Indoktrenering

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Hvat er tað og skulu vit vera bangin fyri tí? Ikki ein lættur spurningurin, men ein sera relevantur spurningur, tá tað kemur til trúgv. Tí spuringurin er, hvat skal ein góðtaka av læru, og hvat skal ein loyva? Sum samfelag, royna vit at siga at vit hava nøkur grundleggjandi virðir at fylgja. Fólkaræði og talufrælsi eru kanska tey mest týðningarmiklastu virðini fyri eitt hvørt framkomið samfelag. At fólki hevur ræði og loyvi til at siga sína hjartans hugsan.
Men ivamáli er, tá trúgv kemur upp í leikin. Spurningurin er, hvat skilja vit við trúarfrælsi? Nú nevndi eg ikki trúarfrælsi saman við hinum báðum, tí er tað ikki tað sama sum talufrælsi? Talufrælsi er jú eins hjartans hugsan. Um eg havi hug til at trúgva uppá huldufólk, so er tað væl saktans einki, sum forðar mær í tosa um huldufólk.

Misnýtt trúarfrælsi?
Seinastu árini hava verið merkt av, at kristin (og muslimar haldi eg) hava funnist at atfinnarum, fyri at forfylgja trúnna. Er nakað um tað ella er tað nakað forferdilgt tvætl? Stephen Fry sigur tað so gott, at um tú ert fornermaður, so er tað altso títt problem og ikki mítt. Og er hetta ofta eitt argument, sum kristin brúka, at tey eru fornermaði, tí at kristin trúgvin verður gingin ov nær ella okkurt snedugt.
Men tað er nú ikki heilt tað eg vil vísa á. Skal eitt samfelag góðtaka indoktrenering av trúgv? Skulu vit góðtaka at børn, verður fylt við hasum hundans vrøvlinum, sum onkur hevur sagt tað so pent? Eg trúgvi sjálvur og eri upplærdur í at trúgva, soleiðis nøkulunda altso. Tað er jú ein hálvur spurningurin um talufrælsi altso. Gott nokk kan fótbóltur og nationalisma ikki samanberast við trúgv, men tað er nú altso eitt sindur ólogiskt at vit ganga so høgt upp í ítrótt og tjóðskap. Er tað ikki eitt slag av indoktrenering?

Átrúnaður í samfelaganum
Lat meg siga tað beinavegin, eg havi einki ímóti átrúnaði í samfelaganum. Hann kann vera góður, og geva fólki meining. Men hann má stýrast. Um tey kristnu veruligani dugdi Bíbiluna, so høvdu tey ikki rópt so nógv býtt upp, sum tey gera. So høvdu tey sæð hvat Jesus gjørdi og prædikaði. Og at hann ikki blandaði seg í politikk. For pokker, hann segði við hermenn: “Verið nøgdir við løn tykkara.” Hava tey kristnu hugsað um, hvat hatta merkir? At ikki viðurkenna samkynd er tað síðsti stóri spurningurin. Kristin í eyst og vest rópa upp um at tað er ikki kristið og glíðibreytin og alt hatta idiotiska vrøvli. Tí at tað er idiotisk. Hugdi Jesus kanska undir dýnuna? Legg til merkis, hvørjir Jesus fanst mest at? Teir skriftlærdu, sum lærdu niður í smálutir. Teir sum royndu at stýra fólki í religøsar leinkjur, at indoktrenera. Hann var saman við tollararum og syndararum. Saman við teimum óreinu. Hví? Tí at teimum tørvaðu viðurkenning. Hann blandaði seg ikki í, hvat tey gjørdu. Ístaðin lærdi hann. Og tey sum ikki vildu lurta eftir honum, lat hann fara. Hann gekk ikki aftaná “biblebashing them”. Hann lat tann ríka unglingin fara í fortaping. Hví? Tí at hann valdi tað!

Kristin og onnur trúgvandi skulu læra seg hvat fólkaræði er og hvat trúgv er. Og sera nógv duga ikki at greiða frá nøkrum. Fólkaræði er ikki trúgv, og trúgv er ikki fólkaræði. Fólkaræði er rættindi og trúgv er eitt rættindi, sum fólk hava. Um onkur er ósamdur við tær, ella finst at tær? So what, antin svarar tú skynsamt aftur, ella fert bara víðari. Eg eri ósamdur við sera nógvum fólkum á sera nógvum økjum, men eg gangi ikki og rennið aftaná og krevji at tey skulu gera, sum eg sigið. Hóast at eg hevði verið ein sera góður einaráðsharri!

Skúlar og foreldur
Nú eri eg faktiskt ímóti privatskúlum, og er tað ikki vegna átrúnað ella annað. Men eg haldi barasta altso ikki, at vit sum samfelag kunnu loyva einum og hvørjum reka ein privat skúla, útfrá einum økoniskum sjónarmiðið, fyrst og fremst. Hetta sigið eg av tveimum orsøkum (og einari triðjari, sum altso er tann økonimska, men hetta er ikki rætta forumið til tað kjakið).
1) Útbúgving av okkara børnum er ein samfelagsskylda, og ynskja vit góðar samfelagsborgarar, sum hava virðing fyri hvørjum øðrum,
2) og  av tí sama má tað vera ein gernerell semja um, hvussu ein útbúgvir børnini.
Hava vit hetta, so byrgja vit upp fyri skaðiligari indoktrenering frá foreldranna síðu. Tí hvør eigur rættin til uppdragilsi? Og forbjóðar ein uppdragilsi av átrúnaði, hvat annað kann so forbjóðast, ítróttur, sukur o.s.fr.? (ikki tey bestu dømini, eg veit, men tit skilja, hvat eg meini við.)
Sum samfelag hava vit nakrar treytir og eiga tær treytirnar vera grundaðar á fólkaræði og talufrælsi. Trúarfrælsi er ikki eitt beinleiðis frælsi, tí at øll trúgv er ikki góð fyri samfelagið. Tá ein veit at allar hugsanir ikki eru góðar fyri samfelagið, so má ein eisini stýra hareftir. Tí kunnu vit loyva upplæru av átrúnaði í heimunum, men tey átrúnaðarligu mugu so sanniliga eisini vita, at samfelagið tey liva í, er nú altso basera uppá fólkaræði og talufrælsi. Og her er tað skúlin og restin av samfelaganum, sum skal læra tey átrúnaðarligu tað.

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 19 apríl, 2013 klokkan 21:56 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)