Eg veit ikki!

Vitan er vald verður sagt, men útsøgnin “Ignorerence is bliss!” er mær oftani runnin til hugs seinastu árini.
Eg kalli meg sjálvan fráfalnan kristnan og tað geri eg framvegis eftir 12 ár. Orsøkin fyri at eg ikki bara eri vorðin ein normalur ikki kristin, er at eg framvegis trúgvi uppá Guð.
Eg eri uppvaksin pins, og hemynd21vði tað vanligu rebelperiodina, har drekkast skuldi o.s.fr. Vardi tó bara inntil eg var 16 ár, so byrjaði eg aftur at vera ein aktivur kristin. Ella faktiskt táðstaðni byrjaði eg at gerast ein aktivur kristin. Óansæð, mín trugv er ikki horvin. Sjálvt um mínar hugsanir eru mentar nógvar, og broyttar, til tað betra skal heilsast og sigast, so hongur trúgvin enn fast við. Hvat sum heilt ger tað, veit eg ikki. Um tað er barnatrúgvin, sum eg ikki fái slept, ella um tað, sum eg havi sæð og uppliva, sum faktiskt ikki er so nógv allíkavæl. Eg veit ikki heilt. Men í seinastuni, eri eg farin at ivast í onkrum. Ivast í spurningum, sum eru ein avbjóðing fyri kristindómin.

Tann fyrsti er menningarlæran. Hvussu kristindómur svarar, er eitt sum er avgerandi, fyri hvussu trúgvin fer at yvurliva framyvir. Eg sjálvur havi aldrin tímað at fyrihildið meg nakað serligt til menningarlæruna. Havi eina hálvbýtta umbering, sum at eg trúgvi at tíðarskeiði er ov stutt. Og snøgt sagt leggi einki í tað. Spurningurin er, hvussu kann menningarlæran og Guð samantvinnast? Spyrt tú meg, so kann tað ikki. Altso, nær kom syndin í heimin, nær vóru apurnar ella, hvussu tær eita menniskju o.s.fr.? Spurningar sum eg ikki trúgvi kunnu svarast. Tað sum eisini er trupulleikin, fyri meg, at tað er einki magiskt, fyri at brúka eitt skeivt orð, við Guð aftanfyri Big Bang. Hvat magiskt er við tilvild? Einki! Tilvild er bara tilvild og kann eisini vera grumm. Ikki havi lisið nógv um samantvinnan av kristindómi og menningarlæru, men tað lítla sindrið eg havi sæð, hevur so ikki sannført meg nakað. Eg minnist tað eingong ikki.

Næsti spurningurin er samkynd. Hvussu kristindómur svarar hesin spurninginum er alt avgerandi fyri meg. Eg veit ikki sjálvur. Bíblian er heilt greið. At vera/fremja samnkyndleika er synd, og tískil ikki møguligt. Eg dugi bara ikki at síggja, hvussu tað kann passa saman.Til tey sum siga at Guðs kærleiki er størri, hava opinbart misskilt okkurt. Kærleikin tolir ikki syndina. Guð er kærleiki ja, men hann er eisini reinur og tað er synd ikki. Tey passa bara ikki saman. Havi hoyrt okkurt um at katolikkar hava eina kropslæru, hvat so enn tað gongur út uppá. Sjálvur eri eg av tí fatan, sum eg havi víst á ofta, at kristin skulu ikki læra samfelagið, men frelsa og fría tann einstaka. Líka so nógv sum Jesus blandaði seg uppí politikk, líka so nógv skulu kristin blanda seg uppí politikk. Tað vil siga ikki, men bert viðurkenna yvirvøldina. Og her skulu tey samkyndu sjálvandi fáa somu møguleikar sum øll onnur. Men hvørjar møguleikar samkynd/leiki hava í kirkjuni/samkomuni síggi eg ikki. Og her er tað at eg veit ikki. Hvat er tann kristna loysnin uppá syndina samkynd? Eg veit ikki.

Er tað nakað, sum skal gera av við mína trúgv, so er tað hesi báðir spurningarnir. Tann fyrra leggi eg ikki líka nógv í, tað eg ivist í, hvørt hann skal svarast, men tann seinna síggi eg onga loysn á.

Fari eg at missa mína trúgv? Eg veit ikki! Ikki uttan so at onkur megnar at svara mær. Og serliga tann seinna spurningin. Og eg ivist í hvørt hann kann svarast.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 19 juni, 2013 klokkan 12:27 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)