Hitler og Jesus

Eg havi hugsað um eitt point í eina tíð, og tað fari eg at illustrera við eini nokkso víðgongdari samanbering. Hendan samanbering er ikki meint sum ein niðurgerð av tykkara profeti, men er útilokandi fyri at draga argumentið út í tað ekstrema, fyri at vísa hvussu skeivt tað er. Og tað at gera tað ekstremt, merkir ikki at tað missur validitet.

Tveir persónar sum vit eru áhugaði í; ein lækni og Hitler, liva á Jørðini samstundis. Og vit ætla at kanna hvør sleppur í himmalin.

Fyrri persónurin er lækni. Hann hevur lisið í 23 ár tilsamans, útilokandi fyri at blíva kvalifiseraður til at viðgera og hjálpa okkum vanligu fólkum. Hann hevur brúkt alt sítt lív uppá at hjálpa fólki, og hevur uttan undantak, altíð roynt at gera tað hann heldur vera best fyri fólk. Problemið er bara, at hann trýr á ein annan, ella ongan, Gud.

Hin er Hitler. Hann er katólskt uppdrigin og hevur, sum vit øll vita, verið atvoldin til, at óendaliga nógv ósek fólk hava lati lív. Ikki tí at hann yvirhøvur hevði rætt at lata nakran sekan lata lív, men í síni deyðsløtu angraði hann veruliga sínar illgerðir og góðtók Jesus sum sín persónliga frelsara. Hann angraði alt tað hann hevði gjørt, og bað várharra um fyrigeving.

Vissi vit góðtaka at kristna trúgvin er lýsandi fyri okkara veruleika, fáa vit so hetta úrslitið:

Læknin endar í helviti!

Hitler endar í himmalinum!

Vissi hatta er tín trúgv, havi eg onki álit á øllum hinum moralsku avgerðunum hjá tær. Eg kann bara siga: fý for heitasta!

Hetta var lagt út 14 juli, 2014 klokkan 21:49 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)