Instinkt yvir trúgv.

“Once more into the fray.

Into the last good fight I’ll ever know.

Live and die on this day.

Live and die on this day.”

(kelda: http://www.youtube.com/watch?v=_4XZxRbFNLI )

Filmurin “The Grey” sendi mínar tankar ímóti hesum.. Eg metið hendan at verða meira viðkomandi gudloysi.fo enn tað eg skrivaði seinast :)

faktiskt so er tað teir seinastu 5 minuttirnir av filminum sum tað snýr seg um, so major spoiler alert her! eg fari at avsløra hvat gongur fyri seg teir seinastu 5 minuttirnir..

Liam Neeson (John Ottway) er last man standing. fleiri mans hava verið í Anchorage og arbeitt í eina óstaðfesta tíðarlongd og nú er tíð til at fara heimaftur. Teirra flogfar við eini 20 ferðafólkum í dettur niður og 7 yvirliva. hesir 7 finna skjótt út av at úlvar eru í nánd, og úlvarnir eru sjálvt sakt ikki serliga glaðir fyri at teir eru har, eftirsum at tað er so tætt við har úlvarnir hava teirra “den” (heimstaður av onkrum slag) í mangul av einum føroyskum orði.

Liam Neeson er jú ein awesome bad ass sum bara dugir alt.. modern day McGuyver! Hesir 7 mans fara at leita sær eftir tekin uppá sivilsatión, men tað er nemmari sakt enn gjørt(annars hevði tað jú verið ein keðiligur filmur). Liam finnur uppá at festa patrónir í endan av einum pinni so at patrónirnar eksplodera tá man prikar úlvarnir við teimun.. sjálvandi við gaffa tape(jaja!).

teir berjast nakrar ferfðir við úlvunum og úlvarnir eru eitt sindur grovari til at drepa etc. etc..

vit koma so niður til ein mann.. Liam Neeson!

Liam er nú komin so langt á sínari ferð, og er vísur í at úlvarnir fara ikki so langt eftir honum. Men hann er hóast alt einans eitt menniskja, og hann er plaseraður í einum so óhóskandi staði fyri eitt menniskja at verða í uttan skjóltur, at hann sær onga vón fyri framman. Hann fer at brøla ímóti skýggjunum eftir hasum gudinum sum restin av hansara deyða fylgji hava verið trúfast ímóti, sjálvt um einki hjálpti. Eg minnist ikki orðarætt hvat hann segði, men tað er eitt sindur líkamikið. Tað ljóðaði nøkunlunda sum hetta(um tað hevði verið á føroyskum): “GUUD! um tú er har so gev mær tekin uppá at tú lurtar! hjálp mær vekk herfrá og eg skal trúgva uppá teg í allar ævir! Eg havi ikki brúk fyri at síggja tekin seinni, men BEINT NÚ!..”

Fuglarnir syngja og ein á buldrar í nærheitinið..

hann reisir seg upp og øðin í honum er tíðilig, hann veit at einki fer at henda. Hann vendir sær og sær nú at hann hevur gingið beint ímóti sjálvum heimstaðnum hjá hesum (rættiliga) stóru úlvunum. Fuck. Fleiri av úlvunum ganga upp ímóti honum, men tann størsti gevur tekin til hinar um at halda seg vekk. Alpha vs Alpha! The showdown!

Hvat ger Liam? grætir? nei.. gevur upp? heldur ikki..

Hann hálar tríggjar “kyllingar” (spruttfløskir uppá 2cl) úr einum lummar og tape og ein knív fram! (jaja.. hollywood).

Hann tekur um fløskuhálsarnar og klistrar tær fastar til vinstra neva, klistrar síðan knívin fastan í høgra neva.. brýtir meginpartin av fløskunum av og hyggir eftir alpha úlvinum og BAM! filmurin er liðugur!

hví ólukkan havi eg skriva hetta?

well.. eg havi prøva at verið desperatur í ungum aldri, og eg havi prøva sálarligt stress sum hevur havt fysiskar effektir við sær, so sum blóðtrýst so høgt at alarmklokkir ringja og ambulancan stendir stand-by, massar av migrenu og panikk anfall.. bad trip, man!

Eg havi eisini prøva at fingi at vita at eg ikki havi nøkur foreldur longur, eg havi sæð eina frammtíð har eg einki hevði at venda heim til. Entin eri eg skítbýttur, fyri at vilja klára meg sjálvan, ella eri eg, og øgiliga nógv onnur, bara útvikla á ein hátt har man ikki kann stýrast av popularitetið. tað er populert at trúgva. asbest var eisini populert einaferð..

har var tó ein dagur í suðuroynni.. har eg heilt seriøst brølaði upp ímóti skýggjunum í øði, tí eg var frustreraður og vilstur og tað var óluksáliga ringt veður og eg stóð mitt á onkrum fjallið og visti ikki hvønn veg eg vendi.. bókstaviliga talt! hetta kundi ljóða sum myndatala, men tað er tað ikki 😛 eg eri ikki SO kliché-glaður..

eg bað handan har jahve um hjálp og BAM! uppá fá sekund steðgaði vindurin og regnið og har bleiv klárur himmal! imagine my surprise 😛

eg klóraði mær í skallanum og sá undarligur út í groninið allan vegin heim (eg fann heim tí nú sá eg hvar eg var).

har fekk eg so heilt sikkurt okkurt at hugsa um(eg havi verið eini 14-15 ár), og longu har gjørdi eg hvat eg havi gjørt líka síðan! hugsa fyrst ístaðin fyri bara at trúgva!

sjálvandi broytist veðrið soleiðis! hatta er ikki nakað nýtt fenomen.. eg veit at fleiri onnur høvdu runnið grátandi og flennandi samstundis, beint í tí lokalu samkomuna fyri at fáa onnur at drukna meir í heimsins mest umdiskuteraðu bók.. spikapettið/bíblian :)

lortalív í verðuleikanum ergo fantastiskt lív í sinninum tí at jahve bara argar teg eitt sindur fyri at vita um tú enn er “game”? nei takk..

seriøst..

hvat við hesum: lortalív tí shit happens, og lær teg at handfara tinginið so lortið einki hevur at siga í framtíðini? ja takk :)

jú meira erfaringar tú hevur við ymiskum tingum, jú meir klárar tú at handfara, og tú fært eitt sterkari sinnið etc etc..

Fylgji heilanum ístaðin fyri oyrunum.. <– hatta var eg 😉 kvotera so galið tit vilja.

nógvar ymiskar royndir eru í lívinum. rein tilfeldigheit. kanska okkurt menniskja hevur sett teg út fyri tí.. neyvan nakað alt vitandi alt alt kríatúr sum í roynd og veru er sum ein 5 ára gamal við insektum og einum forstørrilsisglasið (minnist ikki hvør segði hatta).

Don´t sweat the small stuff – Kevin James

alt er small stuff í sísta enda 😛

Endin.

 

 

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 27 juni, 2012 klokkan 02:57 og er goymt undir bloggupostar, Sjónfílir. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Instinkt yvir trúgv.”

  1. Heini Reinert Says:

    Eg havi eisini ofta biðið Guð um at vísa mær, at hon er til. Eg havi enn aldrin fingið svar. Hetta er fyri mær ein greið ábending um, at entin er Guð ikki til, ella vil Guð at eg skal vera gudloysingur. Og hvør eri eg at seta meg ímóti Guðs vilja?

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)