Gott er ikki Guðs

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Sum gudloysingur verður ein ofta spurdur, hvaðan hugtøkini  rætt og skeivt stava, um Guð ikki er til. Tað er tó ivasamt, hvussu hetta skal skiljast. Um tankin er, at gudloysi er siðloysi, sum førir til óreint sjálvsøkni, so hevur spyrjarin avdúkað sítt egna trongskygda hatur. Vert er eisini at vísa á, at spyrjarin onga tænastu ger sær sjálvum við at halda fast við, at trúgvandi tørva áhaldandi eftirlit fyri at tíggja sær væl. Tað lýsir trúgvandi sum bangin bølmenni heldur enn sum oddafólk fyri tí góða. Guð verður í sama viðbragdi forfjónaður til ein himmalskan Gestapo.

Lat okkum tískil fyri Guðs skyld tulka spurningin við einum veti av vælvild. Tankin er ikki, at gudstrúgv ger summi betri enn onnur. Nei, moralur er líkur lógunum. Grundin til, at eitthvørt er forboðið, er, at tað stendur í lógini. Men onkur má hava skrivað lógina. Hon kom ikki burtur úr ongum. Somuleiðis kunnu vit hugsa okkum orsøkina til, at okkurt er skeivt, man vera, at ein evsti myndugleiki hevur ásett, at soleiðis skal tað vera.

Hetta er bert ein samanbering til at lýsa støðuna, og ein samanbering er í sjálvum sær ongin próvgrund. Støðan er í stuttum, at rætt og rangt er tað, ið Guð er fyri og ímóti, ávikavist. Lystir einum at taka undir við hesum, er onki galið við tí. Støðan er innanhýsis samanhangandi. Stundum fara trúgvandi tó eitt stev út um støðuna, og siga, at bert henda støðan, og ongin onnur, kann greiða frá morali. Tá tað kemur so vítt, kunnu vit tað sama ripa nevan í borðið, tí eg havi aldrin sæð nakra haldgóða próvførslu fyri, at so er. Eitt er at siga seg hava eina loysn. Nakað innbilskari er tað kortini at avskriva allar aðrar møguligar loysnir frammanundan.

Mítt svar til støðuna er, at Guð antin hevur eina skilvísa grundgeving fyri sínum avgerðum ella ikki. Um avgerðir Guðs eru grundleysar, so er munurin á røttum og skeivum tilvildarligur og meiningsleysur. Um avgerðir Guðs hinvegin eru grundgivnar, so er Guð ein óneyðugur millummaður. Um ein skilvís grund er fyri, hví eitthvørt er skeivt, er tað hendan grundin – og ikki Guð – ið er okkara evsti moralski myndugleiki. Hetta vísir sjálvandi bara, at vit – uttan mun til gudstrúgv ella gudstrot – eru í sama báti. Lat meg tí rita eina mynd upp av, hvørja eg haldi grundina vera.

Moralur byrjar við einum víðgongdum hugskoti: tú ert ikki tann einasti persónurin, sum er til. Aðrar tilvitaðar verur enn tú eru til, og um tú dittar tær at samskifta við tær, noyðist tú at viðurkenna, at tær eru persónar, ið droyma, sansa, nørast, vilja, líða og liva á júst sama hátt, sum tú. So líkar eru verurnar tær, at hvør einstøk teirra tað sama kundi verið tú, og tú hon. Tá ein teirra smílist, kanst tú ímynda tær gleðina, sum var hon tín egna. Um onkur smekkar høvdið í vegin, snerkir tú og hugsar  næstan, sum var tað tú: “Av!”

Hesum evnunum til innlivan eru flest okkara fødd við. Eru vit erlig ber ikki til at sleppa undan niðurstøðuni, at vit ikki eru av størri týdningi enn nakar annar. Tað mugu vit viðganga. Vit eru kanska eitt sindur sjálvsøkin viðhvørt, men vit vita væl innast inni, at okkara upplivingar ikki eru meiri veruligar, bara tí tær nú einaferð eru okkara. Í so máta mugu vit, tá vit hugsa um okkara egna atburð, hugsa fram um nøsina; vit mugu hugsa um okkara egna atburð frá sjónarmiðinum hjá øðrum. Um tú veitst, at tú – bara tí tú ert tú – ikki ert av størri týdningi enn onnur, og tú veitst, hví onnur ikki skulu forða tær í at giftast við tí, tú elskar, so veitst tú eisini, hví tú ikki skalt forða øðrum í at giftast við tí, sum tey elska. Álvaratos! Tørvar tær veruliga ein yvirnatúrligan fremstafingur til at minna teg á, at onnur menniskju hava loyvi at vera til eins væl og tú?

Ofta verður sagt, at trupulleikin ikki er, at moralur uttan Guð er ógjørligur, men at moralur uttan Guð ikki kann vera objektivur. Ongin hevur nakrantíð kunnað fortalt mær, hvussu “objektivt” skal skiljast í hesum høpinum. Nógvar stigbendingar av objektiviteti finnast, men tað er mær ikki greitt, hvussu hesar eru viðkomandi fyri kjakið. Objektivitetur innan fyri eitt evni kann t.d. vera, at framsagnir um evnið hava sannvirði – t.e. kunnu vera sannar ella falskar – óheft av tilveruni av hugsandi verum. Ein lægri stigbending av objektiviteti er, at framsagnir um evnið bara hava sannvirði óheft av meiningunum hjá einstøkum persónum. Um hetta skal eitast at vera ein trupulleiki fyri gudleysan moral, tess størri er trupulleikin tá fyri gudstengdan moral. Guð, um vit taka kristindómin fyri fult, er bæði ein hugsandi vera og ein persónur. Gudstengdur moralur er ikki objektivur út frá nakrari skilmarkan.

Slíkum práti um objektivitet koma vit ikki víðari við. Uttan mun til orðaval, so ynskja vit allarhelst, at pástandir um, hvat er rætt og skeivt, eru javnbjóðis sannir ella falskir fyri øll. T.v.s., at ongin sleppur at siga “at drepa smábørn er kanska skeivt fyri teg, men fyri meg er tað ein dygd!”

Men hví skuldu vit hildið, at bert tilvera Guðs kann tryggja slíkan moral við algildum sannvirði? Nógv evni finnast, hvørs framsagnir hava algilt sannvirði, uttan at vit av teirri orsøk halda, at teimum tørvar ein evsta myndugleika. “Minst tríggir blýantar finnast í ovastu skriviborðsskuffuni hjá Bárði,” er eitt dømi um ein setning, ið antin er sannur ella falskur, men hvørs sannvirði tó ikki tørvar at verða avgjørt av einum myndugleika.

Framsagnir um moral breðga sjálvandi frá framsagnum um blýantar við tað, at tær snúgva seg um, hvat vit eiga at gera heldur enn, hvussu veruleikin nú einaferð bara er. Men hvussu við eini framsøgn sum hesi: “Tú eigur heldur at gera súpan av vatni enn bensini”?

Eg haldi ikki, at nakar rættsiktaður persónur hevði noktað, at hesin setningurin er sannur, og at honum ikki tørvar samtykki Guðs fyri at vera tað. Grundin er, at setningurin hevur eina fjalda fortreyt; at súpanin skal vera etandi. Somuleiðis hevur gudstengdur moralur ta fortreyt, at vit eiga at gera tað, sum Guð vil hava okkum at gera (Hví?). Gudleysur moralur hevur bert hesa áðurnevndu fortreyt, at ongin er meiri verdur enn nakar annar. Um vit viðurkenna ta einføldu fortreytina, er lagamanni at draga algilt moralskt sannvirði burturúr tí.

Merki: , , , , , ,

Hetta var lagt út 8 februar, 2013 klokkan 21:45 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

8 svar to “Gott er ikki Guðs”

  1. vapormax Says:

    Thanks for each of your work on this website. My mum loves carrying out internet research and it’s easy to see why. A lot of people learn all about the dynamic method you create advantageous things by means of this website and in addition invigorate participation from others on the theme so my princess is undoubtedly understanding a whole lot. Take advantage of the remaining portion of the year. Your carrying out a great job.

  2. vapormax Says:

    My wife and i ended up being so comfortable that Ervin could complete his researching from the precious recommendations he discovered when using the web site. It is now and again perplexing just to continually be freely giving instructions which often some people could have been making money from. And we also recognize we have the website owner to be grateful to because of that. The type of illustrations you have made, the easy web site navigation, the relationships your site aid to promote – it is everything overwhelming, and it’s letting our son and our family reckon that the subject matter is awesome, and that is especially indispensable. Many thanks for the whole lot!

  3. goyard handbags Says:

    I not to mention my pals have already been following the good strategies found on your website and then the sudden came up with a horrible feeling I never thanked the blog owner for those tips. All the young boys had been absolutely joyful to see all of them and have now undoubtedly been using these things. Thanks for truly being so helpful and then for choosing variety of superior subject areas millions of individuals are really desirous to be aware of. My honest apologies for not expressing gratitude to sooner.

  4. nike air max 97 Says:

    I am just writing to let you be aware of what a useful experience my friend’s child went through reading through your blog. She discovered too many pieces, not to mention what it’s like to possess an ideal helping mindset to make the mediocre ones completely fully understand a variety of problematic matters. You truly exceeded visitors’ expectations. Thank you for rendering such informative, safe, explanatory and in addition fun tips about this topic to Jane.

  5. michael kors Says:

    I needed to write you a very little word to thank you as before for your personal precious pointers you have featured here. It was wonderfully generous with you to provide extensively what many of us would have advertised as an e-book to end up making some dough for themselves, especially given that you could possibly have done it in case you desired. Those good tips in addition acted like a great way to know that many people have the identical dreams much like my personal own to grasp lots more with regard to this condition. I’m sure there are a lot more enjoyable times ahead for many who take a look at your blog.

  6. supreme clothing Says:

    I have to convey my appreciation for your kind-heartedness for persons that have the need for help with your niche. Your personal dedication to passing the message around appears to be wonderfully significant and has in most cases empowered girls much like me to reach their targets. Your amazing invaluable guidelines denotes a whole lot a person like me and even further to my office workers. Thanks a lot; from all of us.

  7. jordan shoes Says:

    I’m also commenting to let you understand of the magnificent experience my girl developed reading your webblog. She realized so many issues, not to mention what it is like to have an excellent teaching style to let other individuals smoothly fully grasp certain tricky matters. You undoubtedly surpassed her expected results. I appreciate you for distributing the necessary, safe, revealing and easy tips on your topic to Janet.

  8. jordan 4 Says:

    I simply wanted to thank you so much once more. I do not know what I could possibly have achieved in the absence of the ways contributed by you regarding that situation. It has been a real challenging crisis in my opinion, nevertheless taking note of this specialised technique you resolved it forced me to cry over delight. I’m happier for this information and in addition sincerely hope you find out what a great job you happen to be doing teaching the rest through the use of your webpage. I’m certain you’ve never got to know any of us.

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)