Føroysk Trúarverja – vernd teirra, ið misskilja

34152792

Tað eru afturvendandi gestir í føroysku miðlunum har mann sær kristin verja trúgv sína. Sjálv nevndar “apologetikkarar” rópa hart um váa gudloysinga og um tann sekulera hóttanina ímóti tí kristnu trúnni, og ikki minst hóttanina ímóti nútímans kristnum samfeløgum – tó heitið sjálvt er bert nakað, ið viðvíkur Vatikanið. Samstundis vísa apologetikkararnir á pseudovísindaligar fatanir, ið eru grundaðar á teirra trúgv um fornaldar jødiskar sagnir, tó við ongum prógvum ella próvførslum, men teir halda tað er verulig vísund og prógv fyri teirra uppáhald, at tann almáttuga, alvitandi og algóða gudavera er til! Síðan verða fólk uttan trúgv lýst, sum sek í nærum øllum hópmorðum tey síðstu 100 árini, og hetta er samandrátturin av hvat Føroysk Trúarverja er. Tú hugsar óivað, at hetta er ørvitistos? Hetta er bert byrjanin…

Tann gudleysa støðan er, sum oftast fyri skotum hjá trúarverjuni, ella tað er nærmast tað einasta, sum skriva verður um. Fyri at siga tað beinavegin, so er tað ikki tí at støðan skal vera kritikk fyriuttan, (eisini ein trúarverju miskiljing) men kritikkurin sjálvur er ikki annað enn høpisleysar samanblandingar ímillum gudloysi og nasistar, og komunistar. Og Lóg Godwins allarhelst gloymd. Onki ítøkiligt verður lagt fram! Tað vil siga, at flestu apologetikkarirnir gera tað niðurstøðu at gudloysi er grundin til ræðuleikanir hjá nasistunum og teimum anti-átrúnaðarligu atløgum undir teimum kommnistisku stýrunum. Tí eftir fávitskutu og snævuskygdu fatanini hjá apologetikkarunum, so eru gudloysingar uttan menniskjaslig virðir og samkenslu, tí tey hava tilvitandi tikið tað støðu, at ikki trúgva á ein tilvildarliga gudaveru, og tessvegna kunnu ikki hava eina skilagóða atferð í einum samfelagi. Tað ella eina fjarstkotna ella rættari sagt høpisleysa glíðubreyt at gudloysi elvir til ósømiliga atferð onkrusvegna, men harafturímóti má einasta grundin til at halda slíkt vera annaðhvørt tí, at ein sjálvur uppáheldur at tað, ið kann tykjast at verða góð atferð er eina bert møguliga tá ið ein uppáheldur sagnina um Adam og Evu, og arvasyndina, sum veruligt.

Ein leggur skjótt til merkis, at hesir apologetikkarir antin avnokta veruleikan, sum okur vanliga kenna veruleikan, við at brúka okkra sansir at skilja okkra umhvørvi og lesa søgu fyri at minnast á og skilja tað, ið er farið. Tí apologettikarnir  hava eina opinlýsta ørvitisfatan av hvat veruliga hendir og hvat er hent. Til dømis tá ið vísindalig ástøðir verða umrøddar, so eru ástøðini teknaði, sum hóttanir og grundin til tað er gudloysi, og hetta somuleiðis galdandi fyri kommunismu og onnur rák. Hesar frágreiðingar kann ein skjótt blíva villleiddir av men ikki av tí tað beinleiðis villleiðir teg at taka undir við fatanini, men heldur tað, at tað er onki skil á henni, og somueliðis er henda fatan oftast í samsvar við eitt jaligt atlit til kristnu trúnna, tó fulkomiliga brongla í teirri roynd av verja trúnna.  Til dømis tað, at eitt eitur “stats-ateisma”, sum kommunistarnir tvungu menniskjur til at taka undir við vegn tað kommunistiska politisku sjónarmiði, at berjast ímóti átrúnaði, men eitt er, at gera slíkt vegna eina politiska hugsjón og eitt annað er, at ikki trúgva á eina tilvildarliga gudaveru. Men skiligt fyri apologetikkararnar, so er tað líkamikið, tí tey eru eins eftir teirra tykki. Vanliga er henda villan nevnd Association fallacy, men somuleiðis sum henda villan og mangar aðrar, ið er vanligi framferðarhátturin hjá trúarverjuni, so vera falskar tvístøður eisini teknaðar fyri at lýsa tann æviga dystin ímillum tað góða og tað ónda, sum átrúnaður hevur til siðvenju at prædika um. Men tískil grunda á tað, so tekna teir heimin svartan og hvítan, ella alt verður sett upp soleiðis, at mann fatar tað, sum trúgv ímóti gudloysi. Í orðum George Takeis; “Oh my!”.

Myndin vísur á eitt diagram har Association fallacy trupulleikin er opinlýstur; tí hóast A er innanfyri B, og innanfyri C, so er alt B ikki innafyri C. Føroyska trúarverjan hevur tann vana at siga øll B eru C.

471px-Venn-diagram-association-fallacy-01.svg

Tá ið tað verður umrøtt, at tað hava verið ymisk einaræði, ið hava framt ræðuleikar útfrá politiskum sjónarmiðum, sum nasistarnir í týsklandi, og kommunisman í øðrum londum. So er tað sjálvfyglja fyri føroyska trúarverju at tað er gudloysi, ið er orsøkin ella tað, at ikki trúgva á ein tilvildarliga guðaveru elvir til slíkar hendingar. Ja, og teir fáa allan heiðurin fyri slíkar niðurstøður. Gudloysi verður bólkað saman við tjóðskaparpolitikki og anti-semitisk sjónarmið og somuleiðis við ymisk onnur politisk ella filosofisk rák. Men harafturímóti um ein hyggur, at tjóðskaparørslum, so hava tey onki at gera við tí, at vera gudloysingur og umvent, og jødahatur hevur verið umfatandi kring evropa í 1700 ár orsaka av ymiskum øðrum grundum,  eittnú til dømis kristindómur, ið hevur havt lítlan trupulleika at tikið undir við tí. Týðiliga, so síggjast hesar høpisleysu og fávistkutu samanflettingar uttan grundarlag í veruleikanum aftur í føroyskari trúarverju og í teirra framferðarhátti. Rættari sagt, so er hesin hátturin ein ranglæra av veruleikanum, og um ein bert tekur sær fimm minuttir at lesa eina søgu bók ella eina alfrøðisbók um hesi ting, so fær ein røttu vitanina og akkurát tað umvenda, sum trúarverja lýsir við. Men tað tykist, sum um føroysk trúarverja hvørki hevur tíð ella ómak til slíkt og hetta er tað teir føroysku apologetikkararnir bjóða øðrum trúgvandi í føroyum, so jeg vóni at trúgvandi onkursvegna hugsa sær um áðrenn lygnin verður svølgd.

Jeg havi altíð verið áhugaður í orsøkum til eitt og hvørt fyribrigdi ella hugsunarhættum og eftir umhugsan síggi jeg tveir møguleikar eru fyri hví apologetikkarirnir gera soleiðis; møguliga er tað avnoktan av veruleikanum fyri at verja sína uppfatan av eini trúgv, sum er blivin í sær sjálvum teirra veruleiki og hvør við ikki verja sín veruleika? Men í hesum ein skeivur veruleiki. Møguliga er  tað bert ein spurningur um manglandi vitan um rákini og heimssøgu. Tað kann eisini verða ein samanfletting av báðum, ella hevur nakar eitt annað boð? Vóru 10 ár í skúla ikki nokk? Bert við at lesa eina tilvildarliga apologetiska grein í miðlunum, so sær ein at innihaldi er óærligt, ein avnoktan, og  í flestum førum ein long villa av eini grein við ongum viðgerðum ella nakað námind tí, ið kann tykjast at vera skilagóður framferðarháttur at lýsa eitt evni.

Men tað skilaleysa steðgar ikki har, á nei.. tí vísindi kemur fyri skotum eisini, sum eg nevndi áðrenn. Nógv tær somu grundgevingar og í framferðarhátturin fyri ræðuleikar, sum tey gudloysu eru rótin til, so verður tað eisini brúkt viðvíkjandi vísindi. Eftir hugsanini hjá teimum, ið umboða føroyska trúarverju er vísindi og vísindafólk, sum heild onkursvegna ómenniskjasligt, tí gud ikki er í roknistykkinum, og  opinlýst er tað, at gudloysingar umboða alt ov nógv innan vísindi. Samansvørjingar 1.1! Ífylgi trúarverju eru ástøðir innan alisfrøði og lívfrøði grundir til, at heimsins ræðuleikar vóru og vera framdar, og tað er tann stutta niðurstøðan. Men tað okkara apologetikkarir leggja fram verður tó sjálvandi ikki grundgivið fyri, men bert einføld tokutala, og tað tekur stutta tíð at finna útav, at tað, ið verður lagt fram er fullkomiliga burturvið.

Ein kann spyrja teimum hóast alt, um apologetiska heimsmyndin er verulig, so hví hugsaðu menniskju seg ikki um hetta áðrenn tey góvu Hezbollah vitanina um Relativitets Ástøði? Ella tóku vitan um Menningarlæru úr Norður Írlandi so ræðuleikarnir kundu steðgast? Ella søgdu nei við fólkið í gamla Jugoslavia, at tey fáa ikki vitan um læknafrøði, so okur sluppu undan teimum ræðuleikunum har? Ella vóru og eru øll tey fólkini, sum hava framt hesar ræðuleikar og framhaldandi gera so, ikki bara gudleysir nasistar?

Ella hví  eru tey mest sekulariseraði londini í heiminum saman við teimum, ið hava lutfallisliga flestu gudloysingar og agnostikkarar ikki einaræðir?

Tá ið kritikkurin ímóti vísindi verður førdur fram er tað oftast endurtøkur frá teimum, ið umboða annað hvørt Creationism og ID, tó tað veruliga so er lítil munur á báðum.  Men kritikkurin er undir ongum umstøðum viðkomandi kritikkur og tað er ein grund hví jeg ikki tími at nevna nakað dømi, tí tað er als ikki viðkomandi ella loysir nakað annað enn at lýsa fleiri misskiljingar, og harafturat liggur trupulleikin hjá tí, ið kemur við hesum sokallaða kritikki. Misskiljingar av ástøðum, misskiljingar av vísindarákinum, misskiljingar hvat vísindi inniber og hvat vísindalig ástøði merkir, tað er tað, ið verður lagt fram. Um ein persónur ikki hevur í minsta lagið grundsjónarmiðini røtt, so er kritikkurin óivað líka høpisleysur og skeivur. Ein kann royna at frágreiða teimum, at tað skal skiljast so og so, og at teir hava misskilt hatta og hetta men av tí, at trúarverjan hevur frammanundan tikið atlit til ranglærurnar vegna teirra uppáhald um guð, so er teirra niðurstøða vard av absolutistiskum grundum.

Ørvitistosið og tað ógrundgivna uppáhaldi frá apologetikkarum er nógv og somuleiðis skilaleyst í flestum førum men somuleiðis eitt afturvendandi fyribrigdi nú á døgum í miðlunum. Greinar við ongum haldi í veruleikanum, fákunnugt innihaldi, eitt ørgrynna av misskiltum rákum, og ein hurlivasi av rákum, ið ikki hoyra saman (øll B eru C). Villa aftaná villu! Vónandi eru tað skilagóð trúgvanid menniskjur, ið duga at síggja og skilja ímillum tí apologetikkarirnir leggja fram, tí tað er í stuttum ranglæra av nærum hvørjum bókstavi teir brúka! Men skelkandi nokk teljast tey, ið hava trýst á  “like” knøttin undir greinum teirra upp ímóti teimum hundrað, og eitt frálíkt tekin um at trúarverja hevur eitt “dumbing down” ávirkan á menniskju, ella tað kann skiljast, sum ágrýtni til at verja trúnna frá veruleikanum.

Ein skal hóast hetta verða ansin í, at ikki útiloka alt og blíva líka dogmatiskur í síni hugsan, sum tað ein ávarar um. Tí at sjálvandi skulu ymisk og øðrvísi ástøði og hugsanir hava møguleikan at prógva seg ella standa sín møguleika. Tí framburður innan vísindi og hjá mennisjum neyðturviliga inniber og krevur nýggja vitan, sum onkursvegna gongur ímóti tí, ið er viðurkend vitan, ella rættar uppá tað vitanina ein hevur frammanundan.  Soleiðis halda okur kjakið livandi og deila vitan okkra millum, ella tað endamálið við tí heila, ikki so? Men nýggj ástøði og øðrvísar meiningar hava tað ábyrgd og skyldu, at skulu kunna grundgeva útfrá veruligum tingum og próvførslum fyri at standa sína roynd og kanna um tað er sannlíkt, og ikki framhaldandi endurgeva misfatanir og fákunnugt róp um ymisk rák, ið hevur einki ítøkiligt samband við  hava hvørt annað ella veruleikan at gera. Ein grund hví ID og Creationisma til dømis verður bólkað, sum falskt vísindi. Tær ymisku ranglærurnar um umheimin, ið apologetikkararnir leggja fram hava bert tað endamál,  at villleiða tey trúgvandi til at hava eina ávísa fatan um eitt og hvørt evni, sum oftast er júst tann fatanin, sum rangstaddi frá veruleikanum apologetikkarin hevur.

Ein kann royna at spyrja og spyrja trúarverjuna um at gera tað, sum øll onnur skynsamt gera tá ið tey leggja eitt og hvørt fram, t.e. fyrst og fremst at grundgeva, frágreiða og vísa á, men eisini tað er uttanfyri teirra vit og skil. Endaleysar undanførslur, sum ein opinbart kann læra á skeiðum um trúarverju í føroyum, tí mær vitandi er tað tað einasta apologetikkarnir gera, ella møsna um gudloysi, og meðan rættiliga lítið verður gjørt burturúr at verja trúnna tvs. teirra uppáhald.

So, um tyðum vilja síggja reint ørvististos í føroyskum miðlunum, so glottar tað í av og á av tí høga mistantropiska trúarverju rópum – Føroysk trúarverja, vernd teirra, ið misskilja.

Hetta var lagt út 28 november, 2013 klokkan 10:41 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)