er ikki trupult at melda seg úr

    Hatta passar heilt einfalt ikki sambørt mínum egnu royndum. Tað er mikið møguligt, at tú hevur aðrar royndir, men fyri meg var tað alt annað enn ótrupult at melda meg úr fólkakirkjuni.

  8. Jákup Says:

    Eg haldi at Heini sigur ymiskt um sítt melda-seg-úr-fólkakirkjuni ævintýr í tveimum ymiskum partum av GudloysiCast.

  9. Bergur Ziska Says:

    Jamen so er tað nakað annað. Eg bleiv sjálvur ikki doyptur, so ikki konfirmeraður ei heldur hoppaði eg í kærið. Eg kenni bert til fólk sum hava melda seg úr kirkjuni.

    Men eg síggji eisini, nú eg hyggji eftir, at tað leggur up til beurokratisk marra bert við at lesa §6 og §7 í løgtingslóg um limaskap. Tað er eingin garanti, at man kann meldast úr, bert tí at man sigur at man vil.

    Handan lógin skal broytast! Ein hvør persónur yvir 18 ár skal kunna melda seg úr fólkakirkjuni og tað SKAL kirkjan/biskupur taka undir við, seinast 1-2 mánaðir eftir umsøkning er komin í hond.

    Men her má ein aftur ganga eitt sindur uppá kompromis við sekularisering, soleiðis at staturin kan standa sum garantur fyri tann einstaka.

  10. Bergur Ziska Says:

    Takk Heini, HTML kotu skilji eg.
    Eg skuldi eisini líka lesa hatta hjá Ása einaferð afturat.
    Eg undraði meg bara tí at spoiler funktiónin er í brakets/bbcode formi.

  11. Ása Says:

    Hvat er ikki at skilja við meira og minni tekin??? Honestly 😛

  12. Heini Reinert Says:

    Bergur, spoiler funkan er eitt plugin. Eg haldi ikki har eksisterar nøkur (simpul) html kota fyri at gera spoiler-dropdowns. :)

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)