Guð er ikki til – Takk og lov fyri tað! – Endaligi partur.

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Nú er nakað síðani at eg skrivaði triðja part av hesari bloggrøðini, men tað at prioritera sum lesandi, aktivur tónleikari og freelance filmklippari, er ein avbjóðing av Abrahamskum proportiónum. Eg vil byrja við at takka Hera Joensen fyri at gera vart við mína málsligu villu í yvirskriftini og viðganga at eg veit av, at eg ikki skrivi feilfrítt føroyskt longur, og eg taki allar rættingar til mín sum hjálp.

Lat okkum so koma í gongd.

Tað var á einum býtúri at ein av mínum vinum kom við einum av teimum bestu argumentunum ímóti missionering eg havi hoyrt. Har kom ein maður og royndi at fortelja okkum at Jesus elskaði okkum og at vit skuldu bara biðja um fyrigeving fyri at uppføra okkum sum vit gjørdu ella okkurt líknandi fordømandi fjas. So spurdi vinmaðurin hjá mær: “Hví gongur tú her ímillum full fólk og ger hetta? Er tað ikki forbannað sjálvdan at nakar tímur at lurta eftir tær?” Trúboði: “Jú, men eg haldi at øll hava fortjent ein kjans, at hoyra um Jesus, soleiðis at tey kunnu vera frelst og koma til himmals.” Vinmaður: “Hvat heldur tú so hendir við øllum teimum fólkunum og børnunum í Afrika og aðrastaðni ið doyggja av svongd og sjúku áðrenn tey nakrantíð hava hoyrt um Jesus? Fara tey bara til helvitis tá tey doyggja?” Trúboði: “Nei, eg trúgvi at Guð tekur sær av teimum ið ikki hava hoyrt gleðisboðskapin.” Vinmaður: “Hví fanin gongur tú so her og prædikar fyri fólki ið týðiligvís ikki kenna Jesus og hava onga interessu fyri tí? Um tað var sum tú sigur, so hevði ‘Guð tikið sær av okkum’! Egentliga gert tú okkum yvirhøvur ikki nakra tænastu við at ganga her og oyðileggja okkara kjansir fyri at koma til himmals, nemliga við at upplýsa okkum um hendan ‘gleðisboðskapin’!” – Eg minnist hesa samtaluna sera væl, tí tað setti nógvir tankar í gongd hjá mær. “Ignorance is bliss” orðatakið fekk heilt nýggjan týdning fyri meg nú. Religión straffar teg fyri at vita, fyri at kunna hugsa logiskt og seta ting saman í høvdinum. Adam og Eva ótu nemliga av kunnskapar-trænum og vóru før fyri at hugsa. Tað er arvasyndin: Vitan. Ironiskt nokk er tað egentliga við hjálp av okkara fantastiska heila, at menniskja hevur funnið uppá gudar. Strembanin hjá menniskjanum eftir at forklára alt ið tað sær, blandað við sínum unikka hugflogið, hevur megnað at funnið fram til óteljandi upprunamytir, problemmytir og loysnarmytir. Eg vil gjarna leggja dent á orðið “myta” í hesum samanhangi og eg skal venda aftur til hetta seinni. Hetta eru nakrar av hugleiðingunum eg havi gjørt mær útfrá øllum mínum upplivingum:

Í modernaðari tíð eru tað fólk ið meina, at tað er okkara skylda sum menniskjur, at nýta tað fulla potentialið av okkara heila, okkara bevístheit, okkara fornuftið. At hetta eigur at koma fram um traditiónir, ritualir og avoldaðan skikk. At lýdni eigur ikki bara at verða tikið við meira enn bara einum grammi av salti, men at ein og hvør autorativur máttur skal verða avbjóðaður við kritiskari hugsan. Her má eg siga at eg eri sera samdur. Okkara vit og skil er tað ið skilur okkum frá djórum og hetta átti at verðið virðismett nógv meiri enn hvat tað verður. Vit øll hava ein heila ið ger okkum før fyri at hyggja at heiminum við umhugsni og hareftir basera okkara avgerðir og gerðir uppá royndir og avleiðingar. Vit hava leingi havt evnini til at máta tíð via observatión av broytingum í nátturuni og aldrandi menniskjum og djórum rundan um okkum. Undranin yvir hvat, hví og hvussu hevur djúpar røtur í okkara evni til at meta um tíð. Vit eru allarhelst tann einasta veran á hesari jørð, ið er bangin fyri at gerast gomul og doyggja. Tann óttin hevði ikki verðið har um vit ikki dugdu at síggja fram í tíðuna til okkara egnu lagnu. Hesin óttin og tað vónloysi ið fylgir við hesum lívinum, er til staðar í øllum menniskjasløgum runt um í heimunum. Vit síggja nógvar ymiskar hættir at viðgera deyðsóttan í teimum ymisku samfeløgunum, heilt frá innføddum stammifólki til tær Abrahamsku religiónirnar.  Um vit so seta eitt senarie upp her:

Tú ert eitt menniskja í einari junglu og tú dugir at yvirliva uttan trupulleikar. Ein dagin tá tú situr pinnastillur á tíni grein í einum træðið og bíðar eftir einum villsvínið at koma framvið so tú kanst fáa døgurða, innsært tú knappliga nakað: “Øll fólk hava foreldur. Hvar komu so tey allarfyrstu foreldrini/fólkini frá? Hvør lærdi tey at yvirliva? Hvat hendir við tær tá tú doyrt? Livir tín bevístheit víðari?” Tú tosar kanska við onkran av tínum felags stammifólkum um hetta, men tey hava onki svar uppá tað. Tú verður forvirraður og leitar eftir svarum uppá hesar spurningarnar allastaðni rundan um teg. Í tínari søkn eftir svarum fert tú út at hyggja meiri eftir umheiminum. Eftir eina drúgva ferð hvílur tú teg, tú ert útkoyrdur av møði og svongd. Allan vegin ígjøgnum hesa ferðina hugsar tú um hvat hevur skapt menniskju og í møðini fara tankarnir og hugflogið at leika í. At vera einsamallur úti í hesari náttúruni gevur tær eina kenslu av at tú ert í kontakt við tann livandi heimin rundan um teg og at hann uppá ein máta tosar til tín. Tú merkir hvussu lítil tú ert í hesum heiminum. Heimspekiligir tankar um hvør tú ert og hvat tú mást gera fyri at halda tað risastóru megina rundan um teg glaða, byrja at vísa seg fyri tær. Hvat man skal gera fyri at liva ævigt, ella fyri at fara til eitt gott stað tá ein doyr verður svarað í form av lógum og reglum sum títt hugflog framleiðir. Tað er ein pátikin illusión av at tú hevur bara eitt sindur av kontrol á tínari lagnu og heiminum rundan um teg. Nú ert tú yvirbevístur um at tú hevur fingið eina opinbering um hvør hevur skapt teg og tað er allarhelst onkur náttúrugudur/gudar. So fert tú allan vegin heim og fortelur tínum felags-stammifólki um hetta. Stamman tekur hesi hugtøkini til sín og byrjar at fylgja øllum hesum lógunum og reglunum, tí knappliga eru øll, eins og tú, bangin fyri at doyggja. Fylgjurnar av at meirilutin í tínari stammu byrjar at tilbiðja onkran uppspunnan gud, eru útihýsan av teimum ið ikki trúgva uppá tað sum tú sigur og eventuelt ein offran av nøkrum djórum. Tú verður ein religiónsleiðari mitt í tí heila og fólk koma til tín um tey hava spurningar til lívið sum tú ikki longu hevur funnið svar til.

Tað ið eg havi júst lýst er byrjanin av nærum øllum teimum elstu religiónunum í heiminum. Tað byrjar við einum samanhangi, einum konteksti, í hesum førinum ein junglistamma, ið kanska júst er byrja at kommunikera á einum hægri støðið og teirra heilar eru blivnir størri og betri, tí teir hava klárað at liva í fleiri ættarlið og útvikla seg. So kemur ein krisa, ein identitetskrisa ið fær ein at ivast í hvar øll og alt kemur frá. Leitanin eftir svarum er næsta náttúrliga stigið her. Eftir eina tíð finnur man okkurt sum man kann nýta sum loysn til sína krisu. Tað er rímiliga tilvildarligt hvat tað er, men tað leggur seg kanska mest eftir hvat fyri slag av samfelagið ein er uppvaksin í og hvussu uppvøksturin var. Síðani kemur interaktión við hetta svarið, sum kann vera í form av bøn, offur ella okkurt líknandi sum kann styrkja sannføringina um at hetta er tað rætta. Eftir hetta kemur ein broyting í liviháttinum, nýggir reglar og lógir at fylgja fyri halda tí kósina man hevur sett, fyri góða eydnu og verju tá tað kemur til yvirliving og trivna, og eisini at tryggja sær eitt gott lív eftir deyðan. Konsekvensirnir ella fylgjurnar av øllum avgerðum higartil, eru í hesum førinum at fólk rundan um ein byrja at hyggja at einum uppá ein nýggjan máta, ein upphevjandi máta.

Tað er heilt náttúrligt at funderað um hvar menniskju og heimurin kemur frá, og í gamlari tíð brúkti man sítt hugflog saman við fundamentalari fornuft at greiða frá tingum. Nú hava vit, sum fylgi av at vit eru útviklaði meiri, serliga í vitan um náttúruna, funnið útav einari náttúrligari frágreiðing uppá lívið.

Upprunamytan í Kristindómi, Jødadómi og Islam er uppá ongan máta unik í mun til aðrar religiónir runt um í heiminum. Tað eru problemmyturnar og loysnarmyturnar ið eru øðrvísi frá religión til religión. Kristindómurin er tann sum er mest forskrekkjandi við hugskotinum um helviti eftir deyðan. Tað eru ikki nógvar religiónir ið lova at tú skalt brenna í allar ævir um tú ikki uppførir teg ordiligt í hesum lívinum. Tað er ikki undarligt at so nógv fólk eru kristin í dag, um man hugsar um tann óttan søgurnar hava birt í fólki og sjálvandi eisini alt hatta har við at tú misti høvdið um tú ikki tók ímóti Kristindómi sum religión.

Eg haldi at religiónir, allar religiónir eru nakað sum hoyrir fortíðini til, tá man ikki hevði annað at forklára heimin við, tá man hevði brúk fyri einari hóttan fyri at fáa fólk at uppføra seg ordiligt. Eg skilji væl at fólk vilja heldur hava eitt fundament at halda fast í enn fríar teymar at virka í, nakrar reglar ið eru settar har fyri teg, ein moralsk vegleiðing. Eg vildi ynskt at gloppið ímillum gudloysingar og trúgvandi kundi minka eitt sindur, men so leingi sum trúgvandi fólk gera krav uppá at restin av samfelagnum skal hava tí somu oldgomlu uppfatan av hvussu heimurin er komin til, so leingi tey halda at tey kunnu diktera yvirfyri restini av heiminum hvat moralur er, útfrá einari elligamlari bók skriva av homofobiskum mannchauvanistum í svartastu miðøld, men mest av øllum – so leingi trúgvandi fólk velja at uppala teirra børn við teirra heilagu bók, uttan at læra tey at hugsa kritiskt um nakað, so eru tey absolutt ikki til gagn fyri samfelagið uppá nakran máta. Tey skulu hava lov at hava sína trúgv, líka sum eg skal hava lov at liva sum eg vil og hugsa. At bíblian skal hava nakað sum helst ávirkan á hvussu eitt samfelag er stýrt, er fullkomiliga burturvið, og tað vita vit øll av um vit steðga á og hugsa okkum um. Hygg eftir øllum fjasinum Miðflokkurin kemur við og fortel mær við hond uppá hjarta at tú ert samdur, so skal eg lova tær fyri at vit hava okkurt at tosa um. Tað er mær ein gáta at vit hava ein heilan politiskan flokk í samgonguni ið heldur at teir hava monopol uppá moral. Tað líkist svartasta ongum.

Ongin skal avgera hvussu tú livir títt lív. Eitt menniskja við einum heila ið er førur fyri hugsa logiskt, konsekvensielt og við sympati fyri umheiminum skyldar ongum uttan sær sjálvum at liva upp til sítt fulla potentiali. Menniskja er ført fyri at síggja vakurleikan í náttúruni, í einum nýføðingi, í samkenslu, í gleðini av at geva, alt uttan at konstant hugsa um virðislønina ein fær tá man er deyður. Tað at gera gott fyri onnur fyri tína egnu skyld, er eitt slag av egoismu ið nørir tína psyku, og gevur í síðsta enda, nógv meiri meining enn at gera gott, orsaka av tí stóru sjóngáini uppi í luftini.

Eg eri ikki bangin fyri at doyggja so leingi sum eg veit at eg havi verið erligur yvirfyri mær sjálvum, og lova mær sjálvum at útviklast eftir mínum erfaringum. Eg havi enn ikki møtt einum persóni, ið ikki longu er sín egni gudur, ið ikki kan ráða yvir sínum egna lívið. Mín bevístheit er mín guður. Eg hugsi, tí eri eg. Eg eri.

Merki:

Hetta var lagt út 22 november, 2012 klokkan 22:15 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)