| Um okkum |

Vælkomin til hesa síðu hjá Gudloysi. Ætlanin við hesi síðuni er at virka sum eitt savn av einamest føroyskum tilfari til kunning um ateismu ella gudloysi, fríhugsan og areligiøsitet sum heild. Vit vilja lýsa hvat ateisma er – og sjálvandi eisini hvat hon ikki er – fyri fólki við áhuga at læra meir um evnið. Eisini vilja vit virka sum ein miðdepil, har føroysk ikki-trúgvandi kunnu savnast um tað lítið sindri av samleika, vit hóast alt hava í felag. Tí gudloysi fortelur ikki, hvør ella hvat ein er, men bert hvat ein ikki er.

Tískil er ætlanin við hesi síðu eisini, at vísa teir fjølbroyttu hættirnar til ber at vera ikki-trúgvandi á. Vit sum menniskju lýsa okkum sjálvi við at spegla okkum í øðrum. Endamálið er als ikki at av-umvenda nakran frá teirra átrúnaði, men tað er tørvur á einum møguleika fyri frælslynt fólk í Føroyum at kunna staðfesta teirra tilveru uttan at skammast. Tað er møguligt, at onkur verður stoyttur av, at kortini koma á borðið. Tað er eisini møguligt, at onkur annar knappliga ímóti ætlan kennur seg aftur í onkrum, ið her verður at síggja. Tað hevði als ikki verið ein neilig avleiðing, men tað kemur í so fall í aðru rekkju.

Meiningin er bert at siga: hetta er gudloysi, soleiðis kann tað síggja út, tað er ikki farligt, vit eru til, og pláss má eisini vera fyri okkum í lítlu Føroyum.

Til ber at venda sær til Gudloysi á Postur@Gudloysi.fo vita meira.

Nevndin í Gudloysi 2015

  • Limberg Michelsen, Webmastari
  • Eyðbjørn Einarsson Jespersen, Nevndarlimur
  • Jógvan Jákupßon, Nevndarlimur
  • Heini Reinert, Skrivari
  • Ása Johannesen, Kassameistari
  • Tróndur Justinussen, Nevndarlimur

Fylgjandi er ein fyribils endamálsorðing týdd úr Keypmannahavnaryvirlýsingini, sum var viðtikin av Atheist Alliance International. Endalig avgerð um viðtøku verður tikin á komandi aðalfundi.

Keypmannahavnaryvirlýsingin um átrúnað í almenna rúminum

Vit á altjóða gudloysingaráðstevnuni “Gods & Politics”, hildin í Keypmannahavn 18. til 20. juni 2010, lýsa hervið hetta:

  • Vit viðurkenna óavmarkaða rættin til trúarfrælsi (1) og at frælsi at íðka ein átrúnað bert er avmarkað av at rættindini hjá øðrum vera vird.
  • Vit halda, at almennur politikkur skal byggja á fakta og skilvísi, ikki dogmur. (2)
  • Vit sláa fast, at neyðugt er við einum samfelag, ið byggir á fólkaræði, mannarættindi og lógir. (3) Søguliga eru tað tey mest sekuleru samfeløgini, ið klára seg best. (4)
  • Vit sláa fast, at tað einasta rættvísa stýrislagið í einum fólkaræði er sekulert. Staturin er óheftur í trúarspurningum og tekur ikki nakran framum nakran annan. (4)
  • Vit sláa fast, at stjórnin eigur ikki at blanda seg í privatlívið, um rættindini hjá øðrum vera vird. (5)
  • Vit góðtaka rættin hjá bæði trúgvandi og ikki-trúgvandi at luttaka í almenna rúminum og vera viðfarin eins.
  • Vit góðtaka fast talu- og skrivifrælsi hjá øllum. Einastu avmarkingar eru tær, sum eru niðurfeldar í altjóða lóg, lógir, sum allar stjórnir áttu at fylgt (6). Vit mótmæla øllum blasfemilógum, umframt avmarkingum av rættinum at finnast at átrúnaði ella avmarkingum av ikki-átrúnaðarligum sjónarmiðum. (7)
  • Vit sláa fast, at øll eru eins fyri lógini og at minnilutabólkar ikki eiga at fáa sersømdir, eins og átrúnaðarligir dómstólar ikki skulu kunna nýtast til sivil rættarmál.
  • Vit sláa fast, at mismunur eigur ikki at verða gjørdur í samband við starvssetanir, uttan tá talan er um átrúnaðarligar leiðarar. Vit sláa eisini fast, at sosialar tænastur eiga ikki at verða givnar grundað á rasu, trúgv, kyn, stætt ella kynsliga orientering. (8)
  • Vit sláa fast, at serlig atlig skulu ikki takast til átrúnað í politikki og í almenna rúminum. Ein ávísur átrúnaður skal heldur ikki frítakast frá skatti og fáa statsstuðul til virksemi sítt, sum stríðir móti ikki-trúgvandi og fólkum við øðrum átrúnaðum.
  • Vit stuðla rættinum til sekulera útbúgving og sláa fast, at undirvísing í kritiskari hugsan er neyðug. Eisini er neyðugt við frálæru í muninum millum trúgv og skilvísi sum vegvísarar til vitan, eins og frálæru í ymiskum átrúnaðum (9). Vit stuðla frælsari hugsan og frálæru í vísindum uttan átrúnaðarliga uppíblanding og eru ímóti allari indoktrinering.

Viðtikið av ráðstevnuni
Keypmannahavn 20. juni 2010

(1) Grein 18 í Altjóða Mannarættindayvirlýsingini og grein 18 í altjóða avtaluni um sivil og politisk rættindini.
(2) Í 21. øld mugu samfeløg byggja á objektiva vitan og tankar bygdir á vísindaligar sannroyndir, innan teir lógarkarmar, sum altjóða mannarættindi seta. Átrúnaðir eru bygdir á trúgv og vegleiddir av mytum og slatri, tulkað av einari sjálvshevjandi prestastætt. Átrúnaðir hoyra tí ikki heima í almenna lívinum, men bert í tí privata.
(3) Bruxellesyvirlýsingin frá 2007.
(4) Samfelagsgransking vísir, at tjóðir við einari átrúnaðarligari stjórnir klára seg illa innan grundleggjandi sosial og økonomisk vísitøl, so sum talið av brotsverkum og fongsulsrevsingum, livialdur, negativu avleiðingarnar av seksualiteti og í at tryggja framgongd og trivnað. They mest sekuleru, framkomnu londini klára seg altíð betur.
(5) Staturin eigur á ongan hátt at revsa nakran bólk, ella geva nøkrum bólki ein fyrimun.
(6) Greinirnar 19 og 20 í altjóða avtaluni um sivil og politisk rættindini.
(7) Viðmæli 1805 (2007) hjá tingnevnd Europaráðsins.
(8) Grein 14 í europeisku samtyktini um mannarættindi og grundleggjandi frælsi.
(9) Grein 14 í Viðmæli 1720 (2005) hjá tingnevnd Europaráðsins.

 

Eitt svar to “| Um okkum |”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Rættleiðing til Morgunblaðið Says:

    […] Um okkum […]