Guð er ikki til: Takk og lov fyri tí! – Partur 1.

Her er mín vitnisburður. Ein frágreiðing um hvussu eg kom til frelsu – frá kristindómi. Hetta er ein stutt lýsing um hvussu eg varð uppdrigin kristin, livdi eitt hálvgum kristiligt tannáringa-lív og til endans forkastaði eina religión, sum eg meti hevur stolið nógv gleðis-ár frá mínum barndómi. Misskil meg ikki; eg eri glaður fyri tað uppalingina eg havi fingið, og eg havi tikið alt eg havi upplivað til mín og lært av tí. Tað ringa sum tað góða. Hetta eru tær hugleiðingarnar eg havi gjørt mær um hvussu alt hetta hevur formað meg til tann eg eri í dag.
Eg varð føddur trý ár áðrenn mamma og pápi vóru gift. Mamma baptist, pápi kirkjufólk. Eg varð doyptur. Vit búðu í Runavík saman við ommu, abba, langommu og pápabeiggjum. Fyrsta minni eg havi, er at berjast við granna mínum í einum sandkassa uttanfyri teirra hús. Eg vann, haldi eg. Tá eg var umleið fimm ára gamal, hevði pápi bygt eitt hús longri úti á Saltangará. Vit fluttu hartil. Eg var eitt barn sum hevði tað best við at spæla úti og dugdi óluksáliga væl at spæla Amiga og Commodore 64, og dámdi væl at hyggja eftir VHS bondum og lesa bøkur. Tað mesta av hesum gjørdi eg einsamallur. Tað hevði so við sær at eg hugsaði sera, sera nógv. Hetta serliga tá eg var úti í náttúruni, har eg hevði tað best, og ongin kundi órógva mínar tankar. So, man kann siga at eg longu var blivin smáfilosofiskur sum piltur. Eg spurdi nógvar spurningar, sum børn flest gera. Mangir av mínum spurningum snúði seg um hvat ting vóru og hvat goymdi seg aftanfyri eitthvørt. Til dømis spurdi eg oftani mammu mína um hvat var inni í nøkrum “spøkilsishúsum” í Runavík sum høvdu staðið tóm í fleiri ár, ella hvat var undir øllum dekslunum í vegnum/fortovinum ella bara hvat teir løgnu gulu páhengs-vognarnir hjá kommununi vóru. Svarið var sum oftast: Har býr illimaður. Tað er ikki ringt at rokna út, at hetta var bert fyri at verja meg frá at koma til skaða, og ikki fara har sum eg ikki burdi farið. Allarhelst onkuntíð eisini tí at mamma nokk ikki hevur vitað tað veruliga svarið. Man kann gita seg til, at hetta er mátin hennara ættarlið er uppdrigið sum konservativir baptistar í Klaksvík – at merkja tað ókenda sum nakað av tí ónda; at illimaður býr har.

Eg brúkti ekstremt nógv av mínum ungdómi – frá tí eg var seks til umleið tíggju ára gamal – uppá at bekymra meg um hvat skuldi henda við mær aftaná eg doyði, tí eg bleiv altíð mintur á at illimaður var til og at Jesu pápi græt um man gjørdi hetta og hatta. Óansæð hvussu nógv man fekk at vita hvussu nógv Jesus og Guð elskaðu teg, so var tað jú tær ræðuligu avleiðingirnar sum sótu fastar í sinninum. Hetta gjørdi so eisini tað at eg ikki ordiliga trúði uppá tað sum mær varð fortalt í sunnudags-skúla. At Guð elskaði okkum øll og at man var konstant biðjin um at tilbiðja hann og son hansara, sum faktiskt var ein og sami persónur. Og so var tað okkurt um ein heilagan anda ímillum alt hatta har eisini. Forvirrandi hugtøk. Søgurnar vóru eisini nakað keðiligar í mun til hvat man sá í sjónvarpinum ella enntá hvat man sjálvur kundi finná uppá. Eitt ella annað stað visti eg væl at tað bara vóru søgur, tí tað var ikki logiskt tað sum man fekk at vita. Sjálvt sum eitt smábarn visti eg at ongin kann blíva 960 ára gamal, heilt erligt. Man vildi bara ikki viðganga at man ikki trúði uppá tað; heldur ikki fyri sær sjálvum. Sosialar relatiónir høvdu ekstremt anspenntar undirtónar, tí man anaði ikki hvat man skuldi siga ella ikki siga við fólk; hvussu man skuldi uppføra seg tá man var ímillum onnur kristin fólk. Man var altíð bangin fyri at onkur av teimum hevði forstaðið boðskapin betri enn tú, og kundi peika út okkurt sum tryggjaði tær eitt pláss í Helviti. Og man kundi heldur ikki líta á at fólk høvdu verið so vinarlig at peika hetta út fyri teg, tí tey vildu heldur ganga og slatra og døma teg aftanfyri tín rygg. Tingið er bara tað, at eg eri rímiliga vísur í at ongin visti hvussu man skuldi uppføra seg ella tosa við hvønn annan. Vit vóru jú børn. Børn hava nokk av sosialum relatións trupulleikum sum er, uttan at nakar av teimum vita nakað um Guð, Jesus ella Fanan. Alt, burtursæð frá hvussu nógv Guð elskaði okkum og at vit skuldu verða frelst fyri at koma til himmals, skuldi uppá ein ella annan symbolskan máta undirforstandast, og tað var tað sum gjørdi alt so anspennt. Forskrekkjandi og forvirrandi var tað, fyri at lýsa tað í stuttum.

Nei, nógv meiri fekk eg burtur úr at lesa bøkur frá barnabókaklubbanum, sum eg forstóð og áhugaðu meg, hyggja eftir filmum, spæla telduspøl ella spæla úti. Tíbetur hevði eg nøkur fantastiska lagalig foreldur, sum vóru líkaglað við hvat eg las, hvørjum eg hugdi eftir, hvørji spøl eg spældi og høvdu ongan tørv á at hála meg heim tíðliga. Eingin sensurur og frítt umhvørvi. Jú meiri eg hugsi um tað, jú meiri fái eg mína frívilligu isolatión at hanga saman við at eg ikki orkaði alt tað sálarliga trýsti av at vera saman við fólkum sum forvæntaði at man skuldi uppføra seg pent (whatever that means). Tað var lættast bara at onki gera, tí so kundi man ikki gera nakað skeivt. Tað er aftur hatta við at tað skal vera undirforstaðið hvat er rætt og skeivt ífylgi Jesusi, sjálvt tá tú ert eitt barn. Ótoliligt og óhugnaligt, nú tá eg hugsi um tað. At spæla saman við vinum var fínt inntil onkur byrjaði at blanda Jesus og Guð uppí spælið: “Vit fara at hava alt leikutoyið í verðini tá vit koma til himmals!” og líknandi absurdir tankar sum børn ikki burdu fylt síni høvd við. “Hatta mást tú ikki, tí annars fert tú til illamann!”. Eg var sjálvur ringur at sjússja fólk um tey bannaðu. Oftani hugsi eg um hví í allari víðari verð eg havi brúkt so nógva tíð uppá at spekulerað uppá, um tað var OK at banna á enskum, tí tað var ikki títt mál, og serliga um man bara siteraði ein film, so er ikki neyðugt at leggja tað aftrat í “faðir vár” bønini í kvøld. “Faðir Vár”. Tað kundi verða ótespiligt at vakna um morgunin og innsíggja at man hevði gloymt at biðji kvøldið fyri. Eg hugsaði at oddsini fyri at Guð fór at fyrigeva einum dólgi sum mær fyri allar mínar gerðir og tankar, vóru líka við null. Og tey tingini eg tosi um her, eru púra vanlig ting, eitt smábarn ger – at klandrast og berjast við vinir, slatra, kløkka fólk, lúgva, stjala bomm frá ommu o.s.fr. Eisini um hesa tíðina hugsaði eg um hvat hendi við teimum fólkunum sum doyðu og ongantíð høvdu hoyrt um Jesus, tískil kundu ikki frelsast og ikki dugdu at biðja. Hetta skuldi eg fáa svar uppá sirka fimmtan ár seinni.

– Endin á parti 1. –

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 19 mai, 2012 klokkan 14:48 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Guð er ikki til: Takk og lov fyri tí! – Partur 1.”

  1. Ása Says:

    Tín barndómur líkist slett ikki mínum, og allíkavæl eru vit komin til nøkurlunda somu niðurstøðu. Stuttligt at hoyra tín vinkul!

  2. Heini Reinert Says:

    Ógvuliga góður bloggupostur. Tað hevði verið synd at siga, at tín søga er ein action-filmur, men eg eri kortini akkurát líka rivin við. Gleði meg spentur til næsta part!

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)