Gerðir teirra trúgvandi vitna sanniliga um ein lítlan Guð

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Tað má vera eitt syrgiligt lív at liva, um ein ikki hevur nakað betri at ganga uppí  enn at allar barnabøkur partú skulu vera líka fordømandi, sum ein sjálvur. Eiheldur hjálpir tað, at frásiga sær ábyrgdina av eins egnu fordómum við at skjóta teir í skógvarnar á einum ímyndaðum hægri myndugleika. Tað er í grundini bert eitt tekin uppá lágt sjálvsálit og vantandi persónligt dirvi til at standa til svars fyri egnar meiningar.

Tað er merkisverdugt, at okkum aldrin tørva at ákalla okkum samtykki Guðs fyri at grundgeva fyri veruligum sannroyndum; ongin hevur nakrantíð hildið fast við, at jørðin snarar um sólina, at alheimurin er uml. 14 mill. ára gamal, ella at svørt, samkynd og ótrúgvandi sjálvandi skulu hava somu rættindi sum hvít, hinskynd og trúgvandi bert tí Guð sigur, at so er. Ístaðin síggja vit tað øvugta; sólin snarar um jørðina, tí Guð sigur tað, alheimurin er 6000 ára gamal, tí Guð sigur tað, og svørt, samkynd og ótrúgvandi eru annanrangsborgarar, tí Guð sigur tað. Guð verður brúktur til at grundgeva fyri tí grundleysa, at rationalisera tað irrationella, og at rættvísgera tað órættvísa.

Hvat Guð sigst at halda, er søguliga ein betri trygging fyri, at okkurt er ósatt enn at tað passar. “Guð” hevur nær altíð tikið feil fyrr. “Guð” tekur eisini feil hesaferð. Um eg var Guð, og reint faktiskt var til, hevði eg verið illari inná trúgvandi enn gudloysingar. Onki er so Guðsspottandi sum at leggja Guði orð í munnin. Um ikki annað eru vit gudloysingar so mikið virðingarfullir yvirfyri Guði, at vit altíð geva honum høvi at tala fyri seg sjálvan.

Tíverri hevur hann aldrin tikið av okkara tilboði. Ella, um hann hevur, so er hansara rødd vorðin druknað í sjóðinum av øllum teimum mótstríðandi røddunum, ið allar siga seg tala hansara vegna um etisk mál. Í mun til hesar røddirnar, so eru etisku meiningar gudloysinga so mikið sterkar, at okkum ikki tørva yvirnáttúrligar undanførslur og umberingar fyri at hava tær.

Guð er eitt óneyðugt ískoyti, um ein hevur grein í sínum máli.

Merki: , , , , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 27 mars, 2013 klokkan 21:04 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)