Tað æviga kjakið.

Orsøkin til at eg ikki havi bloggað í langa tíð, er at eg fyri tíðina, havi havt trupulleikar við at seta orð á, ella “formidla” hvat ta­ð er eg hugsi um religión, gudloysi og tað sum tilhoyrir. Nú havi eg skjótt búð í Keypmannahavn í 4 ár og ígjøgnum hesi 4 árini, hevur ávirkanin av religión á meg og tey rundan um meg, havt minni og minni at sigað. Tað ljóðar kanska egoistiskt (uppá ein ordiliga sovorðnan modernaðan keypmannahavnara máta), men tað hevur simpelthen ikki verið relevant fyri meg. Skipanin í Danmark er jú rúkandi sekuler, sjálvt um kristindómur enn er stats-religiónin. Tað er ikki ordiliga nakað, sum religión sleppur at forpurra her, uttan at samfelagið ger vrøvl um tað. Her ræður ein humanistisk mótstøða ímóti diskriminerandi svínaríi, sum tað føroyska samfelagið veruliga kundið havt gott av.

Eg fari so ikki at viðmerkja hjúnarbandsmálið í hesum blogginum, annað enn at siga, at teir fólkavaldu politikarnir hava við teirra atburði, veruliga víst seg sum eistraleysar Miðfloks-tíkir.

Eg fari heldur at viðmerkja tað generella kjakið ímillum trúgvandi og vantrúgvandi. Og her meini eg ikki við tey trúgvandi fólkini, ið hava eitt avslappað forhold til sína religión og síggja hana sum nakað persónligt. Her meini eg við tey trúgvandi ið halda at tað er í lagið at útihýsa minnilutabólkum, vanvirða demokratiið, demonisera og fordøma ólíkum, hótta børn sum vaksin og bera seg at sum forkelaðir møgungar í einum alt ov lagaligum samfelagið.

Eg eri so evindaligani troyttur av at kjakast um ateismu vs. religión á Facebook og aðrastaðni á netinum, tí tað øgiliga sjálvdan førir nakað sum helst gott við sær. Man kemur ongantíð frá einum tráði, við einari góðari kenslu. Heldur fer man illsintur í song og liggur í andvekri, tí man heldur man skal finna uppá okkurt snilt aftursvar. At onkur tekur feil á internetinum er jú frustrerandi av hundanum til. Vit skulu loysa allar heimsins trupulleikar her á the interwebs. Nei, eg vil heldur lova øllum egghøvdunum, at skriva langt úti lesarabrøv, diskriminerandi, fordømandi greinar, nalvapilkandi bloggar, hvat enn so teir hava hug til. Tað er tann frægasti mátin at skilja klovnarnir frá siðafólkunum: Lat teir útstilla seg sjálvan. Eg sigi ikki at hesir ikki skulu verða útsettir fyri kritikki í almenna rúminum, bara tað at teir skulu sleppa at vísa hvat teir standa inn fyri.

Við hjálp frá mínari damu, sum er BA í retorikki, havi eg innsæð nakað týdningarmikið við hesum “gudsforladta” kjakinum. Vit eru opinbart bert ó fólk ið rópa í gronuna á hvørjum øðrum.

Tað er nakað ið eitur “stemmusamlandi” argumentatión og “stemmuflytandi” argumentión. Tann stemmusamlandi er tann sum styrkir ein felagsskap í onkrum tey longu er lutfalsligani samd um. Tann stemmuflytandi er tann, ið hevur eginleikan at sannføra fólk um okkurt nýtt, sum tey kanska ikki vóru samd um áðrenn. Um argumentatión er stemmuflytandi ella stemmusamlandi, er sera tengt at heimildunum talarin tekur støði í. Síggja tit; at Bíblian er tann ultimativi sannleikin er ein valid heimild fyri nógv fólk, ja, men ikki fyri øll. Man má ganga útfrá, at tá ein diskuterar út frá tí heimild, at tað sum stendur í Bíbluni er satt, kann viðkomandi ikki sannføra onkran ið ikki trýr uppá Bíbliuna, um nakað. Tann heimildin er til dømis ikki góðkend av einum av aðrari trúgv enn kristindómi. Tí eru argumentini ikki valid fyri tey fólkini (síggj stemmuflytandi). Argumentini kunnu tó styrkja tí sannføringina fólk hava, ið longu eru samd um at Bíblian er ein valid heimild (síggj stemmusamlandi). Fyri tey, eru argumentini tískil eisini valid.

Longu her stoyta vit inn í ein trupulleika, tí vit hava við tvær heimsuppfatanir at gera, hvørs heimildir at kjakast út frá, eru langt frá tær somu. Ein gudloysingur kann til dømis heldur ikki sannføra ein trúgvandi um at homoseksualitetur er náttúrligur, tí “belæg’ið” fyri tann pástandin er, at tað síggja vit í øðrum djórum. Tað vil siga heimildin er, at menniskja er eitt djór. Tað er ikki ein valid heimild fyri (flestu) trúgvandi. Tí burdi diskussiónin faktiskt enda har, ella skift kós soleiðis at man diskuteraði útfrá somu heimildum. Tað er nemliga ikki bara sum at siga tað, at broyta sannføringarnar hjá øðrum, tá tað kemur til heimildir. Tað er nakað hvør einstakur sjálvur má taka støðu til.

Eitt gott kjak eg hevði:

Eg: “Tað er nokkso snilt at vit hava uppfunnið eitt krem at verja okkum ímóti strálunum frá sólini. Vit eru sanniliga komin langt frá tí at vit hingu uppi í trøðunum!”
Hann: “Ja, tað er óluksáliga snilt, men eg komi fanime ikki frá nakrari apu!!”
Eg: “Heldur tú ikki tað?”
Hann: “Um vit koma frá apum, nær verður so tann næsta apan til eitt menniskja?!”
Eg: “Ehm… Skalt tú ikki bara hava eina øl aftrat?”
Hann: “Jú for helviti! Skál!”

Her visti eg beinavegin, at um kjakið skuldi vera á einum so banalum støði sum hesum, so mátti argumentatións modellin vera ein onnur enn:
Argument: Sólkrem er snilt.
Belæg: Menniskja er snilt.
Mín heimild: Evolutión er snild.  / Hansara heimild: Guð er snildur.

Tað er eitt risastórt lop frá at tosa um hvussu snilt sólkrem er, til at royna at fáa greiði á hvussu evolutión fungerar. Eg dugi at síggja nú, at eg kundi gjørt mítt til at fingið hansara heimild at verðið: “Guð er snildur, sjálvt um hann hevur gloymt at syrgt fyri at sólin ikki roynir at drepa meg.” Tað hevði í øllum førum verið ein byrjan til, at fáa hann at síggja hvussu smøl ella “snæver” hansara heimild var.

Tað eru tó heimildir ið heimurin meiri ella minni hevur góðtikið sum universellar. Kvinnur eru líka nógv verdar sum menn, øll menniskju hava rætt til frælsi, øll menniskju hava trúarfrælsi, øll menniskju hava rættin til at elska og liva saman við tí tey ynskja, o.s.fr.. Argumentatión ið er bygd á slíkar heimildir, er bæði stemmusamlandi og stemmuflytandi, tí hesi umboða virðing fyri báðum kynum, rættvísi, virðing fyri ymiskleika, næstakærleika og solidaritet.

Eitt annað áhugavert retorisk fyribrigdi, er “second persona”, ið snýr seg um at hyggja at hvat tað er ein talari sigur, og útfrá innihaldinum royna at lýsa móttakaran. Hvørji eru tey fólkini ið hetta er ætlað til? Hvar í samfelagnum, síggja vit tey individini ið eru samd við hesum? Avspeglar “second persona” hvør talarin er? Í okkara føri – sum er “ateisma vs. trúarverja” ella “diskriminatión via átrúnaðarligt sjálvrættvísi vs. humanistisk sekularisma” – er tað ofta vit síggja avspeglingar av sjálvrættvísi í tí ymiska atrúnaðarliga tilfarinum (um man nevnir tær observatiónirnar tó, so verður man ákærdur fyri ótolsemi og allan tramanskap, men tað er so nakað heilt annað). Tað jaliga við hesum úttalilsunum er, at jú meiri tær verja trúnna við sjálvrættvísi, og jú meiri desperatar hesar vera, paralelt við veksandi ørskapinum á talarunum, jú meiri avstand taka fólk frá tí. Tí virkar hetta stemmuflytandi á øvugtan hátt, við at færri og færri fólk tíma at verða sett í samband við slíka hugsjón og atburð.

Eg haldi at man skal lata tær tómu tunnurnar larma so galið tær vilja, tí avleiðingarnar eru í síðsta enda jaligar. Kanska ikki so nógv fyri tunnurnar sjálvar, men fyri restina av okkum. Tað náttúrliga gongdin av hesum vil nokk vísa seg, at ótolsemi og ørskapurin verður køvdur.

Tá alt tað so er sagt, so vil eg líka minna á, at tað framvegis er týdningarmikið hjá ateistum at royna at hava eina so sterka, rættvísa og siðaliga rødd sum gjørligt. Vit hava eisini ein tendens til at bara kalla fólk idiotar, um teirra heimildar eru idiotiskar í okkara heimi. Tær eru ikki neyðturviliga idiotiskar í teirra heimi. Um vit fáa vinklað okkara argumentir soleiðis, at tað ikki bara er eitt álop á tey kristnu, men heldur á teirra heimild; so haldi eg vit eru væl á veg. Tað eru nógv fólk hvørs heimildir eru pressaðir niður í høvdið á teimum frá barnsbeini av og eru tí offur fyri indoktrinatión. Tað er eisini ein ábyrgd frá okkara síðu av, at vissa hesi fólkini um, at tað er onki galið við at hugsa sjálvur, at helviti ikki er til og at tey kunnu vera frí frá at vera sett í samband við sjálvrættvísi, hyklarí og bara generelt svínarí, um tey vilja.

Merki: , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 4 apríl, 2014 klokkan 16:48 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)