Jóna Mariusardóttir Mortensen hevur svarað!

Jóna Mariusardóttir MortensenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Jóna Mariusardóttir Mortensen (Sambandsflokkurin) svarað.

(Um hjúnarbandslógina) Havi fulla respekt fyri øllum fólki, óansæð hvat tey eru ella hvat tey trúgva. Tað er ikki mín uppgáva at døma nakran. Men tað vildi verið skeivt av mær at stemma fyri at tvey av sama kyni skulu kunna giftast. Tí tað hevði verið fyri at “behaga” so eg má verða trúgv ímóti mær sjálvari.

(Um fosturtøkulógina) Haldi um tað er talan um neyðtøku, so kann mann ikki tvinga eina gentu at ganga við einum barni. Men eg eri ikki fyri fríðari fosturtøku.

(Um samgongu við Miðflokkin) Ja.

Trúðarfrælsi má absalut verða tað sum er og verður galdandi. Men tá vit tosa um religión og politik, er ringt at gera við, haldi eg, tí man tekur avgerðir her í lívinum eftirsum man er og út frá tí “fundamenti” man hevur bygt sítt lív á. Tankar, meiningar gerðir alt er jú inngrógvið út frá hvat tú stendur á, also tín plattform. Tí er ringt at halda politikk og trúgv frá hvørjum øðrum, tí tað vil so ella so “lita” teg óansæð um tú ert frítonkjari, muslim, hindu kristin o.s.fr.

Jóna Mariusardóttir Mortensen

Jóna Mariusardóttir Mortensen

Merki:

Hetta var lagt út 24 august, 2015 klokkan 22:38 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)