Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 2.

Grannin hjá mær var tann fyrsti í grannalagnum sum átti ein Sega Mega Drive konsol. Eg mátti fara yvir at royna hann. Tá eg kom yvir har, hugsaði eg at hatta var ein skrepu konsollur, tí hann sat og spældi okkurt spæl við einari kettu sum skuldi samla súreplir saman og renna undan hundum ella okkurt líknandi. Hetta var tí at hann ikki slapp at spæla tað spælið ið fylgdi við konsollinum. Tá hann fór at eta, slapp eg at spæla og koyrdi beinavegin hitt spælið í sum var eitt freaking awesome spæl, við rúmdarverum og eksplosiónum. Eg bleiv fangaður og tveittur heim. Seinni fann eg útav, at hann heldur ikki slapp at hyggja at Scooby Doo á Cartoon Network. Ikki orsaka av spøkilsum, men tí at ein hundur tosaði í teknifilminum og tað var “ónattúrligt”. Tað var fyrstu ferð at eg hugsaði: “Fanin í steiki hasi fólkini eru býtt!”. Eg vildi í veruleikanum taka synd í honum, tí foreldrini noktaði honum hesi tingini orsaka av teirra religión, men hann var nakað so arrogantur um at tað var tað rætta og at hann fór til himmals, tí hann ikki gjørdi hesi tingini. So vit blívu nokkso skjótt óvinir aftaná hetta. Sjálvandi ivaðist eg av og á um eg fór at fara til helvitis fyri at hyggja at Scooby Doo ella spæla alien spøl. Soleiðis eru børn.

Eg havi verið á Zarepta fjúrtan ár á rað. Oftani fleiri ferðir um árið; til tær vanligu legurnar, familjulegur, og so hevur mamma eisini verið hjálparfólk til nakrar legur, harímillum legurnar fyri tey menningartarnaði. Zarepta er ótrúliga stuttligt tá man er heilt ungur, tí tá er ikki so nógvir bíbliutímar og man sleppur at gera nógv stuttlig ítriv. Tað er óluksáliga snilt, tí tá man hevur havt tað so stuttligt á Zarepta túrunum sum ungur, tí so endar man við at fáa ein forkærleika til staðið og bítur allar andaktirnar í seg, tí man sleppur í súkklubátarnar afturfyri. Tað er ein løgin blanding av at hava stuttligt saman við fólki tú ikki kennir, og at biðja fyri sálini hjá hvørjum øðrum. Tað vóru faktiskt summi ting sum hendi á Zarepta, sum fingu meg at ivast í hvat meiningin við kristindóminum var. Vit vóru úti og spældu, og so kom onkur drongur grátandi yvir til ein vaksnan og segði at onkur drongur hevði sligið hann. Tann vaksni segði at hann bara skuldi sláa aftur, tí tað stendur í bíbliuni at man kann gott hevna seg. “Eitt eyga fyri eitt eyga”. Tað gav absolutt onga meining fyri meg, tí sjálvt sum tíggju-ellivu ára gamal visti eg at tað var ein endaleys ónd ringrás at hevna seg. Tað er ikki Zarepta sum hevur skylduna í at hesin maðurin segði hatta, og tað er ikki sikkurt at leiðarnir av Zarepta eru samdir við honum, men hann baseraði sítt argument uppá somu bók sum øll legan er bygt útfrá. Hugsa um tað. Eitt annað var, at í einum bíbliutíma segði ein av leiðarunum at meiningin við lívinum var at blíva frelstur og elska Jesus. Tað var ikki nokk at vera doyptur opinbart. At vera frelstur var nakað annað, sum øll høvdu brúk fyri. Eg hugsaði: “Nei! Meiningin við lívinum MÁ vera at skreiða, sigla í súkklubátum og reiggja so nógv sum møguligt!”. Men eg valdi at taka ímóti Jesus sum frelsara sum 13 ára gamal, tí puberteturin var komin og eg visti at eg fór til helvitis. Eg skrivaði datoina í bíbliuna hjá mær.

Familjan flutti til Havnar tá eg var ellivu og eg byrjaði at ganga í skúla á Argjum. Tað var sum allir aðrir fólkaskúlar; ein risastór kapping um hvør kundi læra minst og samstundis síggja kul út. Eg var eydnusamur nokk at hava ein heilt habilan heila ígjøgnum fólkaskúlaárini, og fekk góðar karakterir. Eg hoppaði aldrin við uppá nakra bylgu ella “dillu”, so eg var altíð eitt sindur uttanfyri. Eg legði onki í tað, tí so kundi eg gera tað sum eg hevði hug til. Eg byrjaði at spæla guitar beint sum eg var blivin fjúrtan. Eg fekk undirvísing frá Karl Anton Klein. Eg skal ikki geva honum skylduna fyri at eg misti mína trúgv, men hann er í øllum førum orsøkin til at eg byrjaði at hyggja at tingum frá einum heilt øðrum sjónarmiði. Hann brúkti ræðuliga nógva tíð av okkara undirvísing uppá at spilla øll og alt út. Inkluderandi meg og mítt guitarspæl. Um hann gjørdi tað undirbevíst ella ei, so hjálpti tað mær at gera ting fyri mína egnu skyld og at skíta á hvat onnur hildu um tað. Lívið hjá mær broyttist nógv herfrá, eftirsum eg í mínari “egoismu” gloymdi Guð eina løtu og gjørdi tað sum eg hevði hug til og tosaði sum eg hevði hug til. Nú hevði eg so eisini hug til nøkur fleiri ting sum fjúrtan ára gamal.

Næstu ferð eg kom heim frá Zarepta skræddi eg tí síðuna úr bíbliuni har eg hevði skrivað mína frelsudato. Tað var okkurt við mátanum øll tey “frelstu” tosaðu á leguni, sum eg simpulthen ikki dugdi at fyrihalda meg til. Eg føldi ikki tað sum tey føldu. Munurin nú, var at eg saknaði ikki at vera líkasum hini, eg loyvdi mær sjálvum at vera ørvísi. Tað hevði ikki follið mær inn áðrenn, at sagt við fólk at eg ikki tímdi í sunnudagsskúla ella á ungdómsmøti tí at EG ikki fekk nakað burturúr tí. Ístaðin fyri at finna uppá umberingar fyri ikki at fara á møti, síðani biðja Guð um fyrigeving fyri tað seinni. Endiliga gørdi eg ting fyri mína egnu skyld og ikki fyri Guðs skyld.

Tað var eitt øgiligt rok tá ið tíðin var komin til mína konfirmatión, tí mammusa síðu av famljuni eru baptistar og pápasa eru kirkjufólk. Og eg eri tað fyrsta ommu/abbabarnið. Foreldrini hjá mær hava doypt øll børnini hjá sær, men lata tey sjálvi avgera, um tey vilja konfirmerast. Baptistarnir fingu sín vilja. Ella, tað hildu teir. Eg valdi at lata vera, tí eg meinti at tað vildi verði respektleyst at logið í kirkjuni, og at pengar var ikki ein nóg góð grund at fara ígjøgnum Katekismus fyri. Eg greiddi ommu míni á pápasa síðu frá, at eg vildi ikki taka lut í einum rituali sum onkur maður frá svørtu miðøld hevur funnið uppá. Eg noktaði at taka lut í baptismu, protestantismu ella nakrari aðrari kristnari forgreining, tí tað var avguðadyrkan. Við hesum meinti eg at allar forgreiningarnar hava tað til felags, at tær eru stovnaðar útfrá hvussu onkur einkultur maður meinti at man skuldi tilbiðja Guð. So kundi man akkurát tað sama bara dyrka tann mannin. Omma helt at eg mátti hava misskilt okkurt, men eg haldi sjálvur at eg hevði fatur á onkrum har.

– Endin á parti 2 –

Merki: , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 20 juni, 2012 klokkan 15:41 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 2.”

  1. Arni Zachariassen Says:

    “puberteturin var komin og eg visti at eg fór til helvitis.”

    Kenni hasa kensluna! 🙂

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)