Hækka støðið, harra Løgtingsformaður!

Mynd av EyðbjørnRetorikkurin, ella kjakið á okkara nú lágtvirda løgtingi, eigur at vera átalaður, og tað líka lágt og ófantaligt sum teir sjálvir hava lagt støðið.

Tað sum skuldi verða ein simpul og ússalig lógarbroyting, so at verulig fólk kunna búgva saman, og hava somu løgfrøðiligu rættindi sum onnur, bleiv til eitt vamlisligt og ærumeiðandi túnatos, á tí lægsta stigi gjørligt.

Tá løgtingsfólk, ið skula ganga undan at vera fólksins fyrimynd og verjar, eru farin at eyknevna ein minniluta sum ónattúrligur, ónormal ella sum nakað, ið ikki kann góðtakast á sama støði sum mann ikki góðtekur pedofilar, er støðið blivið so grunt og nalvapilkandi at bæði løgtingsformaðurin og løgmaður áttu at tikið ta einastu røttu avgerðina, og koyra alt til hús.

Tá mann ikki kann lýsa við einari erligari øl í miðlunum, men samstundis kann sverta ein minniluta til uppá tað grovasta, vísur tað at  okkurt er lallandi galið við raðfestingini hjá tí lóggevandi valdinum. Og um sama lóggevandi forsamling av regulerum mogghøvdum púra greitt melda út, at mann hevur ikki í sinni at geva einum minniluta somu løgfrøðiligu rættindi sum tann breiði meirilutin, hevur løgtingið ikki bara spælt fallit, men eisini víst í verki, at mann hevur misfata sína uppgávu sum lóggevandi vald.

Eitt fólkaræði útinnur sítt vald OG tekur atlit til minnilutarnir í sama fólkaræði. Tað, sum áðurnevndu mogghøvd hava misfata sum fólkaræði, eitur í veruleikanum fleirtalsræði. Til tey forvitnu eitur tað á enskum ochlocracy.

Allar tær reyðu lampurnar, ið benda á eitt fleirtalsræði, ikki bara lýsa, men tær blinka. Summar av perunum eru langtsíðani brostnar.

Meðan løgtingsmenn púra óhindraðir úttala seg um, hvat teir meta er náttúrligt og rætt, eru uppaftur aðrir, sum ikki so frægt taka orðið og grundgeva fyri sínum orsøkum at vilja eksludera ein lutfalsliga stóran minniluta løgfrøðiliga. Í báðum førum skuldi løgtingsformaðurin av sínum eintingum tikið málið av skránni, bæði tí at grundgevingarnar vóru ósakligar og grunnar, og fyri ein stóran part manglandi – men eisini tí hann hevur eina ábyrgd at halda og viðlíkahalda eitt ávíst støði á okkara nú vanvirda løgtingi.

Bæði Løggi og hatta hálvtóma úr Fuglafirði skula nú liva við, restin av teirra lívum, at meðan teir høvdu møguleikan at gera nakað fyri at bara halda støðið á løgtinginum, so lótu teir støðið lækka nakað so grunt, at tað er vamlisligt. Tað fer at taka ættarlið at byggja bara kjakstøðið upp til nakað nøkulunda hampuligt aftur. Har ganga børn og halda, tað er í lagi at kalla samkynd fyri ónattúrlig og ónormal. Hvat fanin líkist tað?

Heldur lækkanin av støðinum á, skula vit venja okkum við sovornar greinar í miðlunum sum hesa, tí at okkurt foreldur hevur fingið tað inn í høvdið, at sexualitetur er bara nakað mann velur, og tað kann opinbart eisini fráveljast. Og enntá bukast úr einum smábarni. Tað siga tey á løgtinginum, útvarpinum, sjónvarpinum og bløðunum. Tað má verða okkurt um tað tá, ha?

Hvar er vanligur fólkasiður blivin av í hesum sambandinum? Sjálvt Tobbi klárar at lata vera við at banna í miðlunum, sjálvt um tað er líka so vanligt hjá honum at banna, sum tað er hjá skotum at skoyta fuck og fucking inn í hvønn einasta setning. Um hesi mogghøvdini høvdu eina nøkulunda hampuliga uppdragilsi, so høvdu teir ikki brúkt sovornar vendingar um nakran – og so slett ikki alment og yvirhøvur ikki á løgtingi. Meginparturin av mogghøvdunum ditta sær at klæða seg í klædning og føra seg fram sum hampafólk, tá teir í veruleikanum áttu at gingið í selabuksum, einum skitnum keppi og tugt skrá sum ein annar redneck í suðurstatunum.

NB! Hesin bloggur er skrivaður við somu vantandi virðing fyri fólkið generelt og manglandi fólkasiði, ið verður vístur og brúktur á løgtinginum, í miðlum og í kringvarpinum. Eg gangi bara út frá, at tað heldur ikki verður átalað í mínum føri. Eg eri hvørki fólkavaldur ella nøkur fyrimynd fyri almenninginum, so egentliga havi eg onki at liva upp til, í mun til tey fólkavaldu mogghøvdini.

Velur tú at átala mítt orðalag, krevji eg at fáa eina góða grundgeving fyri, hví tú góðtekur tað sama hjá teimum fólkavaldu samstundis. Annars velji eg sjálvsagt, at gera tað sama sum ein annar bólkur á tingið: at ikki grundgeva sakliga.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 1 apríl, 2014 klokkan 17:21 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)