Rúna Sivertsen kendi seg ikki føra at svara

Rúna SivertsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Rúna Sivertsen (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

Eftir at hava hugsað meg um í nakrar dagar, eri eg komin til ta niðurstøðu, at spurningar tykkara krevja eina nógv breiðari viðgerð, enn bert nakrir krossar í einum spurnarblaði. Eg seti meg ikki føran fyri, upp á so stutta tíð, at argumentera fyri mínum svarum.

Eg kann tó viðmerkja, at vit hava fult trúar-. framsøgu-, skrivi- og talufrælsi í Føroyum, og tí kann eingin verða revsaður vegna trúgv ella meiningar. Føroyar verður stýrdar demokratiskt og tað merkir, at meirilutin ræður, eisini í spurningum sum teir, ið Gudloysi setir.

Uppá spurningin, hvørt eg hevði farið í samgongu við Miðflokkin, kann eg siga, at avgerandi fyri samgongusamstarv er altíð at náa so nógvum málum, sum til ber. So, um vit saman við Miðflokkinum kunnu náa okkara málum, er tað sjálvsagt ein møguleiki.

Vinarliga

Rúna Sivertsen
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri

Merki:

Hetta var lagt út 30 august, 2015 klokkan 23:23 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)