Gudloysingar í útvarpinum
Ása Johannesen og Heini Reinert tosa millum annað um at vera gudloysingur, føroyska samfelagið og týdningin av trúgv. Hetta er í sendingini “Geymin” frá mánakvøldinum, sum kann hoyrast her.
Ella tit kunnu lurta hjá okkum:
Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.
Merki: gudleyst samfelag, Gudloysi, Miðlar





januar 17th, 2012 at 14:01
Yesyes. Útvarpsstjørna aftur nú
januar 20th, 2012 at 00:38
Tit eru so fitt!!
januar 20th, 2012 at 14:26
So forfrykteliga fitt
januar 21st, 2012 at 13:24
Eg kenni meg aftur í tykkara søgu, og eg trúgvi at har eru nógv við mær. Gott at onkur útfordrar ta skeivu fatanina, at religiónsloysi er synonymt við moralitetsloysi! Í hesum tíðum er ikki pláss fyri slíkum stigma´um.
januar 21st, 2012 at 13:34
Deiligt at fáa feedback
Her hevur verið øgilig tøgn eftir sendingina.
januar 21st, 2012 at 13:38
Hattar var ógvuliga róligt og niðri á jørðini. Tit vóru so fitt
Akkurát gott til eina tílíka sending
januar 21st, 2012 at 13:53
og stuttlig var, at sangurin sum kringvarpið sendi beint aftaná sendingina var “øll eru líka góð”
januar 21st, 2012 at 14:51
Heh, fantastiskt. Tað hoyrdi eg ikki, tí eg lurtaði í netvarpinum, so fekk bara sendingina sjálva við
januar 21st, 2012 at 14:55
Hehe. Góð sending. Tók undir við og kendi meg aftur í so gott sum øllum. Hevði verið stuttligt at hoyrt frá fleiri, eisini meira enn “tey vóru so fitt”.
apríl 7th, 2012 at 08:39
Hvat var av felagnum “Gudloysi”? Eru limirnir, sum í so mongum øðrum feløgum, vornir hvílandi limir?
apríl 7th, 2012 at 18:25
John S. Myllhamar, vit eru til enn, sum tú sær. 17. januar er ikki so langt afturi í tíðini, at tú heldur, at vit eru farin í gloymskuna síðani, ha?
Nógv okkara eru hvílandi limir, men vit hava eisini nokkso nógvar aktivar limir. Tíðanverri eru nógv av okkum útisetar, so tað avmarkar sjálvandi hvussu sjónlig vit kunnu vera í Føroyum. Sum tú kanska leggur til merkir, so eru vit virkin her á okkara heimasíðu og á okkara Facebook bólki:
https://www.facebook.com/Gudloysi
Vit eru eisini í miðlunum viðhvørt:
http://gudloysi.fo/about/midlaumtala/
Og seinasta val sendu vit eitt spurnarblað út til øll okkara valevni í einari roynd at finna útav hvørji teirra eru mest og minst fyri sekularisering:
http://gudloysi.fo/ymiskt-tilfar/valid-2011/
at