Biblian vs. mínari bókareol

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá John Ivari sjálvum, tí hann sum tann einasti gudloysingurin her ikki lítir á náðina hjá Guði (og Google) til at fáa burturmist dáta aftur. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Bíblian er, líkamikið hvussu man hyggur at tí, ein samling av teimum grundleggjandi tekstunum sum kristindómurin byggir uppá. Tey flestu fólkini eg fylgdist við, tá eg enn var kristin, høvdu ikki lisið bíbliuna, ella høvdu ikki skilt tað tey høvdu lisið. Teir flestu ateistarnir eg kenni í dag, mistu alt fyri kristindóminum, tí at teir rent faktiskt settu seg niður at lesa bíbliuna. Tað var akkurát tað sum gjørdi at eg misti trúnna eisini. At lesa bíbliuna sum var hon ein og hvør onnur bók, taka søgurnar til eftirtektar, hugsa um boðskapin aftanfyri tí og hugsa um hvør hevði skrivað søguna og nær. Stutt og greitt: Keldukritikkur.

Eg eri sannførdur um, at menniskja í 21. øld ikki kann brúka bíbliuna til nakað sum helst ítøkiligt. Øll tey tingini í bíbliuni, ið lýsa eitthvørt á ein vakran hátt, ella tala til aktuellu lívs-støðuna hjá onkrum einstøkum lesara uppá ein fyrimyndarligan máta, mótviga ikki øllum tí ørskapinum ið stendur har, ið betemt ikki hoyrir nakrastaðni heima í einum modernaðum samfelagi.

Eg havi avgjørt at gera eitt lítið eksperiment. Eg havi genererað nøkur tivlidarlig tøl á telduni hjá mær (spyr endiliga hvussu) og tulkað tølini sum síðutal og linjunummar. Eg taki nú bíbliuna og onkra aðra tilvildarliga bók av hilluni og blaði upp á sama síðutal og hyggi á somu linju í báðum bókum, fyri at síggja hvørt bíblian hevur nakað betri at fortelja mær, enn nøkur onnur bók á hilluni. Eg fari at royna at viðfara tekstirnir líka kritiskt og líka analyserandi, uttan at subjektivisera. Tær bøkurnar ið bíblian skal samanberast við eru valdar av tilvild. Eg haldi eg veit hvat hetta fer at enda við, men vit royna:

1. Brotið: Dante’s Purgatorio, síða 165, linja 4:

“Now you can plainly see how deeply hidden / thruth is from scrutinists who would insist / that every love is, in itself, praiseworthy;  / and they are led to error by the matter / of love, because it may seem – always – good; / but not each seal is fine, although the wax is.”

Rithøvundurin: Hetta er frá tí ensku umsetingini hjá Allen Mandelbaum av italiensku bókarøðini “The Divine Comedy” ið fevnir um tríggjar samlingar av sonettum; “Inferno”, “Purgatorio” og “Paradiso”, skrivað av Dante Alighieri ímillum 1307-1308. Dante, ið upprunaligani var frá Firenze, skrivaði hesa røðina av sonettum ímeðan hann sat í eksil, orsaka av at hann, sum magistratur í Firenze, hevði tikið eina avgerð um at bannað politiskt “svørtum” politikarum frá at stíga inn í eitt leiðarastarv. Tá so “teir svørtu” tóku yvir Firenze, bleiv Dante sendur í eksil og hóttur við at blíva dripin um hann vendi aftur. Bókin: “Purgatorio” er næsta bókin í sonnet-røðini, og fylgir Dante sjálvum, ið verður leiddur ígjøgnum tað sum er kent sum “skers-eldurin” ella “skærsilden” (danskt) har øll tey deyðu ið hvørki fara til himmals ella helviti, enda. Dante er ikki deyður, men verður vístur runt av einglinum Virgil, sum í fyrru bókini “Inferno” leiddi hann ígjøgnum helviti.

Samanhangur og týdningur: Virgil fortelur Dante í hesari sonnettini (nr. 18) um at kærleiki er rótin til alt ónt, eins og tað er rótin til alt gott. Guð hevur skapt sálina soleiðis at hon er drigin at øllum ið er vakurt. Tá ið vit síggja okkurt okkum dámar, skapar sinnið eina ideélla mynd av hesum, soleiðis at tað vit síggja og tráa eftir, er í veruleikanum ikki eitt veruligt ting í tí materiella heiminum, men heldur ein illusión. Tá okkara sál hevur “vent sær ímóti tí” og ger tað ofta, verður tað nevnt kærleiki. Tað verður greitt frá hvussu menniskja ikki veit av, at viljin til at elska er tess størsta tráan og tí skal man ikki síggja upp til ella hyggja niður á tað evnið í menniskjanum. Men evnini hjá menniskjanum at meta um hvat er rangt og rætt, tess fríi vilji er nakað at síggja upp til. Soleiðis hevur menniskjað evnini til at tráa eftir mongum tingum í senn, men eisini evnini til at kontrollera hesari tráan.

Hvat sigur bíblian?

Brotið: Bíblian, Gamla Testamenti, síða 165, linja 4:

“v34. Og teir settu hann fastan; tíi einki serskilt boð var givið um, hvat ið gerast skuldi við hann. / v35. Tá segði HARRIN við Móses: “Hasin maður skal lata lív; øll samkoman skal steina hann uttanfyri tilhaldið!” ”

Well this is awkward.

Rithøvundurin: Hetta er úr Victor Danielsens týðing av tí heilagu bíbliuni, frá 1949.  Victor Danielsen var ein føroyskur bíbliu-umsetari og missionerur hjá Plymouth brøðrasamkomuni. Hann var útbúgvin lærari og var úr Søldafirði. Tað kann nevnast at týðingin stavar ikki frá hebraiskum, men øðrum modernaðum málum. Man veit ikki hvør hevur skrivað fjórðu Mósebók.
Bókin: Tekstbrotið kemur úr fjórðu Mósebók ella “Numeri” sum merkir tal, tí bókin inniheldur uppteljingar av ísraelittinum í oyðimørkini. Bókin fortelur um búsetingina, ferðina og rutuna Ísraellittarnir tóku ígjøgnum oyðimørkina leidd av Mósesi. Bókin strekkir seg yvir ottaogtredivu ár og tíggju mánaðar. Akkurát hetta petti í fjórðu Mósebók ið fevnir um kapitul 13 til 15, verður av jødum nevnt Sclach ið merkir “at senda”. Hesin parturin fortelur um hvussu ísraelittarnir hava búsett seg í oyðimørkini, senda skótar út og fáa at vita lógirnar um offurgávur til Guð. At enda hoyra vit um mannin ið savnaði brenni saman á sabbatinum og varð steinaður til deyðis.

Samanhangur og týdningur: Her er egentliga ikki so nógv at fortelja um samanhangin, annað enn tað, at Guð vildi hava at sabbatturin (leygardagur) varð hildin heilagur og at man skuldi hvíla tann dagin. Tað var ein av teim tíggju boðunum ið Móses fekk frá Guði á Sinai fjallinum. Man kann ímynda sær at har ikki er nógv brenni at finna úti í oyðimørkini, so maðurin hevur allarhelst bara gingið og savnað pinnabrenni saman. Ísraelittarnir fangaðu hann, spurdi Móses hvat tey skuldi gera við hann, tí tey vistu bara at tað var ímóti lógini, ikki hvat straffurin var. Móses fekk síðani boð beinleiðis frá Guði um at hann skuldi steinast.

2. Brotið: På Hedningers Vis – Om magi, hekseri og hekse, síða 82, linja 23:

“Et barn i den alder opfatter nemlig sig selv som omnipotent, det vil sige, at det mener at skabe verden omkring sig, at være årsag til alt, hvad der hænder i den, og derfor også ansvarlig for alt.”

Rithøvundurin: Danin úr Aarhus, Poul Otto Andersen er cand.mag. við fakunum støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði og stjørnufrøði. Haraftrat er hann vísundasøguligur mag.scient. Føddur í 1930 í Karlslund, sonur sóknarprest Otto Andersen.

Bókin: Poul O. Andersen skrivaði hesa lærubókina í 1998, við tí endamáli, at kortleggja alt heksa- ella gívra-fenomenið við religións-søguligum og teologiskum sjónarmiðum saman við tí grundleggjandi náttúruvísindarliga sjónarmiðinum.
Samanhangur og týdningur: Brotið kemur úr einum kapitli ið eitur “culpabilisering”. Hetta er eitt hugtak ið Andersen velur at leggja fram, fyri at lýsa hansara tankar viðvíkjandi teimum tekstunum ið siga, at heksirnar hava viðgingið at tær eru heksir. Culpabilisering kemur af latínska orðinum “culpa” ið merkir at vera sekur. Hugtakið verður greitt frá við einum 2-3 ára gomlum barni sum dømi. Um hetta barnið fær ein lítlabeiggja ella lítlasystir, so verður tað beinavegin kapping um uppmerksomheit og kærleika frá foreldrunum. Tað eldra barnið kann verða so jaloux, at tað enntá kann finna uppá at ynskja hitt barnið deytt. Um tað yngra barnið doyr av einari ella aðrari orsøk, fer tað eldra barni føla sekan. Síðani kemur sitatið: “Et barn i den alder….” Í ymsum samanhangum, kann hetta fenomenið eisini vísa seg í vaksnum fólkum og tískil meinar Andersen, at culpabilisering kann hava verið orsøkin til at heksirnar hava “viðgingið” at tær eru heksir. *

Hvat sigur bíblian?

Brotið: Bíblian, Nýggja Testamenti, síða 82, linja 23:

“v7. – um tá hin svarar innanfyri: “Ger mær ikki ónáðir! Dyrnar eru longu stongdar, og bæði eg og børn míni eru løgst; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tað!”

Rithøvundurin: Aftur úr týðingini hjá Victor Danielsen. Granskarar eru ikki samdir um hvørt hendan bókin, Lukasar evangelii, er skriva av tí sama rithøvindinum sum hevur skrivað Apostlasøguna nevnliga Lukas. Rithøvundurin er í øllum førum dulnevndur. Lukas var upprunaligani úr Antioch í Syria, var lækni og lærusveinur hjá Paulusi. Tað sigst av mongum kristnum at hann doyði ein martyrur, men prógvini fyri hesum eru vantandi.

Bókin: Lukasar evangelii er tað triðja og longsta av teimum fýra evangeliunum. Tað lýsir Jesusar lív, prædikur, hendingarnar frá hansara føðing til hansara himmalferð.
Samanhangur og týdningur: Jesus hevur akkurát lært lærusveinarnar at biðja, serliga faðir vár, men generalt tað at biðja. Hetta er so ein samanbering við hvussu tú skalt taka tað, um Jesus/Guð ikki svarar tær beinavegin. Tann ið svarar innanfyri, er tann fitti grannin ið tú altíð kann heita á, um tú til dømis manglar ein breyðbita. Men í hesum førinum bankar tú uppá aftaná øll eru farin í song, og hann tímur ikki upp aftur fyri at geva tær breyð. Man sigur altíð, at man kann tulka alt sum stendur í bíbliuni uppá fleiri mátar, men hetta sigur beint út, at harrin ikki altíð orkar at svara tínum bønum. “Tak tað sum um tú bankar uppá aftaná øll eru farin í song. Kom aftur í morgin”, er tað sum eg fái burturúr tí. Tí tað er tað sum stendur har.

3. Brotið: Kabalgátan, síða 23, linja 7:

“Tað hendi, beint áðrenn abbi fór, men hon visti ikki av tí, fyrr enn fleiri vikur eftir, at hann var farin.”

Rithøvundurin: Jostein Gaarder er føddur í 1952 í Oslo. Hann undirvísti í heimspeki og bókmentum í Bergen, áðrenn hann sjálvur bleiv rithøvundur. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sínar bøkur og Kabalgátan varð kosin besta barna- og ungdómsbók í Noregi í 1990.

Bókin: Bókin snýr seg um ein faðir og ein son, ið ferðast ígjøgnum Europa fyri at finna konu og mammu teirra. Ígjøgnum søguna, verða nógvar aðrar søgur fortaldar ið allar hava okkurt við hvønn annan og veruleikan at gera.

Samanhangur og týdningur: Akkurát hetta brotið er frá, tá pápin fortelur soninum um hvussu mamma hansara (omma drongin) forelskaði seg í einum týskum hermanni undir øðrum heimsbardaga, og hvussu hon ikki uppdagaði at hon var við barn, fyrrenn hann var farin í kríggj ímóti russarum og aldrin kom aftur. Pápin fortelur víðari um hvussu hesin týski hermaðurin var pápi hansara (abbi drongin) og at mamman (omma drongin) bleiv illa viðfarin av øðrum Noregsmonnum eftir kríggið, tí teir funnu útav at hon hevði ligið við einum nasisti.

Hvat sigur bíblian?

Brotið: Bíblian, Gamla Testamenti, síða 23, linja 7:

“v10. – Síðani tók tænarin 10 av kamelum harra síns og fór avstað; og við sær hevði hann alskyns dýrabarðar gávur frá harra sínum; hann helt avstað og tók leiðina til Áram-Naharajim, til bý Nakors.”

Rithøvundurin: Týðinging hjá Victor Danielsen. Úr fyrstu Mósebók. Teir mestu granskarnir eru samdir um at tær fyrstu fimm bøkurnar, frá fyrstu Mósubók til fimtu Mósebók, koma frá fýra keldum, Jehovistinum, Elohistinum, Deuteronomistinum og tí prestaligu kelduni, sum allar fortelja somu søguna, og eru settar saman av ymsum redaktørum.

Bókin: Fyrsta Mósebók fortelur um hvussu Guð skapti heimin og menniskja, men menniskja vísir seg at vera ólýðið og Guð oyðileggur heimin ígjøgnum Flóðina men letur Nóa og hansara familju liva. Tann nýggi post-flóð heimurin er líka korruptur, men Guð oyðileggur hann ikki. Ístaðin nevnir hann Abraham til at vera tann ið skal fylla heimin við góðum, lýdnum menniskjum. Guð sendir Abraham til Kánaan sum skal vera hansara land framyvir. Abraham livir har saman við sínum soni Ísak og sínum abbasoni Jákup. Jákup skiftir navn til Ísrael, og við hansara soni, Jósefi, fara 70 fólk við teirra húski við honum til Egyptalands, og Guð lovar teimum eina stórsligna framtíð. Fyrsta Mósebók endar við Ísrael í Egyptalandi.

Samanhangur og týdningur: Abraham sendir ein tænara til Áram-Naharajim at leita eftir einari konu til son sín, Ísak. Tænarin tekur nógvar kamelar og gávur við fyri at vinna hjartaði hjá einari kvinnu. Kvinnan ið kom við honum aftur og giftist við Ísaki æt Rebekka.

4. Brotið: Metafysikkens historie, síða 236, linja 23:

“Ideen om enheden i det tænkende subjekt, sjælen; ideen om den ubetingede enhed af alle realiteter: Gud..”

Rithøvundurin: Jostein Gaarder er føddur í 1952 í Oslo. Hann undirvísti í heimspeki og bókmentum í Bergen, áðrenn hann sjálvur bleiv rithøvundur. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sínar bøkur og Kabalgátan varð kosin besta barna- og ungdómsbók í Noregi í 1990.

Bókin: Hendan heimspekisbókin, byggir uppá eina fyrilestrarrøð i tí obligatoriska fakinum “Almen filosofi” á teologi-studiunum á Københavns Universitet. Bókin lýsir søguna hjá metafysikkinum sum ein bardaga millum rationalismuna og tess kritikarar.

Samanhangur og týdningur: Hetta brotið snýr seg um transcendentalan dialektik ið, í fylgi einari enskari orðabók er: “the study of the fallacious attribution of objective reality to the perceptions by the mind of external objects.” Tað vil siga ekstern objektir verða feiltulkaði av sinninum til at hava objektivan realitet. Altso, at síggja okkurt ið tykist vakurt, og tulkað tað til at vera ein yvinátturlig vera, sum má hava skapt tað.

Hvat sigur bíblian?

Brotið: Bíblian, Nýggja Testamenti, síða 236, linja 23:

“v28. – og í ongum lata tykkum ræða av mótstøðumonnum – tað er teimum merki um undirgang, men tykkum um frelsu, og tað frá Gudi.”

Rithøvundurin: Týðinging hjá Victor Danielsen. Úr Filippibrævinum. Bíbliugranskarar eru samdir um at tað varð skrivað av Paulusi til Fillippi kirkjuna, ið var eitt sentur fyri kristindóm í Grikkalandi í umleið ár 62.
Bókin: Filippibrævið er ellinta bókin í Nýggja Testamentinum. Paulus vitjaði Filippi á hansara seinnu missioner-ferð (ár 49-51)

Samanhangur og týdningur: Stutt og greitt fortelur Paulus at man skal ikki verða bangin fyri teimum ið ikki trúgva uppá Jesusar uppreisn, tí tað eru tey ið ikki verða frelst.

Okkurt av tí er ikki so negativt, sum tit síggja. Men eg haldi eg fekk meiri burturúr at lesa hinar bøkurnar, og allíkavæl ikki. Tí eftir at hava lisið Bíbliuna havi eg ordiliga funnið útav hvør eg eri, og meiri týdningarmikið, tann ið eg ikki eri. Ein ið lesur Bíbliuna, sum um hon er fakta og passar uppá allar mátar, og hareftir livdi mítt lív baserað uppá fantasi og eftir elligomlum skikkum.

*Eg má hála hetta brotið við mær úr “På Hednigers Vis” tí eg haldi tað rakar onkran bestemtan seym beint á okkurt bestemt høvd:

“I syndsforladelsen, også i forladelsen for synder, man slet ikke har begået, ligger en befrielse, en katarsis, men den er ikke et ufejlbarligt middel. Angsten for det onde sidder i os alle, også angsten for onde tanker, onde hensigter. / Og for at opnå renselse kan man være parat til at tilstå hvad som helst.”

 

Merki:

Hetta var lagt út 12 apríl, 2013 klokkan 22:56 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)