Meingin við lívinum?

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Ein spurningurin, sum tíanverri ikki verður tikin í nóg stórum álvara á okkara leiðum!
Hví sigið eg tað? Vit eru eitt kristið samfelag, og skulu vit fylgja Jesu boðum í Matt 28, so hevði heimurin langt síðani verðið kristin. Kristin hevur jú sín uppruna í ápostlasøguna, har tey fyrstu kristnu fáa eyknevni eftir Kristus, tí at tey líktust Jesus. Hugsa teg um, hvussu nógv í Føroyum líkjast Jesus? Eg kenni ongan.  Og eg eri uppvaksin í einari pínsakirkju  (Victor Danielsen dummaði seg big time við at finna uppá heitið samkoma). Tann mest radikali kristnirættningurin í Føroyum. Pinsar tosa í tungum, prædikað tíggjund, grøðing o.s.fr. Men framvegis síggja vit ikki sjúkur grøddar, limir vaksa aftur, tey deyðu reisa upp. Jesus segði jú, at lærusveinarnir skuldu gera størri verk enn hann?! Hvat verður so av tí?

Lærdómur

Hyggja vit eftir Sálma 119, sum er longsti kapitul í Bíbluni, so er sálmin eitt sindur áhugaverdur. 176 vers um lógina. At ein skal duga lógina… uttanat. Einaferð eg las sálmin, beit eg merki í, at hvørt einasta vers var um lógina, at ein skuldi virða lógina, duga lógina og lesa lógina. Sálmur 119 tykist ikki at vera eitt grundarlag, sum kristin fylgja í Føroyum.  Tað er so mítt inntrykk. Minnast at hava hoyrt at fleiri ikki hava lisið so nógv í Gamla Testamenti. Tað mest komiska er tó at ein trúarverjuskúla var byrjaður fyri nøkrum árum síðani. Ein grundgeving var serstakiliga tann, at kristin skuldu duga at svara vantrúgvandi ella ivandi nóg gott aftur. Altso halló, hava tey kristnu veruligani ikki lisið Bíbluni dagliga í tey 20 árini tey hava verið “frelst”? Vistu tit forrestin at “frelst” er brúkt uml. 20-40 ferðir í Nýggja Testamenti, meðan “harri” er  brúkt uml 700 ferðir. Kanska keðiligt at skula umtalað Guð sum Harri!?
Kanningar hava enntá víst at guðloysingar duga Bíbluna betur enn tey kristnu!

Hvat skulu kristin læra um lívið?

Góður spurningur! Bíblian er rúgvismikil, men ikki er tað ringt hóast alt at fáa nakrar fáar lívsreglur niður. Tað er jú niðurskrivað í Bíbluni.
1) Tey 10 boðini, skuldu ikki verið so ring at skilt
2) Tað gylta boðið, ella kærleikisboðið, ella hvat nú enn tað verður kallað, “at ein skal elska næsta sín sum sjálvan seg”
3) og so boðið um at gera øll fólk til lærusveinar Jesusar.

Men hatta er so sagt fyri 2000 árum síðani! Hvat er so gingið galið, hví er ikki allur heimurin kristin? Hvat gekk galið? Uttan at gera tær stóru kanningarnar, kunnu vit skjótt koma til eina niðurstøðu. Menniskjað gekk galið! Ella dugdi bara regulert illa at lesa. Tað vita vit forrestin, at tað dugdi tey illa í myrku miðøldina, altso burtursæð frá teimum prestalærdu.
Hvat er so trupulleikin? Hví hava vit ikki undurfullar grøðingar og tess líka í Føroyum? Hví eru kirjurnar bara fullar til høgtíðir? Tað er t.d. 34 kirkjur og samkomuhús í Tórshavnar kommunu. Og tað eru 19.700 íbúgvar. T.v.s.  600 fólk/kirkju ella samkomuhús.

Onkursvegna megna tey kristnu at føra eitt lív, sum ikki ávirkar nakað serligt. Onkursvegna megna tey kristnu at igonera síðsta boðið hjá Jesus. “Farið út og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar.” Hetta var tað síðsta Jesus hevði at siga. Skuldi tað kanska ikki verið tað mest týðningarmikla, og tað sum stórst fokus var á? Tykist ikki so! Kristin tykjast ofta at vera líka óserlig, sum vanlig fólk, ein av mongum fólkum, sum ikki gera so nógv um seg, og teirra stórsta avrik er oftani at vera sæddur á einum sjónvarpsmøtið, sum ikki øll hyggja eftir.

At ein so týðningarmikil boðskapur hvørvur í bakgrundina, og at tann neyðuga vitanin um Bíbluna ikki er til staðar er at undrast yvur. Paulus sigur eina staðni: “Ver snild sum slangan og einfald sum dúvan” Hvør kristin kann siga seg vera líka útspekulerað sum slangan? Men einfaldan sum dúvan? Slangan er ímyndin av at vera snildur, og dúvan er ímyndin av at vera mild.

Væntandi lesnaður av Sálma 119 er ein greið orsøk fyri ta veiku mynd, ið kristnitrúgvin hevur. Fólk vita snøgt sagt ikki, hvat tey snakka um. Ei heldur er tey greið yvur verðina rundan um seg. Snakkað verður um moralskt forfall og at standa ímóti, ístaðin fyri at fara út at bera gleðiboðskapin, sambært Jesus.

Bíblian hevur ótrúliga nógv gott at bera, men tað er bara stór skomm, at boðberin er so ynkuligur ofta. Meining við lívinum kundi verið so nógv meira enn bara at fylgja tí vanliga resinum. Um kærleikin kundi veruligani verið so ráðandi, sum Bíblian leggur upp til, so kundi neyðin verið tað minni í heiminum.
Ístaðin fyri hava vit fingið navnkristin, ið er glað fyri peningi, vald og sær sjálvum.
Søgufrøðingar hava t.d. víst á at ein orsøk fyri íðnaðarkollveltingin er calvinistarnir. Alt lívið var jú avgjørt frammanundan, so teir kundu líka so gott fáa so nógv burturúr sum møguligt. Barnatrælir og annað gott, var so eitt úrslit. Kærleikin til pengar vann frama.
Hjá kristnum er persónlig framgongd tíanverri eisini dominerandi. Kristin høvdu kunnað lært um kærleika, at venda hin kjálkan til, at givið keisarans tað hann átti, og Guði tað hann átti, hjálpt fátækum. Ístaðin hava vit fingið kristin, sum ikki eru til at skilja úr mongdina, sum hava sama kærleika til pening og vald, og sum ikki eingond megna at endurgeva úr Bíbluni nakað serligt. Og sum heldur ikki hava skilt boðskapin.

So, tit, kristin, hvat er meingin við lívinum? Eingin tykkara hevur megnað serliga væl at boða boðskapin væl.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 20 mars, 2013 klokkan 22:02 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

8 svar to “Meingin við lívinum?”

  1. Justine Osborn Says:

    Kanska tí vit ikki hava hug at skyna á – okkum líkar ikki at siga, at okkurt er í verðinsklassa og okkurt annað ikki. Kanska tí vit hava læst okkum fast í danska listamarknaðin. Kanska tí vit heilt einfalt ikki taka tað í nóg stórum álvara. Ein listaheimur finst uttan fyri Danmark, og hann er meira áhugaverdur hjá føroyskari list, tí hann er størri og tí hann ikki frammanundan hevur plaserað listina í einum eksotiskum kassa. Men vit mugu investera. Ikki bara pengar, tí tað als ikki er vist, tað er so nógv tað. Vit mugu gera íløgur í tankar, hugflog, fakligheit. Listafólkini hava longu gjørt tað stóra arbeiðið við at skapa fantastiska list, vit skulu soleiðis sæð bara viðgera tað á ordiligan hátt. Tí tað snýr seg ikki um, at listafólkini skulu berast á hond og fót og at tað er ein almenn uppgáva at vera agentar fyri listafólk uttanlands. Tað snýr seg heilt einfalt um at viðgera tingini ordiliga, um ongantíð at brúka orku og pengar uppá nakað, sum ikki er heilt í lagið og listini verdugt. So fara vit at fáa tað heila aftur í túsundtali. Ikki bara í himmalinum, har vit høvdu verið vís í at enda, men eisini her í jarðarlívinum.

  2. michael kors outlet Says:

    I am just commenting to make you understand what a great discovery my wife’s daughter experienced checking your web page. She came to understand lots of details, most notably how it is like to have an ideal teaching mood to let other people without hassle learn about specified advanced things. You actually did more than our expectations. Thanks for giving the necessary, trusted, edifying as well as cool tips about the topic to Julie.

  3. moncler Says:

    I enjoy you because of every one of your labor on this blog. Kim really likes doing research and it’s easy to see why. We hear all regarding the compelling medium you give sensible techniques on your website and as well inspire response from other people about this concept then our own child is undoubtedly studying a great deal. Take pleasure in the rest of the year. You are doing a brilliant job.

  4. off white jordan 1 Says:

    I simply wanted to appreciate you again. I do not know what I would’ve worked on in the absence of the type of strategies revealed by you concerning my concern. It seemed to be the frightening difficulty in my opinion, but finding out the specialized fashion you processed the issue took me to jump with happiness. I am thankful for your help and pray you know what an amazing job you’re accomplishing training some other people through the use of your blog post. Most probably you’ve never encountered all of us.

  5. canada goose jacket Says:

    A lot of thanks for each of your efforts on this web page. My mom really loves conducting investigations and it’s simple to grasp why. Almost all hear all of the lively ways you convey very helpful tips on the blog and increase participation from people on this point and our own girl is certainly being taught a lot of things. Have fun with the rest of the year. You are always conducting a remarkable job.

  6. yeezy shoes Says:

    I truly wanted to type a simple message to be able to appreciate you for some of the marvelous concepts you are placing at this website. My time consuming internet search has finally been compensated with really good facts and techniques to write about with my visitors. I would tell you that many of us website visitors are really lucky to exist in a fine site with many outstanding professionals with useful principles. I feel very grateful to have used your site and look forward to so many more enjoyable times reading here. Thanks again for all the details.

  7. air jordan Says:

    Thank you so much for giving everyone remarkably pleasant chance to read articles and blog posts from here. It’s usually very pleasing and as well , stuffed with a good time for me personally and my office peers to search the blog at the very least three times a week to find out the new guidance you have got. Of course, I’m also at all times astounded concerning the attractive creative concepts you give. Some 2 ideas in this posting are undoubtedly the finest we’ve had.

  8. bape hoodie Says:

    I have to express some thanks to this writer for rescuing me from this type of issue. Because of looking throughout the world wide web and finding advice which are not productive, I thought my life was gone. Living minus the approaches to the issues you have fixed through your entire blog post is a critical case, and those which could have negatively affected my entire career if I hadn’t come across your blog. Your talents and kindness in playing with every item was tremendous. I’m not sure what I would have done if I hadn’t come across such a point like this. I can at this point look forward to my future. Thanks for your time so much for this skilled and amazing help. I will not hesitate to recommend the website to any person who needs care about this subject matter.

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)