Hans J. Hermansen bar seg undan at svara

Hans J. HermansenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Hans J. Hermansen (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

Tøkk fyri fyrispurningin.

Sjálvstýrisflokkurin er ein sosialliberalur sjálvstýrisflokkur á kristiligum grundarlagi. Spurningurin ella málið, tit viðgera, er ikki bara svart ella hvítt, soleiðis sum tað er lagt upp til við tykkara spurnarblaði, men nógv djúpri til, at tað kann svarast við at seta krossar fyri spurningunum. Tað krevur og hevur uppiborið nógv gjøllari viðgerð í mínum eygum.

Við virðing fyri hasum málinum síggi eg meg ikki føran fyri at svara í hesum sambandi. Vónandi skilja og góðtaka tit svar mítt.

Virðingarmest,

Hans J. Hermansen, valevni á lista D

Merki:

Hetta var lagt út 26 august, 2015 klokkan 11:26 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)