Egyptiskir menn hava sex við sínum deyðu konum?

Ása JohannesenEg veit ikki, um tit hava hoyrt tað, men her var herfyri ein internet gøla, um at Egyptaland skuldi smíða eina lóg, sum loyvdi monnum at sova við sínum deyðu konum upp til seks tímar eftir deyðan.

Hetta vakti stóran ans, tí tað sá út sum eitt so sólarklárt dømi um hvussu islamistisku politikararnir, sum hava fingið valdið í Egyptalandi fóru at undirtrykkja kvinnur.

Trupulleikin er bara tann, at tað sær ikki út, sum hetta passar. Eg havi leitað eftir eftirfarandi keldum til pástandin, men tílíkar finnast ikki. Hinvegin eru ein rúgva av bloggum, har høvundanir siga hetta ikki vera satt og vísa til manglandi próvtilfarið. Hesar bloggurnar eru væl at merkja Egyptalandsvinarligar, men tað, at tey siga hetta als ikki passar heldur enn at royna at forsvara lógina (tí tað kemur jú fram, um ein tílík lóg kemur ígjøgnum), fær meg at halda, at tey helst ikki lúgva.

Eftir øllum at døma er tað egyptiska svarið til Glenn Beck, sum hevur íspunnið hesa søgu. Maðurin eitur Tawfik Okasha, og er ífylgi Egyptian Chronicles ein, ið hatar islamistar og stuðlaði Mubarak (ella var í øllum førum ímóti revolutiónini). Vit vita øll, hvussu nógv lort typur sum Glenn Beck (og Daily Mail, sum fær æruna av at spreiða júst hendan slaturin í vesturheiminum) kunnu koma við, so tað undrar meg als ikki, at hesin hevur funnið uppá hetta.

Ikki fyri at lyfta nakran peikifingur, men eg haldi hetta er eitt klárt dømi um hvussu lætt tað kann vera at fella fyri tingum, sum ikki passa. Eg haldi vit kunnu síggja slíkt, og fáa okkara fordómar bekreftaðar. Onkur sær perversitetin í islam, onkur annar kvinnuniðurgerðing. Vit, sum gudloysingar, síggja kanska religión, sum forskrúvar alt. Tí er alneyðugt, at vit eftirkanna keldur og ongantíð lata okkum tøla av lygnum, sum passa til okkara fordómar.

Annars hevur Daily Mail antin broytt ella fjerna upprunaligu greinina, tí nú er bara hendan greinin at síggja.

Merki: , ,

Hetta var lagt út 1 mai, 2012 klokkan 17:47 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)