Heimasíðan hevur verið óvirkin
Heimasíðan hevur nú verið óvirkin í eina tíð.
Vit hava havt ókeypis hýsing frá SpaceTown. Hendan avtalan bleiv uppsøgd og vit máttu tí gjalda fyri hostingina framyvir.
Vit fingu 26. apríl soljóðandi teldupost frá SpaceTown: “Hetta er ein áminning um at gjaldsfreistin fyri faktura INV-403 er 28-04-2013 (í morgin). Tískil verður heitt á teg um at gjalda fakturan skjótast gjørligt, fyri at sleppa undan eyka gjøldum. Fakturin er viðheftur.”.
Fyri at sleppa undan eyka gjaldið var rokningin goldin 29. apríl kl. 01.05 (1 tíma og 5 min. eftir gjaldsfreistina) og síðan skuldi so flytast yvir á nýggja hosting umhvørvi og koyra víðari har.
Tað vísir seg tó at síðan ikki er blivin flutt, men at SpaceTown hevur niðurlagt gamla servaran uttan at taka nakað avrit av okkara síðu. Teir hava simpulten skrotta tað heila, uttan nakra ávaring, av tí at gjaldið kom ov seint inn.
Eg skilji ikki at nakar kann strika innihaldið hjá sínum kundum uttan nakra ávaring. Tað burdi ikki komi fyri hjá nøkrum ið roynir at arbeiða professionelt!
Nú hava vit so keypt okkum nýtt hosting umhvørvi og hava lagt tað avritið vit høvdu liggjandi inn á. Hettar var tíðanverrið frá november í 2012, so har manglaðu ymiskar bloggpostar.
Heini hevur tó verið so raskur og funnið teir fram aftur og lagt teir út av nýggjum, soleiðis at síðan nú er næstan sum nýggj 🙂 Viðmerkingarnar til postarnar fáa vit tíðanverrið ikki aftur 🙁
Vónandi verður skil á aftur nú. Eg skal royna at taka avrit við jøvnum millumbilum, soleiðis at vit eru tryggjaði ímóti tílíkum.
Vinarliga,
Limberg
Vevmeistari
juni 17th, 2013 at 23:25
[…] hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum […]

juni 17th, 2013 at 23:26
[…] hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum […]
juni 17th, 2013 at 23:27
[…] hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum […]
juni 17th, 2013 at 23:28