Yvirlit yvir svarini higartil

Capture

Yvirlit yvir svarini, vit hava fingið higartil til okkara spurnarrundu um politisk mál innanfyri sekularisering og trúarfrælsi. (Trýst á myndina fyri at síggja eina størri útgávu.)

Myrkagrønt ja merkir at arbeiða fyri broyting. Ljósagrønt ja merkir ja til at atkvøða fyri broyting. Ljósareytt nei merkir nei til at atkvøða fyri broyting. Og myrkareytt nei merkir at arbeiða ímóti broyting. Undantakið er sjálvandi spurningurin um samgongu við Miðflokkin, sum sjálvandi er ein einfaldur ja/nei bonusspurningur. Miðflokkurin fær sjálvandi automatiskt ja til samgongu við Miðflokkin.

Hvítt spurnartekin merkir at valevnið antin noktaði at svara uppá spurningin, ikki kendi seg ført fyri at svara ella svaraði uppá ein máta so at tað ikki bar til at tulka svarið sum “ja” ella “nei.”

Tess myrkagrønari eitt valevni ella ein flokkur er, tess meir sekulert. Tess myrkareyðari eitt valevni ella ein flokkur er, tess minni sekulert.

Higartil er mest sekuleri flokkurin Javnaðarflokkurin, og minst sekuleri er sjálvandi Miðflokkurin.

Er títt valevnið ikki á yvirlitinum? Kundi tú hugsað tær at vitað, hvat hann ella hon heldur um hesi málini? Send teimum endiliga eini høflig boð og bið tey svara okkara spurningum. Vit útgeva øll svar.

Gevið gætur! Hetta er einans ætlað sum ein skjót og einføld heildarmynd. Smálutir og gradsmunir blíva av neyð burtur í heildarmyndini, og tískil hava vit eisini útgivið fullfíggjaðu svarini her á okkara heimasíðu.

Merki:

Hetta var lagt út 26 august, 2015 klokkan 17:17 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)