Bárður Kass Nielsen hevur svarað!

bárðurHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Bárður Kass Nielsen svarað (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Nei, fari at atkvøða ímóti broyting

(Um fólkaskúlalógina) Kenni ikki nóg væl hesa lóg, so eg havi ikki ætlanir í verandi løtu at arbeiða fyri broyting av hesari Haldi ikki sjálvur at fólkaskúlin uppalir børnini at vera kristin. Men kristniundirvísing er ein nátúrligur partur av undirvísingini, tá vit liva í einum landi, har kristna læran hevur verið og framvegis er ein sentralur partur av, hvussu vit uppfata okkum sjálvi og samfelagið rundanum okkum.

(Um halgidagslógina) Tað gera tær í stóran mun í dag, so eg síggi ikki týdningin í at gera broytingar her.

(Um hjúnabandslógina) Mín fatan er, at hjúnarlagið er millum mann og kvinnu. Eg havi tí ikki ætlanir um at leggja uppskot fram um at broyta í hjúnabandslógini

(Um fosturtøkulógina) Mín fatan er, at fostrið er eitt individ, ið hevur rætt til at liva. Eg haldi tí ikki at vit skulu opna upp fyri at tað skal gerast lættari at fremja fosturtøku

(Um fólkakirkjuna) Fólkakirkjan byggir á krisna grundarlagið. Hetta er okkara mentanararvur, og er við til at definera okkara tjóð til tað sum tað er. Hetta er nakað vit eiga at verja um og varðveita Nýtt Sjálvstýri plagar ikki at útiloka nakran áðrenn samgongusamráðingar, og tað fara vit heldur ikki at gera hesaferð

svar bárður

Hetta var lagt út 30 august, 2015 klokkan 23:58 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)