Viðmerking frá Gudloysi um broytingina í hjúnabandslógini

Vit hava í morgun sent hettar til skrivaran í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Skrivið er eisini sent til miðlarnar.

Í samband við viðgerðina av broytingini í hjúnabandslógini, hava limirnir í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum havt fyri neyðini at hoyra viðmerkingar frá meira ella minni tilvildarligum samkomum og einum mótmælisfelagsskapi.

Vit vilja í fyrra lagi gera vart við, at tað eftir okkara meting ikki hevur relevans fyri ta broytingina ið er ætla at gera. Tað kann ikki grundgevast fyri, at hesar samkomur og hesin mótmælisfelagskapur kunnu hava nøkur konstruktiv uppskot ella viðmerkingar til eina broyting, ið ikki hevur ávirkan á teirra “virksemi”.

Í øðrum lagi, vilja vit, vísandi til løgtingsmál 21/2015, mótmæla broytingina í teimum lógum og reglum, ið veruliga hava ávirkan á fólkakirkjuna. Uppskotið snýr seg í botn og grund um at útiloka tveimum av sama kyni at vígast í fólkakirkjuni við lóg.

Fólkakirkjan hevur søguliga víst stóran vilja at broyta siðir og mannagongdir eftir tí samfelagnum, hon virkar í. Millum annað kann nevnast at hon hevur tikið jólini til sín, og tann seinasta broytingin, ella tillagingin til núverandi siðir, er at fólk av ymiskum húðarliti, ognarleys og fráskild kunnu giftast í kirkjuni. Sum kunnugt er núverandi hjúnabandslóg ikki serliga gomul.

Fólkakirkjan er, sum navnið sipar til, fyri øll. Tað kann kritiserast at tey ið vara av kirkjuni eru meira ella minni trek at broyta siðir og mannagongdir til nútíðarsamfelagið hon virkar í, men tað broytir onki upp á, at hon er fyri øll.

Tí meta vit, at broytingin í teimum lógum, ið umfata fólkakirkjuna, einans koma at virka seinkandi upp á tær broytingar, ið fyrr ella seinni fara at koma innan fólkakirkjuna. Tað er eisini okkara greiða fatan, at tað finnast prestar, ið ikki ynskja at útiloka ein so stóran bólk úr kirkjuni. Kærleiksboðið frá Jesus vigar teimum tyngri, enn leiðreglurnar úr Gamla Testamenti.

Harumframt er tað okkara fatan, at tað eigur at verða skilaveggur, um ikki vatntætt skott, millum kirkju og lóggevandi valdið. Veruleikin er tó, at lóggevandi valdið í Føroyum ynskir at hava eina fólkakirkju, og í tí sambandinum hevur sama lóggevandi valdið eina skyldu at lóggeva so at fólkakirkjan veruliga er fyri øll.

Við virðing
Nevndin í Gudloysi

Hetta var lagt út 21 januar, 2016 klokkan 11:17 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “Viðmerking frá Gudloysi um broytingina í hjúnabandslógini”

  1. Gudloysi? Says:

    Gudloysingar blanda seg í kirkjulig viðurskifti?? O.o pft! Kallað tykkum gudloysingar

  2. Eyðbjørn Einarsson Jespersen Says:

    Soleingi lóggevandi valdið ynskjur eina fólkakirkju, fíggjaða av skattainntøkum, frá ma gudloysingum, hava gudloysingar, muslimar og baptistar allan rættin at blanda seg í loggávuna um fólkakirkjuna.

  3. Gudloysi? Says:

    Hvussu nógv fær fólkakirkjan av skattainntøkuni?

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)