Martin Pauli Jacobsen hevur svarað!

Martin Pauli JacobsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Martin Pauli Jacobsen (Sambandsflokkurin) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Nei. Eg haldi at religión er ein privat ting ið ikki viðkemur nøkrum øðrum. Ta er ongin grund at háða nakran vegna hansara religión. Vit hava ikki brúk fyri at øsa tingini upp við um religión hjá onkrum er røtt/skeiv.

(Um fólkaskúlalógina) Mær vitandi undirvísur fólkaskúlin í religión. Ta er ongin lærari ið tvingar næmingar at verða kristnir. Eg síggi ikki nakað problem at kristni far flest tímar. Børnini velja sjálvi tá tey verða eldri. Eg havi einki ímóti at børn hava morgunsang. Um for ynskja at teirra barn ikki skal hava morgunsang, so tey um ta.

(Um halgidagslógina) Ja og nei. Ta er ongin grund at provokera bara fyri at provokera.

(Um hjúnabandslógina) Ja sjálvandi.

(Um fosturtøkulógina) Eg gangi inn fyri fríðari fosturtøku. Kvinnan kann hava ta síðsta orði.

(Um fólkakirkjuna) Nei. Eg eri ikki ein trúgvandi persónur, men eri limur í fólkakirkjuni. Tey tingini ið eg ræðist mest av øllum er religiøsur og tjóðskaparligur galskapur tá fólk sløkkja sín heila. Ein rúmlig,tung, hóvlig fólkakirkja er best kortið at kortslutta religiøsan galskab í hesum samfelagnum. Eg tori tí ikki at seta fólkakirkjuna javnt við allar fríkirkjur.

Martin Pauli Jacobsen

Martin Pauli Jacobsen

Merki:

Hetta var lagt út 28 august, 2015 klokkan 12:20 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)