Svar til ósømiliga lesarabrævið hjá Jógvani á Lakjuni

heiniGóði Jógvan,

Eg skilji á lagnum, at mín tilvera aleina hevur skakað teg inn á bein. Tú skrivar (í tínum lesarabrævi 10. juni) um títt máttloysi og tína undran á, hvat tað er, sum hendir í okkara samfelagi, millum annað tí at útvarpið gav mær høvi at siga meg ikki trúgva á tín Guð.

Eg kann ímynda mær, hvussu tú hevur tað. Eg var sjálvur kristin einaferð, og tá ræddi tað meg, at onnur menniskju kundu finna upp á at venda Guði bakið. Eg óttaðist teirra vegna, tí í mínum hástóra fordómssinni ímyndaði eg mær, at tað ikki bar til at liva eitt gott og lukkuligt lív uttan Guð – fyri ikki at tala um tað, eg ímyndaði mær mundi henda eftir lívið! Eg var, tá eg hugsi aftur, í grundini ikki ein serliga sømiligur ella moralskur persónur, tá eg hevði slíkar vanvirðandi tankar um mín næsta, einans tí hansara trúgv víkti frá míni egnu. Eg var ov stórlátin at halda meg hava einkarætt upp á sannleikan um alheimsins ytstu duldarmál og at halda, at øll, ið vóru ósamd við mær, tískil mundu liva fátækslig og lítisverd lív.

Mín broyting í átrúnaði førdi tískil eisini við sær eina broyting í hugburði. Eg haldi meg ikki longur vita betri enn øll onnur, og eg haldi ikki, at fólk, ið eru ósamd við mær um aldargamlar ósvaraðar spurningar, eru óhugnalig undirmenniskju. Eg trúgvi ikki longur upp á Guð, men eg haldi meg kortini ikki vita við vissu, at Guð ikki er til. Tá eg enn var kristin kendi eg meg hinvegin fullvissan í, at Guð var til.

So hóast eg við besta skynsemi meti mína núverandi støðu vera rætta, so kann hetta broytast, um eg í morgin renni meg í eina haldgóða próvførslu fyri, at Guð er til. Eg kundi tí ikki longur droymt um at noyða míni sjónarmið niður yvir onnur. Tær meiningarnar, eg havi, hevði eg ikki havt, um eg ikki helt tær vera rættar, men eg viðurkenni nú – í mun til tá eg var kristin – at eg ikki eri nakar lýtaleysur gudur. Eg eri einans eitt menniskja, ið – sum øll onnur menniskju – kann taka feil.

Tá eg greiði frá mínum sjónarmiðum, royni eg tí altíð at vera fryntligur, høviskur, sakligur og, ja, enntá sømuligur. Eg veit sostatt ikki, hvat í allari verðini eg kann hava sagt í útvarpinum, sum gjørdi, at sjálvur løgtingsformaðurin kendi seg noyddan alment at kalla meg ein ágangsmann ímóti samfelagsins grundsúlum, ein vanvirðara av Føroya tryggleika og virðsgrundarlagi og eitt dømi um ósømiligheit og ósið, sum er við til at rota samfelagið innanífrá!

Álvaratos Jógvan! Um eg í útvarpinum av óvart havi sagt, at eg ætlaði mær at eta títt yndisslips ella at trampa á tínar havarabarbur í píkastivlum, skal eg hjartans gjarna biðja teg so miriliga um umbering. Um eg hinvegin einans eri sekur í at vera opin um mína vantandi undirtøku fyri tínum átrúnaði, haldi eg kanska, at tú átti at mint teg sjálvan á, at hóast eg ikki atkvøddi fyri tær, so ert tú tó eisini mín løgtingsformaður. Sært tú, eg trúgvi eisini upp á ta moralsku ábyrgdina, tú sigur teg standa fyri; og eftir mínum tykki umfatar tann moralska ábyrgdin eisini, at okkara fólkavaldu virða ikki bert sínar veljarar, men allar landsins borgarar. At teir kenna sær eina skyldu fyri øllum íbúgvum í landinum uttan mun til teirra átrúnaðarligu meiningar ella kynsliga samleika. Tá tú frá tínum høga politiska sessi velur at spilla føroyskar minnilutabólkar út við ógrundaðum ókvæmisorðum, síggi eg ikki ein mann, ið gongur inn fyri moralskari ábyrgd; eg síggi einans ein óvita í einum skúlagarði, ið dámar at happa tey veiku.

Tú spyrt í tínum lesarabrævi, hvar vit eru á veg? Tá eg síggi lesarabrøv sum tíni, eri eg stúrin fyri okkara framtíð. Tó livi eg í vónini um, at vit eru á veg ímóti einum samfelagi, har allir borgarar hava javnrættindi sambært lógini uttan mun til húðarlit, kyn, politisk sjónarmið, átrúnaðarligar meiningar ella kynsligan samleika.

Eg vóni, at vit eru á veg ímóti einum føroyskum samfelagi, ið vrakar sítt gamla ótolsemi, sítt snævurskygni og sína vanvirðing fyri øllum føroyingum, ið ikki eru “sum man eigur.”

Eg vóni, at vit eru á veg ímóti einum rúmsáttum samfelagi, ið gevur pláss fyri øllum at liva í frælsi og friðsælu, har ongin mismunur valdar, og ongin verður vanvirdur ella niðraður av sínum politikarum.

Í stuttum vóni eg, at vit eru á veg ímóti sømiligheit og moralskari ábyrgd.

Heini Reinert,
føroyskur borgari og “sokallaður” gudloysingur

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 15 juni, 2015 klokkan 13:38 og er goymt undir bloggupostar, Lesarabrøv. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

5 svar to “Svar til ósømiliga lesarabrævið hjá Jógvani á Lakjuni”

  1. Guðrið Says:

    Væl skrivað, Heini 😉

  2. Petur Kirke Says:

    Tað er óiva ymiskt, hvussu fólk meta um tingini, og alt eftir hvørjar meiningar ein sjálvur hevur sjálvandi, og júst hvat tað er, sum tú roynir at siga, er mær eitt sindur torført at skilja.
    Tað tykist mær, sum at poengi – ella prikið – skal vera, at tú ella gudloysingar eru meiri moralskir enn Jógvan og tey kristnu ?
    Men eg haldi, at alt tað, sum tú pástendur peikar aftur á teg sjálvan.

    Tú sigur, at Jógvan “spillir út føroyskar minnilutabólkar við ógrundaðum ókvæmisorðum”.
    Nú er tað ein stórur spurningur, hvat í er ein minnilutabólkur í Føroyum, um tað er ateistar, samkynd ella kristin.
    Hetta kann í hvussu er diskutterast. Og eisini, hvør í kemur undir “tey veiku”.
    Føroyar er jú ikki tað sama, sum tað einaferð var.
    Men um ein hevur fylgt við á Facebook síðuni hjá Ateistunum, so er tað júst hetta, sum fer fram í stórum málistokki, nemliga útspilling og/ella happing av teimum kristnu. Eg sigi ikki, at TÚ gert tað, men nógvir av tínum undirsáttum gera tað javnan, og finna frægd í hesum.

    Tú brúkar sama taktikk, sum LGBT plagar at brúka, nemliga roynir at billa nógvar lygnir/propaganda niður í fólk, sum t.d. at Jógvan (og/ella kristin) ikki ynskja javnrættindi, at kristin halda seg vera fullkomin, ikki eru opin, hava fordómar, eru vanvirðislig, noyða meiningar yvir onnur osv. Ja, tú ert óiva samdur við teimum, sum halda, at vit skuldu búð í Iran, sum ofta verður nýtt sum eitt ræðudømi.
    Jú, eg eri væl vitandi um, at SUMMI kristin kunnu hava eina slíka atferð, men tað kunnu so SANNILIGA eisini SUMMIR gudloysingar hava, og annars fólk innan allar trúgvir. Tað merkir tíbetur ikki, at ØLL ella meirilutin hevur ein slíkan hugburð.
    Og tað, at tú – tá tú vart kristin – hevði so stórar fordómar, vart vanvirðisligur, royndi at noyða tínar meiningar yvir onnur, ja, tað kanst tú ikki geva okkum kristnu skyldina fyri. Tað má standa fyri tína egnu rokning.
    Tað er hvørki mín skyld, samkomunnar skyld ella Guds skyld. Tí tað er ikki slíkt, í vit byggja á.

    Tú sigur eisini, at tú ert so sera opin, men tey kristnu eru fullvís í, at Gud er til. Hetta er nakað møsn. Nógv kristin ivast, og tey allar allar flestu hava í hvussu er onkuntíð ivast.
    Og at kristin eru meiri lukkaði enn onnur, er eisini nakað møsn. Hvørt tú ert opin fyri ørvísi hugsandi hevur so avgjørt onki at gera við, um tú ert kristin, buddhist, islamistur ella gudloysingur. Allar hesar trúgvir finnast í nógvum ymiskum variantum.

    Jógvan hevur fullan rætt til at siga sína meining, og at hann er løgtingsformaður, tað er eitt fakta.
    Eg eri 100 % yvirbevístur um, at Jógvan ikki ætlar at tvinga nakað yvir nakran.
    Tað er stórur munur á, at siga sína meining, og at vera ein diktator.
    Eg føli meg tryggan við monnum sum Jògvani í landsins leiðslu, men eg óttist stórliga, um gudloysingar fáa ræðið í landinum.
    Søgan hevur víst, at allastaðni har hetta hendir, vera fylgjurnar katastrofalar. Tú kanst pástanda, at gudloysingar kunnu hava sama moralska støðið sum kristin – ella hægri, men tit hava onki fundamentalt at byggja tykkara moral á. Vit hava bíbliuna sum ein tryggan grundarstein. Og moralurin, sum TIT í dag brúka, byggir eisini 90 prosent uppá bíbliuna, tí tað er tað, sum tit eru uppvaksnir í. Tit síggja tað bara ikki.
    Tá tit hava blaka bíbliuna burtur, tá vera tað bara tit sjálvi (menniskju) sum koma at definera hvat er gott og ringt, og tá koma tit at síggja tær vanlukkuligu fylgjur, sum hetta hevur við sær.
    Tað er hetta, sum Jógvan ynskir at ávara ímóti og mótmæla um.

  3. Jón Joensen Says:

    Ósømiliga væl svarað, Heini! :)

  4. Jón Joensen Says:

    …og Petur… Tú hevur júst prógvað at Heini hevur rætt.

  5. Petur Kirke Says:

    really ? Hvar akkurát prógvaði eg tað ?

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)