Gudleys og Gudloysi. Hvat vilja vit?

Ása Johannesen

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Bing cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Gudloysingar hava ein image-trupulleika fyri tíðina. Vit eru frustrerað. So øgiliga frustrerað yvir hvat gongur fyri seg í almenna rúminum. Tað frustrerar okkum at síggja, hvussu átrúnaður forpestar kjakið um so mikið týdningarmikil ting sum barnauppaling, ræðið hjá kvinnum yvir egnum kroppi og undirvísing í skúlunum. Tað frustrerar okkum, at hoyra trúgvandi fortelja okkum, hvat *vit* trúgva og halda. Tað frustrerar okkum at hoyra um, hvussu kristni meirilutin følir seg forfylgdan og hóttan. Tað sigur seg sjálvt, at okkara frustrasjón má koma út onkursvegna. Og ein máti at gera hetta, er at gera gjøldur burturúr meiningunum hjá hartrópandi minnilutanum av kristnum.

Eg dugi væl at síggja, hví hetta er problematiskt og hví summi kristin føla seg órættvíst viðfarin. Eg veit eisini at summir, kanska meira tolnir, gudloysingar ikki føla seg væl við, at aðrir gudloysingar velja ein slíkan máta at loyva sínum frustrasjónum út. Summi kalla okkum fyri óseriøs og síggja einans skemt blaka upp á eina Facebook síðu.

Eg má viðganga, at eg summar tíðir havi rullað eygu at onkrari mynd, sum liggur á Facebook síðuni hjá Gudloysi. Eg eri næstan givin at lesa kjakið har inni, tí tað einasta, sum verður sagt, er at Gudloysi er eitt óseriøst felag, tí har eru skemtimyndir á Facebook vegginum. Bæði kristin og aðrir gudloysingar siga tað sama.

Men vita tit hvat frustrerar meg uppaftur meira? Hvørja ferð onkur skrivar ein djúpt persónligan ella væl gjøgnumførdan bloggupost, so verður sum í grøvini. Næstan sum um, at ongin vil hoyra tað seriøsa. Sum um at tá okkurt er væl skrivað, so keða gudloysingarnir seg og tey kristnu hava onki at kritisera.

So her er eitt uppskot til tykkara:

  1. Um tær ikki dámar skemtimyndir um býttar meiningar, sum summi kristin hava, so lat vera við at dáma Facebook síðuna hjá Gudloysi. Facebook síðan er eitt stað hjá gudloysingum at sleppa av við sínar djúpu, djúpu frustrasjónir um samfelagið, vit liva í í dag.
  2. Um tú vilt síggja seriøsar, persónligar ella politiskar tankar, sum gudloysingar (og onnur) gera sær um trúgv, okkara samfelag og tað at vera gudloysingur, so les blogguna hjá Gudloysi. Bloggan er hvar vit siga tað, vit veruliga vilja og meina. Tað er her, vit eru nakin og erlig.

Áðrenn tit skilja hvussu ótrúliga strævið tað er, at alla tíðina verða útsett fyri idiotiskar fordómar og okkara forskrúvaða samfelag, so kunnu tit ikki skilja hví summir gudloysingar hava brúk fyri at gera gjøldur við hesum. Og hetta er ein boðskapur bæði til fornermaði kristin og meira… tolsamar gudloysingar. Facebook síðan er eitt frístað, har summi fáa anda.

Nú til tað seriøsa.

Gudloysi sigur í síni endamálsorðing at vit vilja arbeiða fyri sekularisering og fyri at vera eitt stað fyri gudloysingar. Eg haldi Facebook síðan klárar hatta seinna hampuliga væl hóast summi gudleys eru ósamd. Tað fyrra skal henda her og í miðlunum. Har tykist tó vera ósemja um hvussu vit skulu røkka hesum endamáli. Júst hvat eru okkara aðalmál?

Eg, til dømis haldi at vit eiga at stuðla samkyndum í at fáa tey rættindi, sum kristnu politikarar royna at forða fyri tíðina. Eitt sekulert samfelag kann ikki lata seg stýra av kristindómi, óðansæð hvat fyri kristindómur hetta er. Eg veit tó, at summir gudloysingar halda hetta vera uttanfyri okkara endamál, tí vit eru ikki øll samkynd. Eg haldi eisini, at vit eiga at innføra eina nýggja og betri fosturtøkulóg, men aftur her eru summir gudloysingar ivaleyst ímóti, tí (hvør skuldi trúð tí) vit eru ikki samd um fosturtøku, og harafturat eru vit heldur ikki øll feministar.

Ok, hvat so við at taka kristindómin út úr okkara lóggávu? Er tað rætt, at fólkaskúlin og barnagarðarnir skulu uppæla okkara børn í einari kristnari sigalagsligari tradisjón? Heldur nakar gudloysingur, at av tí at Føroyar eru eitt ”kristi samfelag”, so skulu slík ting vera í fólkaskúlalógini?

Hetta er ein innbjóðing:

Eg vil hava tykkum øll, gudleys, ivandi og trúgvandi at fortelja mær, hvat *tit* halda aðalmálini hjá Gudloysi áttu at verið og hvussu vit skulu røkka hesum. Eg vil hava seriøs uppskot og eg vil hava, at tit deila á Facebook síðuni hjá Gudloysi. So síggja tey, ið ivast í Gudloysi, at vit kunnu vera seriøs. Bring it!

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 5 apríl, 2013 klokkan 22:26 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Gudleys og Gudloysi. Hvat vilja vit?”

  1. Heini Reinert Says:

    Burturmistu viðmerkingarnar til hendan postin kunnu síggjast her:

    http://cc.bingj.com/cache.aspx?q=Gudleys+og+Gudloysi.+Hvat+vilja+vit%3f&d=4640172057887247&mkt=en-ww&setlang=en-US&w=ft-rj6gN8S4-GwqYqeYKbOAgOFarpBSH

    Í øllum førðum so leingi Bing varðveitir hasa síðuna.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)