Miðflokkurin hevur syndað

mynd22Nú hava vit eitt átrúnaðarligt samfelag við einari fólkakirkju. Ið vit øll gjalda. Eisini er átrúnaðurin sjónligur í Løgtinginum. Og soleiðis er tað bara. Men hvussu hóskar átrúnaður saman við politikki ella saman við grundgevingum fyri ymisk mál, t.d. tað opinbart ævigt aktuella, tey samkyndu? Havi viðgjørt hetta fyrr, og haldi eg at tað hóskar illa saman. Men um eg, og fleiri við mær, halda hetta, hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til henda spurning um átrúnað og kjak um ymiskt. Hvussu skal ein mótargumenta tá grundgevingin eru skriftstøð úr Bíbluni?

Bíblian – trúgv ella sannleiki?
Fyrst mugu vit fáa staðfest, hvat er Bíblian? Er tað ein trúarbók ella sannleiksbók? Heb 11:1 kann geva okkum eina ábending: ”Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” Og flest øll vita at kristin vónað at koma í Himmalin. Søgufrøðingar hava eisini avvíst Bíbluna sum eina søgubók, sum eisini fleiri kristin hava gjørt.
Hetta vita vit, so hvussu seriøst skulu vit taka bíbluna? Sjálvandi skulu tey, sum trúgva, taka hana seriøst. Annars vóru tey ikki kristin. Sálmur 119 er longsti kapitul í Bíbluni, og er um lógina, altso skriftina. So einki annað kann væntast av kristnum. Bíbilan er vegleiðingin fyri einum góðum rættum lívi sambært Bíbliuni. Og tey sum ikki trúgva uppá Bíbluna? Sjálvandi hevur hon einki at siga fyri tey.

Politikkur
Hóskar so kristni í politikki? Tað er ein ævigur spurningur, sum tíanverri verður settur. Hann skuldi verið lættur at svara. Lat okkum hyggja eftir hvat upprunin til ”Kristin”dóm sigur. Ápostlasøgan 11:26 fortelur okkum at lærusveinarnir verða kallaðir ”kristnir”. Uttan iva er hetta avleitt av tí griska (meini eg tað var) ”Christus”. Kanska meint sum skemt, ella bara vanligt eyðknevni. Tey í Antiokia, hava hoyrt um Jesus, og so bara sagt, ”jamen tey líkjast Jesus og tað hann gjørdi”. Vìðari sigur 1. bræv Jóhannesar 2:6: ”Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.” Ikki smávegis krav! Bundin at hava somu atferð sum Jesus.

Og hvussu var Jesus so meðni? Hann var ikki blíður við fariserarnar. Hann bað hermenn verða nøgdir við løn sína. Hann, sum tann einasti reini vildi ikki steina kvinnuna í hori. Og hann segði við fariserarnar at keisarins skuldi hava sítt og Guð sítt, í sama setningi. Og eftir at hava spurt fariserarnar, hvørs mynd myntin var. Og her vistu fariserarnir eisini at menniskja er skapt í mynd Guðs. So hann gav teimum ikki loyvi til at gera ímóti keisaranum, tí at tað hevði verið at gjørt ímóti Guði. Og tað kann man ikki, ella???? Og hvat var tað síðsta boðið Jesus gav til lærusveinarnar? ”Farið út og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar.” Ongastaðni síggja vit at Jesus gav boð um politiskt arbeiði. Hann helt seg vekk frá mannfjøldum, so nógv sum hann nú einferð kundi. Sera ólíkt einum politikara. Og lærusveinarnir? Teir fylgdu hansara fordømi. Nýggja Testementi er boðskapurin um Jesu virksemi. Ápostlasøgan fortelur um virksemi hjá lærusveinunum. Tað einasta politiska var tá Saul søkti at teimum kristnu, áðrenn hann sjálvur gjørdist kristin. Saul (Paulus) sendi bert lærandi og vegleiðandi brøv til samkomurnar, og har leggur hann bert upp til at tey skulu líkjast Kristus, umframt líka at biðja fyri yvirvøldunum. Einki um at samfelagið má fyri Guðs skyld broytast. Opinberingin er ein dómur til samkomurnar, hvussu støðan er hjá teimum. Og so líka ein endaligan dóm yvir heimin, so tað taka vit til tað tíð. Einki, og eg endurtaki, einki gevur okkum nakra sum helst ábending um at kristin skulu krevja/ávirka beinleiðis samfelagið. Játtanin til kristindóm er almenn og persónlig, men boðið um at evangerlisera er persónligt og ikki politiskt!

Eg dømi!
Tískil loyvi eg mær at døma Miðflokkin til at vera syndarar. Miðflokkurin sigur í síni stevnuskrá: ”Miðflokkurin byggir sín politikk á meginreglur Bíbliunnar, setir Gud og Skaparan í hásætið og leitar hjálp og ráð frá Honum” og víðari sum fyrsta punkt í teimum 16 punktunum: ”at kristna lívsáskoðanin eyðkennir samfelagið”.

Og eftir at hava viðgjørt grundarlag fyri politikk í Bíbluni, mugu vit bara staðfesta at antin hevur Miðflokkurin ikki lisið Bíbluna og tikið læru Jesusar og lærusveinana til eftirtektar, ella heldur seg hava verða undantikin læru Bíblunrar. Ì navni fólkaræðsins, tí at tey eisini gjalda skatt og hava somu rættindi viðvíkjandi talufrælsi. Well, lat meg kunna tykkum: samkynd og aðrir syndara gjalda eisini skatt og hava eisini talu- og tíanverri avmarkað livifrælsið Miðflokksins vegna. Tí hevur Miðflokkurin synda. Miðflokkurin avmarkar lívið, sum ikki er eitt boð Jesus hevur givið. Jesus boðaði komu ríki Guðs til tey, ið vildu taka ímóti. Lærusveinarnir gjørdu tað sama og kravdu einki av samfelaganum. Tann einasti, ið kravdi nakað, var Paulus og tað var at hann ikki kundi húðfleingjast, sum rómverskur borgari. Og tað hevði einki sum helst við hansara trúgv at gera!

Hetta skrivið eg, fyrst og fremst um borgari í einum fólkaræði, síðani, ið ein fráfallin kristin. Vilja kristin grundgeva, skulu tey brúka Bíbluna, tí at tað havi eg gjørt og er snøgt sagt eingin onnur grundgeving. Samkynd og ”aðrir” syndarar gjalda eisini skatt.

Teitur Vágadal
Trúgvandi, tó fráfallin

Hetta var lagt út 22 november, 2013 klokkan 19:16 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)