Hvat vita vit?

Mangan undrast fólk yvir útsagnir, sum kristin, og serliga kristnir politikarar koma við, og umvent. Stórsti spurningurin, er tó hvat er grundarlagið? Hvaðani koma hesa vælsignaðu útsagnir? Hvat fyri vitan hava hesi fólk?

Bíblian
er ein bók, sum ikki verður lisið serliga gjølla, av alt ov nógvum fólkum. Um ein skuldi komi til nakra niðurstøðu, útfrá hvussu heimurin sær út, so hava fólk lisið hana sera illa. Nær sóu vit t.d. onkran kristnan finnast at pengagreðingum og húðflongja teir, sum Jesus gjørdi? Gott nokk var tað í templinum, men í okkara vælferðarsamfelag har solidaritetur er høvðussetningur, kann tað saktans brúkast.

Nakrar útsagnir, sum sleppa at vera ónevndar av nógvum kristnum:
”Drekkið tykkum ikki drukkin í víni….” altso ein kann gott drekka, bara ansa eftir.
”Gevið manni við svárum sorgum, sterkan drykk, so hann kann gloyma”
”Verið nøgdur við løn tykkara” Jesus til hermenn.
o.s.fr.

Bíblian inniheldur nógv, og serliga nógvar óviðgjørdar spurningar, sum fólk ikki hava lagt til merkis. Vita vit yvirhøvur hvønn boðskap Bíbliuna hevur til skrásett parlag, modernað kríggj, hermenn, bankar, drukk, baktal, o.m.a. Mín pástandur at tað eru fá. Bæði millum kristin og guðloysingar.

Vitan
Tað er kanningar gjørdar, sum hava staðfest, at tey kristnu eru meira óvitandi um Bíbliuna enn ateistar. Eitt nokk so undarligt fakta má sigast. Men skilligt.
Tá eg byrjaði at arbeiða eftir miðnámsskúla, lærdi eg nakað um lívið eitt sindur skjótt. Flest øll liva í sínari egnu verð. Kristin halda øllum tørva frelsu, ateistar vilja bara hava frið fyri religion ella hava trúarfrælsi, ítróttaridiotar eru ja, …. O.s.fr. Og eyðkennir hetta okkara vitan. Summir megna at endurgeva heil fótbóltslið aftur í 70ini, onkur veit um alt, sum Dawkins hevur skriva, men nógv kristin eru ikki líka upplýst.

Tak t.d. Koranina. Las hana fyri nøkrum mánaðaum síðani. Eg fann ongar 70 jómfrúir, eingi boð um at drepa tey heidnu, eingi loyvi um at lúgva. Allir fordómar, sum ein hevur hoyrt, ja, vóru fordómar. Ein eitt sindur óskaðilig bók, var tað ikki fyri sítt sera negativa sjónarmið á kvinnur.

Hetta vísur okkum, at øll, sum fara at kjakast, mugu vita hvat tey tosa um. Um ein kristin skal fara at tosa við ein ateist, so má grundarlagið og støðið vera í ordan. At siga at ateisma er bert ein religion fyri tey, er at fara so dyggiliga skeivur. Og hatta gera fleiri kristin. Tey vita ikki, hvat ateisma er og hvat tað byggir uppá. Sama við menningarlæruna. Vitan krevst. Og um Bíbliuna. Hvat stendur har, hvat segði samfelagaði tá. Serliga tann vitanin manglar; í ”báðum” pørtum. Tað verður kjakast framvið hvørjum øðrum uttan at nakað úrslit stendst burturúr.

Tað skal ikki gerast, sum Bjørt Samuelsen segði í Krossvegir; at einum ikki noyðist at vita so nógv um tað, ið ein spyr ella kritiserar um. Vitan er grundarlagið undir øllum, og fyri at kunna viðgera sakliga (og fakliga) má ein vita hvat ein tosar/kjakast um. Av tí at hetta verður ikki gjørt so gott, verður kjakið sera ofta har eftir. Fólk vita ikki, hvat tey kjakast um.

 

So fyrst, les uppá, og so kanst tú fara at kjakast.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 19 mai, 2012 klokkan 02:48 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

6 svar to “Hvat vita vit?”

  1. Súni Joensen Says:

    Fyri at siga akkurát sum er, so fari eg nokk aldrin at lesa hvørgan bíbliuna ella koranuna. Eg veit at tær eru tvættl, og eg havi ca 100 bøkur í bíðirøð, sum eg skal lesa, sum eg VEIT at faktiskt blívi klókari av aftaná at thava lisið.

    Og sjálvt um eg ikki hava lisið bíbliuna, veit eg alíkavæl meira um hvat stendur har enn meirilutin av teimun í fylgja teimun orðunum (sum tey hava valgt) ið standa har.

  2. Heini Reinert Says:

    Teitur:

    Tak t.d. Koranina. Las hana fyri nøkrum mánaðaum síðani. Eg fann ongar 70 jómfrúir, eingi boð um at drepa tey heidnu, eingi loyvi um at lúgva. Allir fordómar, sum ein hevur hoyrt, ja, vóru fordómar.

    Koranin 4:89:

    They long that ye should disbelieve even as they disbelieve, that ye may be upon a level (with them). So choose not friends from them till they forsake their homes in the way of Allah; if they turn back (to enmity) then take them and kill them wherever ye find them, and choose no friend nor helper from among them,

    Koranin: 2:193b:

    But if there are any wrong-doers around after you’ve killed off all the disbelievers, persecutors and aggressors, then you’ll have to kill them too.

    Viðmæli fólki at hyggja eitt sindur í Skeptic’s Annotated Quran fyri nógv fleiri líknandi dømi.

  3. Teitur Vágadal Says:

    @Súni, so eru vit ósamdir. Mín meting er at ein má kenna heildina og smálutir. Tað tekur tíð. Vandin við ikki at lesa, er at ein fer í sukurmolastøði. Søtt, men ikki gagnligt í ov stórum mongdum.

    @Heini, lisið hana einaferð, so fyrsta inntrykk var hareftir. Helt ikki at hon var so ógvuslig, sum ein hevur hoyrt. Veit ikki um eg fari at lesa hana einaferð enn. Kanska.

  4. Heini Reinert Says:

    Teitur, eg eri samdur við tær í, at Koranin ikki er nakað serliga ógvuslig í mun til aðrar heilagar bøkur. Men har standa nú einaferð onkur ógvuslig ting í. Tað er ikki bara fordómar. Tað kann samanberast við Bíbliuna í so máta. :)

  5. Revan Says:

    @Teitur, eg eri samdur við tær um at kenna heildina av tí við kalla vitan, tí uttan tað kunnu vit ikki fáa eina niðurstøðu ella eitt endamálsorðing ella so at siga.
    Men hví akkurát skulu vit eingongd viðgerða nakrir nútímans spurningar í eini bók, sum var viðkomandi fyri fólk frá umleið ár 400 fyri okkara tíðarokning og ár 300 eftir? Spurningarnir er óhoskandi fyri okkara virðir og samfelag men Bíblian, sum mangar aðrar bøkur kann eisini innihalda viðkomandi evnið. Trupulleikin er bert at nøkur binda ein sovorðnan spurning ella rák, til eina yvirnáturliga veru, sum eisini er lóggevandi, dømandi og útinnandi valdið.

  6. Teitur Vágadal Says:

    Um vit skulu viðgera spurningarnar ella ei, kemur nokk alt ann uppá um teir eru relevantir. T.d. konan sum var tikið í horið. Eftir móselóg, skuldi hon steinast, men Jesus forðaði fyri tí, introduseraði náðina, so tað er, fyri mítt viðkomandi púra órelevant at viðgerða, hvørt ein skal steina ella ikki. Vit hava jú ein annan hátt at revsa fólk í okkara samfelag eisini.

    Men sjálvt um bókin er gomul, so verður hon brúkt enn. Har stendur nógv gott í har, og um ein vil, kann hon vera vegleiðing fyri summi fólk. Men tað er sjálvandi alt upp til tann einstaka. Fyri meg er hon eisini ein ábending um tátíðar hugsanarhátt, okkurt kann brúkast enn.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)