Gudloysi í Manntal :)

Í sambandi við at manntal verður hildið í Føroyum í hesum døgum, vil eg gjarna koma við eini forsøgn: nógv fleiri føroyinger eru ikki trúgvandi, enn fólk flest halda.

Sum eg upplivi tað, halda tey flestu, at ateistar í Føroyum eru bara nakrir fáir provokerandi persónar, sum ikki klára at tilpassa seg til samfelagið, meðan tey hardcore trúgvandi halda, at vit eru satanistar ella kanska verri (hvat tað so er).

Mín pástandur er, at vit í stórum trekkum fylgja við trendunum í londunum rundanum okkum, og tað faktum, at vit eru umgyrd av minst religiøsu londunum í heiminum hevur sjálvandi sína ávirkan. So eg eri heilt vísur í, at minst 15% av føroyingum fara at siga seg ikki at trúgva uppá eina hægri makt. Og um spurningarnir vóru meira nuanceraðir, eri eg vísur í, at talið av fólki, sum siga seg at vera trúgvandi hevði verið uppaftur hægri.

Í Manntal kanningini eru tveir spurningar, sum snúgva seg um átrúnað:

  • Hvørja trúgv hevur tú?
  1. Kristindóm
  2. Islam
  3. Hinduismu
  4. Buddhismu
  5. Jødadóm
  6. Ba’hai
  7. Sikh
  8. Aðra trúgv, upplýs hvørja –
  9. Onga
  • Hvørjar kristnar kirkjur, fríkirkjur ella samkomubólkar hevur tú tilknýti til?
  1. So er eitt úrval av sektarsamkomum at velja úr.

Vit hoyra í heilum um, at nú er veking í Føroyum og at øll hesi vekingarmøtini, Lindin, Sunnudagsgudstænasta osv. kalla fólk til trúgv. Vit hoyra um, at indoktrinatiónslega er stovnað fyri tey yngstu børnini í Skálabotni, at Nesvík og Zarepta umvenda børn osv.

Heldur vil eg lýsa støðuna í Føroyum soleiðis, at vit í fleiri árhundrað hava barst fyri at vinna frama fyri rationalitet og humanismu ímóti fundamantalistisku trúgvandi andsdvørgunum. Og eg sigi andsdvørgum í somu niðrandi merking, sum tú hevur lisið tað: ein persónur, óansæð um hann er ein intellektuel kempa, sum ger seg til fortalara fyri eini so ódámligari, ósympatiskari og fordømandi dogmatiskari  læru, sum kristindómurin er, er framvegis ein andsdvørgur í mínum eygum. Tað einasta hann uppnær, er at fáa uppaftur fleiri fólk at liva sítt lív í ræðslu fyri, hvar tey munnu enda á evsta degi.

“Reality has a well known liberal bias” segði Stephen Colbert fyri nøkrum árum síðan, og tað vísur seg at halda stik. So hvørt sum vit tilpassa okkara samfeløg at koma so nógvum av okkara fólki til góða sum gjørligt, og so hvørt sum ríkidømið blívur meira líka fordeilt, minkar talið av trúgvandi. Og prosentparturin av trúgvandi um allan heimin minkar eisini. So keep up the good work!

Og vit kunnu gleðast um, at har er korrelatión millum tann mun, sum er á teimum ríkastu og teimum fátækastu, og talið á trúgvandi í einum landi. Tvs. at um munurin millum rík og fátøk minkar, um staturin er effektivur at fordeila ríkidømið í einum landi, minkar talið av trúgvandi. Har er statistiskt signifikant korrelatión millum munin millum rík og fátøk og gradina av religiøsitet í einum samfelagi.

So alt annað líka vænti eg, at føroyingar framvegis eru á veg á somu kós, sum londini uttanum okkum, á veg ímóti einum meira sekulerum samfelagi, grundað á umhugsni, rationalitet og sunnan fornuft, sum vit hava verið seinastu 100 árini. Vit mugu bara ikki geva upp nú. Ikki halda at alt er vunnið enn. Tað hevur verið ein langur og harður kampur at vinna á kvørkratakinum, sum átrúnaðurin hevur haft á okkara samfelagi, og vit mugu gera tað vit kunnu, fyri at hesin kampur ikki skal hava verið til onga nyttu.

Nå, nú tími eg ikki meira. Bye!

Merki: ,

Hetta var lagt út 12 november, 2011 klokkan 19:31 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Gudloysi í Manntal :)”

  1. Jón Joensen Says:

    Ja, tað passar. O eg skilji heldur ikki ordiliga, hvussu tú kann hava eina dulnevnda kanning, har tú skal upplýsa fult navn og P-tal… :)

  2. sdsdfsdf Says:

    v1 Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. v2 (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). v3 Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. v4 Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, v5 at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. v6 Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. v7 Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.

    Lukas Evangeliið kap. 2

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)