Hvat er gudloysi?

 

logoGudloysi í sínum uppruna týðing er frá tí Griska heitinum atheos, ið merkir uttan guð ella guðar. Grundleggjandi er tað tað, at ein ikki trýr uppá eina guðaveru ella fleiri, ella kann eisini skiljast, sum ein mangul ella frávera, at trúgva uppá eina ella fleiri guðaverur. Hetta er andstøðan til heitið theisma, ið merkir at trúgva og uppáhalda eina fleiri guðaverur, tó er gudloysi á ongan hátt ein mótstøða ella ímóti tí uppáhaldi. Bert tann støða, at uppáhaldi er ósannlíkt, ella tað at ein velur ikki at taka undir við tí. Har fylgir ongin læra ella lærusettningar við heitinum ella nakrar neyðturviligar fylgir.

Men tað kunnu jú eisini verða fleiri ymiskar grundir ella orsøkir til hví ein persónur er gudloysingur. Tað kann verða vegna manglandi prógv fyri eina gudaveru ella annað, men tað í sær sjalvum er ikki tað hetta skrivið er um.

Í tí áðurnevndu og einføldu fatan, so er gudloysi eina bert tann tilvitaða støðan, at uppáhaldi fyri eina ella fleiri guðaverur er ósannlík, og tískil er ein persónur gudloysingur. Ein kann eisini verða gudloysingur vegna eina ótilvitaða støðu um theistiska uppáhaldi, sum vil siga, um ein hevur ongantíð vitað um slík uppáhøld, so vil tann persónur verða gudloyingur tess vegna. Somuleiðis er tað tað, at ein hevur als ikki tikið nakrað ítøkiliga støðu til hvørt ein guðavera kann vera er til ella ei, ella um tað er sannlíkt ella ósannlíkt. Í stuttum tað at ikki hava tikið lut ella støðu til theistiska uppáhaldi. Tískil kann ein eisini verða gudloysingur.

Tað er her í at tað er opinlýst, at onki fylgir neyðturviliga at heitinum gudloysi og onki er frá tí, ella av tí somu støðu at verða gudloyinsgur. Hetta er ein trupulleiki, sum mong hava við heitinum gudloysi og um ymisk evni í kjaki við gudloysingar. Tað fylgir ikki neyðturviliga, til dømis, at ein gudloysingur skal halda Big Bang ástøði ella Menningarlæruna, ella nakað annað ástøði verða sannlíkt vegna teirra gudloysi, tí hesi eru hvør sær ymisk evni og hugtøk, ið hvørki leiða til annað, ella eru orsaka hitt. Einans er gudloysi tann støða ein kemur í vegna tað atlit ein hevur, ella tekur til tað theistiska uppáhaldi!

Her er tað týdningarmikið at skilja, at tað eru eisini óneyðugar týðingar av heitinum, sum sigast skulu vera antin sterkt ella veikt gudloysi, sum lagt verður afturat heitinum gudloysi, men sum í veruleikanum eru aðrar støður, hugtøk og uppáhøld, sum ikki hoyrir undir gudloysi.

Jeg sigi soleiðis tí jeg haldi at hesi eru bæði óviðkomandi og ikki í tráð við heitinum gudloysi og hvat tað veruliga inniber, og tess vegna er tað ein villa at málbera seg soleiðis í einum kjaki ella tá ið mann umrøðir hetta heiti. Til dømis, ein kann verða gudloysingur og hava tað uppáhaldi, sum sigur at ongin gudavera kann verða ella er til, og tað kann møguliga verða vegna teirra áðurnevnda gudloysi hava hetta uppáhaldi, men týdningarmikið er at skilja, at tað er eitt útilokandi uppáhald, ið ikki tilhoyrir heiti gudloysi, og er undir ongum umstøðum teirra gudloysi. Gudloysi hevur onki uppáhald, tí tað er eitt aftursvar til eitt uppáhald, og tað vil so siga, at tað er misvísandi at leinkja eitt tilvildarligt uppáhald at heitinum gudloysi.

Persónurin, ið sigur at ein guðavera ikki er til, uppáheldur eitt og hvørt ímóti theistiska uppáhaldinum, og um tað skal skiljast fyri tað tað er, so er tað ikki í tráð við atheos, men hevði heldur passað betri inn við heitið anti-theos. At siga anti-theos, er so aftur eitt annað heiti, ið inniber eitt uppáhald, sum gudloysi ikki átekur sær. Tí í stuttum er gudloysi í tráð við tí gamla uppruna heiti atheos, ið merkir uttan guð, ímeðan tað miskilta heitið anti-theos verður leinkjað til heiti gudloysi annað hvørt hvussu sterkt ella veikt ein tekur undir við anti theistiska uppáhaldi. Ofta verður heta leinkjað at orsaka av at theisma undanførur seg frá sínum uppáhaldi.

Mann sær eisini alt ov ofta fólk spyrja gudloysingar um at prógva ástøðir, sum til dømis uppruna alheimsins, men sum bæði er óviðkomandi og ikki tilhoyra undir heitinum, ella støðuni av at verða gudloysingur. Enntá spyrja um ting, sum gudloysi, sum heiti ikki uppáheldur men, sum er opinlýst eitt anti theistiskt uppáhald og støða. Enn víðari siga summi fólk at gudloysi hevur eina mongd av uppáhøldum, men vónandi vísur hetta teimum á tað heitið veruliga er. So, einaferð enn, ein persónur, ið er gudloysingur er tað vegna tað, at hava tikið eina støðu til theistiska uppáhaldi og tað merkir, at hann heldur tað uppáhaldi hvørt ein guðvera er til verða ósannlíka. Tann niðurstøða í sær sjálvum fylgir ikki, at gudloysingurin skal prógva hvussu alheimurin kom til grunda á sítt gudloysi.

Hetta var lagt út 13 november, 2013 klokkan 12:13 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Hvat er gudloysi?”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Føroysk Trúarverja – vernd teirra, ið misskilja Says:

    […] gudleysa støðan er, sum oftast fyri skotum hjá trúarverjuni, ella tað er nærmast tað einasta, sum skriva […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)