Høvundar

Hevur tú hug at blogga fyri Gudloysi? Set teg í samband við okkum. Vit leita altíð eftir nýggjum tilfari og tað er als ikki eitt krav at bloggarar skulu vera limir, gudloysingar ella samdir við okkum yvirhøvur. Um tú dugir at týða til føroyskt, høvdu vit eisini verið glað fyri týddar greinar, essays o.a.t. um gudloysi, gudfrøði, heimspeki, vísindi ella onnur evni viðkomandi fyri okkum.

Hetta eru fólkini, sum skriva fast á heimasíðuni hjá Gudloysi.

Mynd av ÁsuÁsa Johannesen kannar kombikk sum part av PhD útbúgvingini hon er í fer við at nema sær í Leeds. Hon er ikki heilt samd við seg sjálva um hon elskar ella hatar kombikk.

Tá hon ikki er í konflikt við seg sjálva um kombikk dámar henni at finnast at dummheitum, sum standast av religión og pátrugv annars. Serliga dámar henni ikki kreationismu og pástandir um hvussu væl tann nýggjasti new age “heilivágurin” riggar. Ása fer at royna at skriva okkurt hvønn mánað um mánaðarskiftið.

Leinki til bloggupostarnar hjá Ásu


Heri Joensen situr fyri tað mesta heima hjá sær sjálvum í Hamburg og skrivar tónleik. Tá hann ikki ger tað er hann antin á konsertferð ella lærir hann ungar týskarar at spæla gittara í býti fyri pening. Eisini rennur hann javnan, og um tað var gjørligt át hann einki annað enn kjøt.

Hann fylgir við tíðindum um altjóða politikk, føroyskan politikk og vísind, og dámar honum væl at skræða seg um tað á almennum talgildum pallum. Hann er fyri tað mesta irriterandi sannførdur um at hann hevur rætt, men honum dámar eisini væl at práta við betur vitandi og serfrøðingar, ið kunna rætta hann ella læra hann okkurt nýtt.

Eitt hann heldur seg hava lært er at uttan samskipaða yvirtrúgv var heimurin eitt betur stað.

Heri bloggar tann 8. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostarnar hjá Hera


Jón Joensen hevur enn ikki fortalt okkum nakað um seg sjálvan.

Jón fer tó at deila sín vísdóm við okkum tann 12. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostarnar hjá Jón


Jákup Lützen brúkar tað mesta av tíðini hjá sær í tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn, har hann spælir bratsj. Í frítíðini brýtur hann teldur og tosar við kettuna. Um náttina fløjtar hann Bach sonatir í svøvni.

Hann drekkur umleið 1½ litur av kaffi um dagin, og so etur hann ikki kjøt.

Jákup fer at skriva nýggjar bloggupostar tann 17. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostarnar hjá Jákupi


Eyðbjørn Einarsson Jespersen er fyrst og fremst sonur mammu sína. Tað sagt, so er hann ikki ein bamselinedrongur. Í løtuni jollar hann sær í Svøríki, landinum av anti-diskriminatión, javnstøðu og sekulariteti, men vamlast eitt lítið sindur nógv av teimum mongu peikifingrunum (red. hví evulotiónin gav svenskarum 17 peikifingrar á hvørjari hond veit eingin at siga!).

Sjálvur er hann sjórænari, men í frítíðini tekur hann klaffan av eyganum, leggur sjórænarahattin og rommið á hyllina, og drekkur ístaðin whisky, lesur avísir og provokerar uppblástar svenskarar. Komandi tíðina ætlar hann sær einaferð um mánaðin at bresta ballónir her á síðuni; og hann lovar at tær ikki bert fyltar við luft, men heldur við 1. flokks føroyskum dupultmorali, tungutalandi ørvitisknokkum og ø(ð)rum samfelagslortið.

Sum sonur av eini kristnari tjóð, vissar hann eisini fyri, at hann fyrr ella seinni fer at mótsiga sær sjálvum.

Eyðbjørn bloggar 25. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostarnar hjá Eyðbjørn


Heini Reinert er skrivari hjá Gudloysi, heimspekilesandi á University of Leeds og distraheraður annars. Heini er ikki bloggari hjá Gudloysi og fer tískil ikki at skriva nakað nýtt á nøkrum fastløgdum degi í mánaðinum. Kortini heldur Heini at tað er órættvíst av honum at krevja av øllum hinum høvundunum (sum hann ger dúgliga) at teir skulu blogga, um hann ikki sjálvur skrivar okkurt av og á.

Tí fer Heini við jøvnum millumbilum at bumbardera Gudloysi.fo við meiningsleysari heimspeki, sum ongin tímir at lesa kortini, bara so hann kann lata sum um hann er líka kul sum veruligu blogguhøvundarnir hjá Gudloysi.

Leinki til bloggupostarnar hjá Heina


Eivind Ortind Simonsen rekst í Århus, har hann lesur teldufrøði og arbeiður sum programmør tá hann ikki nørdast við líkt og ólíkt. Brýni regluliga mítt tolsemi mótvegis øðrvísi hugsandi saman við mínum reinkarnatiónstrúgvandi kristna antroposofa svigarpápa, sum trýr fult og fast upp á lekjandi eginleikarnar við homøopati, blomstur dropum og Hopi-indianskari healing.

Havi kjakast við kristnar trúarverjar síðan intetnet kom til Føroyar, og kann staðfesta at teirra argument eru neyvt tey somu í dag sum tá. Gott at síggja at tey ikki blíva býttari, men eisini eitt sindur køvandi at síggja at tað heldur ikki gongur hinvegin.

Leinki til bloggupostarnar hjá Eivindi


Arni Zachariassen hevur enn ikki fortalt okkum nakað um seg sjálvan.

Hann fer tó vónandi at fortelja okkum okkurt um sín átrúnað ella meiningar annars viðhvørt.

Leinki til bloggupostarnar hjá Arna


Comments are closed.