Diktatoriska fólkakirkjan

”Folkekirken kommer således til at gå imod sit eget grundlag, hvis der indføres et vielsesritual for homoseksuelle. Den kommer også til at modsige sig selv, for det nugældende vielsesritual er eksklusivt i sin forståelse af ægteskabet mellem en mand og en kvinde som den ene, gudvillede ordning for menneskelivet.”

Soleiðis siga 3 kristnir heimspekingar í Politiken 13.juni.

Eg snøgt sagt skilji ikki tey, sum velja at tulka Bíbluna liberalt, á hesum økinum. Tað stendur skriva svart uppá hvítt við gullrond. Fleiri ferðir. Gamla Testamenti sigur tað, og Paulus endurtekur tað. Samkynd eru syndig, og tískil ikki loyvi.

Fólkaræði
Men størsti trupulleikin í hesum máli er ikki, hvat Bíbilian sigur um samkynd. Nei, stórsti trupulleikin er at fólkakirkjan vil ikki siga tað næsta.
Um staturin tvingar líkarætt á fólkakirkjuna, so má fólkakirkjan taka næsta stigið. Og tað er at loysa frá statinum. Tað kann ikki verjast at ein almennur stovnur, sigur eitt í síni grundlóg, og praktiserar nakað annað.
Hvussu kann fólkakirkjan vera álítandi tá hon mótsigur sær sjálvari?
Hvussu kunnu vit taka hana seriøst, tá hon ikki talar at baktalaraum, drykkjufólki, siðloysingum (helvtin av øllum børnum eru fødd í siðloysi), lygnarum, pengagrískum o.s.fr.?
Og talar næstan einans sera harðliga at samkyndum?
Hon kann ikki takast seriøst tá!

Fyri meg hevur avtøkan av fólkakirkjuni altíð verið tað einasta rætta. Við at loysa fólkakirkjuni frá, fær okkara samfelag satt trúarfrælsi og demokrati.
Onga staðni síggja vit at Jesus eggjar til politiskt vald fyri kristin.
Onga staðni í NT verður argumentera fyri politiskum valdi. Ein kristin skal biðja fyri yvirvøldini og verða yvirvøldunum lýðin.
Sum áður sagt, Jesus segði við hermenn, at teir skuldu vera nøgdir við løn sína. Og at keisarin skuldi fáa tað, sum var hansara og Guð sítt.

Frælsi til at liva
”Målet med lovforslaget er dybest set en opløsning af ægteskab og familieliv, idet det må ses som et skridt i retning af opløsningen af forholdet mand-kvinde som den givne ramme for et barns tilblivelse og opvækst.”

Sum eitt demokratiskt samfelag kann eingin nokta teimum samkyndu líkarætt. Ei heldur fólkakirkjan.
Og tí má hon loysast frá statinum.
Tí at, tað er eisini rætturin, hjá religion at vera eksluderandi. Við at loysa fólkakirkjuna frá, verður kristindómur ein felagsskapur sum allir aðrir, og kemur undir krøvini um sjálvrakstur.

Tá kunnu vit finna útav um grundarlag er fyri kristindómi, við sínum barnadópi, eksluderandi giftarmáli, synd, jarðarferðum og alt annað.
Ikki fyrr enn tá gerst fólkakirkjan ektað, og tá viðurkennur kirkjan, hvør hevur ræðisrættin í okkara samfelag.

Alt fólkið!

Tað er ikki upp til kristindóm til at avgera, hvussu fólk skulu liva. Kristindómur er ein spurningur um trúgv, og trúgv er ein spurningur um at velja at trúgva.
Kristindómur hevur so slettis ikki avgerðarrætt til at siga, hvat er eitt gott foreldur. Um einlig, einkjufólk, ommur og abbar kunnu uppdraga, kunnu samkynd eisini. Hitt klagar eingin um. Børn hava brúk fyri tryggum kørmum, og tað kunnu sanniliga samkynd veita. Tey eru vanlig fólk eisini.

Duld maktsjúka
Alt ov nógv kristin hava misskilt sín leiklut. Og er tað at vera vegleiðandi í mun til tað kristnu trúnna. Ístaðin hava tey valt hendan misskilta fólkaræðisliga avmarkandi leiklutin. Fólkaræði merkir ræði hjá fólkinum. Ikki hjá religion. Religion og politikkur hóska ikki saman, tí at relgion er avmarkandi og sum oftast ekskluderandi.
Jesus var ikki maktsjúkur, men tolin. Hann rann ikki aftaná og helt áfram. Tann ríki unglingin slapp at velja sjálvur. Og fara avstað.

Fólkið hevur talað og lat tað ráða, ikki religion.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 19 juni, 2012 klokkan 08:01 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Diktatoriska fólkakirkjan”

  1. Ása Says:

    Hatta kann eg finna meg í! Eg skilji simpulthen ikki kristin, sum vilja hava statin at blanda seg uppí sína trúgv. Sjálvandi skulu tey skiljast :)

  2. Gudloysi » Blog Archive » Privat ella almenn trúgv? Says:

    […] fortelur okkum so hetta? Mín niðurstøða er greitt hendan, sum eg eisini kom inn á í Diktatoriska Fólkakirkjan, at trúgv er almenn, t.v.s. at ein dylur ikki at ein trýr, men at ein fortelur øllum ein kennur, […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)