GudloysiCast #9

Gudloysi logoSo er parturin fyri desember av GudloysiCast ENDILIGA úti. Lurti og Deili tað.
Hesin parturin var sera nógv for seinur, tað mugu lurtarnir mikið orsaka.

Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed ella fá Email fráboðanir tá nýggir partar koma út. Ella… iTunes!

Partur #9 tann 9. Desember 2011
Download link

[audio:http://gudloysi.fo/media/podcast/gudloysicastpartar/gudloysicast-9.mp3]

Í dag eru vit: Heini Reinert, Magni Joensen, Jákup Lutzen, Ása Johannesen og Sigmund Vestergaard.

Shownotur:

leinkjur til tíðindir:

Saudi Arabia Study Claims Letting Women Drive Will Lead to Homosexuality, Lack of Virgins

Evni á legu í Nesvík verður nú sex.

Gud – er hann deyður, til sølu frá sprotanum

interview við H.A. Sølvará og H. Lamhauge. um tiltakið og bókina, gud – er hann deyður

An Easy Way to Explain Evolution


Dagsins evni er Gud,. Er hann deyður.

Tónleikurin kemur frá franska bólkinum Silence, og lagið eitur Cellule[/spoiler]

Hetta var lagt út 4 januar, 2012 klokkan 15:22 og er goymt undir GudloysiCast. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “GudloysiCast #9”

  1. Bergur Ziska Says:

    Heðin Lamhauge sigur at allar mutatiónir eru skaðiligar. Tað er skeivt. Hetta er aftur bert eitt dømi uppá at maðurin ikki skilir hvat tað er hann kritiserar og eisini nakað sum er detrimentalt fyri dialogin sum heild. Trupuleikin er at tá ein ikki skilir evni og samstundis vil finnast at tí er alt møguligt og tí ferð ein dialogur við Heðin ongantíð at verða produktivur fyri hvørgan part. Tað ein kan siga at tað Heðin er ósamdur við er ikki menningarlæran men ein tilvildarligan tanka hann følur tørv at fáa upmerksomheit uppá.

    Vv. mutatiónir so eru tær sum oftast uttan týdning og um tær eru skaðiligar ella mennandi er treyta umhvørvinum. Tað er vælforklára á talkorigins.org. Heðin kundi byrja har innið og finna hvat hann ætlar sær at gerða sær at og SO kunnu vit hava ein dialog.

  2. Bergur Ziska Says:

    Og forresting so er hasin teksturin hjá friendly atheist genialur.
    Eitt nærmari dømi uppá har tað er ikki heilt einfalt er t.d. nær berður eitt barn vaksi? Tað er einfalt at peika eitt barn og ein vaksnan og síggja munin men nær hendi broytingin? Ein kann siga ja 18ár so er mann vaksin, men ein hvør móður vil siga, nei í mínum eygum er barni ongantíð vaksi, og vit vita at tað er stórur munur á hvussu búgvin ymisk 18 ára gomul eru.

    Í stuttum so er tað einki sum eitur micro og macro evolutión sum so. Tað er bert evolutión og um ein skal skilja hvat munurin er so er tað tíð.

  3. Heini Reinert Says:

    Høgni Johannesen segði: “Lágt støði”

    Vit hava aldrin pástaðið, at okkara podcast miðar eftir at vera á høgum støði. Faktiskt fyritrekki eg partarnar, sum eru undirhaldandi framum partarnar, sum eru á “høgum støði” – hvat tað so enn er. 🙂

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)