Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 3.

Ná, hvar komu vit til? Ja, sum fimmtan, sekstan ára gamal gekk eg á ungdómsmøti í Hebron á Argjum, tí tað gjørdi nakrir av mínum góðu vinum eisini. Tað var hugnaligt at møta fólki á sinum egna aldri yvir køku og kaffi. Serliga gentum. Man var hóast alt blivin tannáringur. Bíbliu- og bønartímarnir søgdu mær ikki ein skid, men eg troppaði upp út av respekt. Tað vóru aktiviternir sum voru spennandi við samanspæli og tónleikalæru. Eg lærdi at lesa akkordir av og líknandi, við at spæla undir til lovsangir. Men pínadoyð sum tað var strævið at allir hesu flottu melodiirnir skuldu fara til spillis uppá meiri ella minni akkurát teir somu tekstirnir. Tað fór líkasum ongan veg. Eitt sindur sum tá man konsentrerar seg um tekstirnir hjá Manowar, um fólk kenna nakað til tað. Tað er so ófantaligani óinspirerandi at vita at líkamikið hvat tú spælir, hvussu flott og tekniskt tað er, so hevur málbólkurin lallandi tunnilsjón um hvat tað skal og má snúgva seg um. Eg minnist at til ein av hesum møtunum samanbar onkur talari tey kristnu og tey ókristnu við nøkur trø sum stóðu lutfalsliga nær einari á. Tað “ókristna” træðið stóð eitt sindur longri vekk enn hitt “kristna” og fór at visna burtur fyrr ella seinni orsaka av tað ikki fekk vatn frá tí deiligu kristnu ánni. – Altso soleiðis sum eg skilti tað, skuldi hetta meinast at tað var bara óheppi hjá tí “ókristna” trænum at tað ikki stóð tættari við ánna, men nú vóru røturnar settar og tað “kristna” træði kundi ikki bjarga tí. Wauw, hugsaði eg bara. So skal eg hyggja at øllum tykkum sum liggja í bøn nú og vera øvundsjúkur, tí eg sleppi ikki at drekka av tykkara vælsignaða vatni? Fokk tykkum, eg bíði tolin inntil tað regnar. – Prædikan var heilt sikkurt ikki roknað sum ein arrogant háðan, men eg tók tað ikki pent, og góðtók ikki tann undirliggjandi boðskapin. Hetta var næstseinastu ferð at eg luttók í ungdómsmøti har. Næsta vikuskifti fór eg i býin saman við nøkrum vinum sum, líkasum eg, fóru á ungdómsmøti fyri at jamma og fáa okkum ein kaffimunn. Vit blivu eitt sindur fullir og møtti einum fýri sum gekk við pamflettum. Hann gav okkum tað sum skuldi ímynda eitt bræv frá Jesusi. Tað var eitt óhugnaligt bræv ið lýsti hvussu hann hugdi at okkum ímeðan vit svóvu, fylgdi okkum í skúla, á ves og hvat veit eg. Vit rukkaðu tað saman, og tað bleiv hesin maðurin nokkso keddur av. Næsta hósdag var hann í Hebron og prædikaði um at drekka og “onnur verðslig ting”. Eg føldi meg í øllum førum ikki vælkomnan har longur, men eg skal ikki siga at eg sakni staðið.

Tað løgna við hesum er, at eg kallaði meg sjálvan kristnan enn, sjálvt um eg ikki var frelstur og ikki var áhugaður í tí. Eg gekk oftani og funderaði um hvussu frelst fólk uppførdi seg, serliga tey vaksnu, sum skuldu vera fyrimyndir. Nú hevði eg so eisini lisið Bíbliuna og helt at tað var løgið at tey sum skuldu fyristillast at vera góð kristin, bara fylgdi nøkrum av reglunum, og fullkomiliga ignoreraðu aðrar. Altso, míni foreldur bannaðu ótrúliga nógv tá tey vóru heima til dømis og eg meini ikki at eg nakrantíð sá tey biðja. Mamma bað eina bøn áðrenn vit ótu okkara jóladøgverða, men tað var sum so tað. Eg undraði meg eisini yvir at mamma fór á bingo og spældi Gekk, tí tað var at spæla við pengum. “Er Rudolf Antikrist?” hugsaði eg einaferð. Tá eg fortaldi pápa at eg ikki vildi gjalda kirkjuskatt longur eftirsum at eg ongantíð var í kirkju, so segði hann bara “jú, sjálvandi skalt tú tað!”, og tað var endin á diskussiónini. Hetta vísur bara á, at modernaður kristindómur er yvirhøvur ikki baseraður útfra tí sum stendur í Bíbliuni, men útfrá hvat samfelagið sær sum kristiligt. Tað er rímiliga týðiligt at Guð skapti ein ateist, tá hann skapti meg, men eg havi sum so nógv onnur, fingið trongt eina religión inn í mína skipan frá tí at eg var barn av tí fyrru generatiónini. Eg eri vísur i at nógv “kristin” fólk sum eg kenni av ti eldru generatiónini, høvdu eisini vent kristindóminum bakið, um tey vóru uppvaksin í einum samfelagið sum eg eri uppvaksin í, har tað ber til at skíta á hvat samfelagið væntar av tær, har tað ber til at hugsa sjálvur og upplýsa seg sjálvan uppá ein sunnan máta.

At eg skuldi hitta einum persóni sum noktaði at lurta eftir tónleiki uttan so tað snúði seg um Jesus, var nokk “bound to happen”, men eg var ikki fyrireikaður uppá tað. Eg var byrjaður í studentaskúlanum og hevði veruliga fingið gongd í tónleikalívið hjá mær. Heavy Metal, var the name of the game. So hárið var byrja at veksa og klæðini blivu so líðandi svartari. Tað bleiv ein livsstílur, sum passaði til mín og tað vóru ikki nógv líkasum eg í studentskúlanum, men har er tíbetur pláss fyri øllum í Hoydølum. Tað er eitt stað har allir næmingarnir ara ígjøgnum nógvar broytingar í lívinum, so har sær man nógvar typir. Tað er tó løgið sum nøgdin av djúpt religiøsum fólki er høg sum ganga í student. Onki ringt um tað, tað var bara ein konstatering. Bønarklubbi og tað heila. Áhugavert. Tað vóru nógvar heftigar diskussiónir í lívfrøði og søgu, tá okkurt ikki heilt samsvaraði við Bibliuna. Tíbetur læra lærarnir í hoydølum útfrá faktuellum, vísindarligum tilfari og onki meiri tvætl. Tað er nakað verri í fólkaskúlanum. Tað hevur okkurt at gera við at lærarar í kristni verða eisini settir sum livfrøðilærarar í fólkaskúlanum. Alt sum eg lærdi í lívfrøði kom frá at lesa okkara tilfar við áhuga, tí okkara lærari avnoktaði evolutiónslæruna og setti filmar frá tá tað kom til læru um reproduktión. Tað er sum danskarnir siga: Eitt sindur “åndsforladt” um tú spyrt meg. Anyways, so gekk eg i flokki við einari gentu sum bara lurtaði eftir andaligum tónleiki, gekk bara við uppsettum hári og bert í niðurdeili (buksur vóru eitt no-go), onga sminku og sjússaði fólk ið bannaðu. Við sjússjinum sum undantak, hevði hon sloppi avstað við øllum hesum religiøsu vanunum hjá sær um tað ikki eisini skuldi ganga utyvir onnur fólk. Mangan eitt kjak man eg minnast, men hesi ið eg fari at nevna sita enn djúpt í mínum høvdi. – Hvat mun ger tað hvat tónleikur snýr seg um, um hann ljóðar gott? Tað mest týdningarmikla er at tónleikurin rørir teg, fær teg at føla teg gott. Instrumentalur klassiskur tónleikur er nakað ið rakar fólk beint inn á bein, men tað eru fá sum vita hvat boðskapurin er aftanfyri Opus #38 hjá Edward Elgar til dømis. Tað er tann sálin ið verður lagd í at gera tónleikin sum skerir ígjøgnum. Tann sálin er ikki altíð til staðar, og tá kunnu tekstir altso ikki bjarga tí. Sjálvt um teir eru góðir. Fólk halda at tey dáma tónleik við innihaldsríkum tekstum, men kunnu sagtans misskilja tað sum tekstskrivarin hevur ætlað við tekstunum. Tey flestu fólkini ið klaga um at tað er týdningarmikið at man kann hoyra hvat sangarin syngur, hava ikki ánilsi fyri hvat tekstirnir eru. Hesu somu fólkini halda at “The Ketchup Song” ella “Numa Numa Yey” eru góðir sangir. Kompositiónsmessigt eru teir bygdir upp til at vera hit sangir, og tað eydnast teir eisini í. Teir fáa fólk at føla seg glaðan og at dansa, so teir eru altso góðir sangir. Altso eg skilji væl at fólk ikki dáma at ein sangur byrjar við “I want to see you fucking diiiiiiieeee!!!”, tað geri eg sum so heldur ikki. Serliga ikki um støðið á tekstunum heldur fram við at verða so lágt, men tað er jú floytandi líkamikið hvat tað snýr seg um, so leingi tað harmonerar við tónleikin. Tað sum hendan genta so opinbart er ein trúfastur tilhengari av, er at tað andaliga er til staðar. Ikki bara tað andaliga, men tað kristiliga. Hetta er eitt undarligt krav at seta til list. Tað virkar mær rímiliga snævurskygt. Altso, eg lurti primært eftir metal tónleiki, men boðskapurin noyðist ikki at verða um hamarknústar gronir fyri at eg tími at lurta eftir tí. Tað hevði verið eitt sindur sum at eg noktaði at hyggja eftir einum filmi uttan so at tað snúði seg um hvussu sakin Amerika er, og hvussu væl teir duga at sprongja ting í luftina í Guðs navni. Ella at eg bara lurtaði eftir hip-hop sum snúði seg um at roykja hash upp i andliti á regeringini. At man kann taka eina sannføring so langt, at man bevíst útihýsir alt annað sum lívið hevur at bjóða tær, er yvir mín forstand.

“Sjálvandi hevði Jesus ikki langt hár!” segði hon einaferð. Hon tosaði um málningarnir og tekningarnar av Jesusi. Hetta var so útfrá teimum normunum hon sjálv er blivin uppald við í sínum uppvøkstri, sum so nógv onnur: Menn hava ikki langt hár. Hon gjørdi tað bara til nakað religiøst, og við hesum sipaði til mítt langa hár. “Eg veit ikki hví tú konsentrerar teg um tað,” segði eg “hevur tú hugsað um hví í ólukkan hann er hvítur?!”. Og so breyt fanin leysur um man so má siga.

Tað vóru bæði hesar samtalurnar – ikki bara við hesari gentuni, men fleiri øðrum religiøsum fólkum í skúlanum – og ein søgutími ið gjørdi meg sannførdan um at tað vóru nøkur svøk mannfólk ið høvdu skrivað Bibliuna. Eg minnist ikki heilt hví vit lósu um tað, tað hevur allarhelst verið uttanfyri evnið, men tað var viðvíkjandi hvønn mat tú skuldi eta fyri at blíva dripin og hvørji klæðir tú slapp at ganga í um tú ikki vildi verða brendur. Eg hevði heilt fortrongt hesi ræðuligu pettini í Bíbliuni. Eg hevði fortrongt tað, tí hon er blivin skýrd heilag dag og dagliga, og alt sum stendur i henni er áh so gott, so gott. Tað var eitt løgið fornemmilsi at finna útav at menniskju hava skrivað Bíbliuna. Tað hevði eg slett ikki hugsað um. Sjálvandi ikki, tí tað mótsatta er blivið potað niður í teg alt títt lív. Fer man at lesa Bíbliuna, væl vitandi at tað eru menniskju sum hava skrivað hana, sært tú hvussu mannchauvanistisk, sadistisk, fullkomiliga psykopatisk hon er, tá tað kemur til hvussu vit skulu viðfara fólk ið ikki akta Guð ella Jesus. So kom kjakið av teimum øllum: “Hvat nú um nakar hevði útgivið ein bók í dag, og viðkomandi segði at tað vóru orð Guðs sum hann niðurskrivaði, tvs. Guð talaði til hann? So høvdu fólk hildið hann vera rættuligani merkiligan. Um hann so hevði skrivað sovorði langt úti lort sum í Bíbliuni, bara í nútímans forstandi, sum t.d. : “Guð segði, at tey ið eta seyðin av Norðskála uttan at brenna ullina av honum i Guðs navnið fyrst, skulu verða hálshøgd á Vaglinum í Tórshavn, tí tey eru ein andstygd!” – So hevði hann verið handtikin og tveittur direkta á sinnissjúkrahús.” – “John Ivar! Tú mást ikki tosa so!” og so spelaði hon avstað við fingrunum í oyrunum. Ongin vón.

– Endin á parti 3 –

Merki:

Hetta var lagt út 22 august, 2012 klokkan 19:13 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 3.”

  1. Ása Says:

    Awesomepants! Tínir postar gera blogguna verda at lesa 😉

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)