Signar Nielsen hevur svarað!

11884098_950276221660827_2094642521636064508_oHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Signar Nielsen (Javnaðarflokkurin) svarað.

Hey tit í Gudloysi,

Spurningarnir eru ikki so einfaldir at svara og eg eri bangin fyri, at teir verða tiknir úr samanhanginum. Men eg skal gera mítt besta at svara einfalt, men tað skal takast við fyrivarni.

(Um blasfemiparagraffina) Tíðin er komin at avtaka blasfemiparagraffina. Hon er als ikki tíðarhóskandi. Fari at arbeiða fyri.

(Um fólkaskúlalógina) Kristni átti at verið erstattað við religión ella filosofi. Ótíðarhóskandi við kristni. Fari at atkvøða fyri.

(Um halgidagslógina) Halgidagslógin skal dagførast. Ótíðarhóskandi í okkara samfelag. Fari at arbeiða fyri.

(Um hjúnarbandslógina) Samkynd skulu kunna vígast borgarliga. Fyri at atkvøða fyri.

(Um fosturtøkulógina) Um kvinnur skulu hava fullan rætt til fosturtøku, havi eg ikki tikið endaliga støðu til. Helst verður svarið nei.

(Um fólkakirkjuna) Fólkakirkjan skal setast javnt við onnur trúðarsamfeløg. Men hetta er torført í praksis, tí hon er inngrógvin í okkara samfelag.

Eg haldi ikki, at átrúnaður og politikkur hoyra saman. Sum heild eri eg fyri sekularisering, men við virðing fyri mentanini hjá okkum. Vit kunnu ikki renna undan, at kristna trúgvin hevur havt stóran týdning fyri føroyingar, og hetta eigur at virðast.

(Um samgongu við Miðflokkin) Signar ætlar sær undir ongum umstøðum at “parkera” “etisk” mál. Miðflokkurin skal undir ongum umstøðum sleppa at taka patent uppá, hvat er etiskt og ikki. Harafturat skal Miðflokkurin ikki sleppa at seta dagskránna í teimum sokallaðu “etisku” málunum.

Við javnaðarkvøðu!

Signar Nielsen, valevni Javnaðarfloksins.

Signar Nielsen

Signar Nielsen

Merki:

Hetta var lagt út 25 august, 2015 klokkan 21:32 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)