Tór Marni Weihe hevur svarað!

Tór Marni WeiheHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Tór Marni Weihe (Tjóðveldi) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Ja, talufrælsi er ein grundsúla undir fólkaræðinum, og hugsanir, sum ikki tola atfinningar, skulu sjálvandi ikki verjast í lóggávuni. Tað er ikki tað, vit hava lógir til!

(Um fólkaskúlalógina) Hetta er eitt eymt mál, men eg haldi at tíðin er komin til, at vit viðurkenna, at tað ikki er rætt, at skúlin uppalir okkara børn í eini ávísari trúgv. Hóast tað verður sagt, at skúlin ikki hevur ein “forkyndende” leiklut, so er veruleikin, at summir lærarar beinleiðis prædika fyri børnunum, og tað haldi eg er í stríð við trúarfrælsi í landinum. Tí fari eg at taka undir við broyting í lógini.

(Um halgidagslógina) Ja. Halgidagslógin hoyrir eini farnari tíð til, og eg ivist ikki eina løtu í, at meirilutin av Føroya fólkið ynskir tíðarhóskandi lóggávu á økinum.

(Um hjúnarbandslógina) Sjálvandi!

(Um fosturtøkulógina) Avgjørt. Eitthvørt menniskja hevur fullan ræðisrætt yvir sínum likami. Staturin ella politiska skipanin skulu sjálvandi ikki hava heimild at ráða yvir tínum kroppi. So er mann av sonnum ófrælsur!

(Um fólkakirkjuna) Ja, átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast saman. Puntkum! Fólkakirkjan eigur tí at verða skild sundur frá politisku skipanini.

Hetta gagnar í veruleikanum eisini kirkjuni, tí ímyndi tykkum, um politiskur meiriluti brádliga var fyri, at samkynd skulu kunna giftast í kirkjuni. So hevði politiska skipanin kunna trýst hetta inn yvir kirkjuna, og tað haldi eg er skeivt.

(Um samgongu við Miðflokkin) Nei.

Tór Marni Weihe

Tór Marni Weihe

Merki:

Hetta var lagt út 25 august, 2015 klokkan 13:59 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)