Høvundar

Hevur tú hug at blogga fyri Gudloysi? Set teg í samband við okkum. Vit leita altíð eftir nýggjum tilfari og tað er als ikki eitt krav at bloggarar skulu vera limir, gudloysingar ella samdir við okkum yvirhøvur. Um tú dugir at týða til føroyskt, høvdu vit eisini verið glað fyri týddar greinar, essays o.a.t. um gudloysi, gudfrøði, heimspeki, vísindi ella onnur evni viðkomandi fyri okkum.

Hetta eru fólkini, sum skriva fast á heimasíðuni hjá Gudloysi.


Mynd av ÁsuÁsa Johannesen kannar kombikk sum part av PhD útbúgvingini hon er í fer við at nema sær í Leeds. Hon er ikki heilt samd við seg sjálva um hon elskar ella hatar kombikk.

Tá hon ikki er í konflikt við seg sjálva um kombikk dámar henni at finnast at dummheitum, sum standast av religión og pátrugv annars. Serliga dámar henni ikki kreationismu og pástandir um hvussu væl tann nýggjasti new age “heilivágurin” riggar. Ása fer at royna at skriva okkurt hvønn mánað um mánaðarskiftið.

Leinki til bloggupostarnar hjá Ásu


Jón Joensen hevur enn ikki fortalt okkum nakað um seg sjálvan.

Jón deilir tó sín vísdóm við okkum tann 12. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostarnar hjá Jón


Teitur Vágadal hevur hetta at siga um seg sjálvan:

Árgangur 80, uppvaksin pins, og havi valt at lesa til sjúkrabeiggja.

Fráfallin kristin, sum framvegis trýr, og verjir (altso tá eg komið í kjak).
Sera áhugaður í samfelagsmálum, so sum politikki, fakfeløg, og solidaritetssinnaður.
Havi ein tendens til at kjakast í tað óendaliga um eg fái møguleikan, sum sjálvdan hendur, tí at eg er opinbart so troyttandi. Go figure.

Av meira deyðiligum áhugum, er at lesa Basserne aðru hvørja viku, kann sita í tímar og lesa tekniseriur. Gerist hásur til fótbólt (koyr á AB) næstan hvørt vikuskiftið um summarið. Og havi nýliga uppdaga Baldurs Gate.
Farið at blogga um samfelagsbygnað og trúgv.

Teitur fer at blogga tann 19. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostar Teits


Magni Joensen hevur fylgjandi at siga um seg sjálvan:

Eg eri ein professionellur alkohol pushari meginpartin av vikunið. flamberandi gudloysingur til tíðir og arðar tíðir gerið eg meg klókan uppá lívs áskoðanir sum eru meir humanar enn tey 10 boðinið (í eini rødd sum eg royni at fáa at líkjast leonard cohen´sa rødd). eg eri altso ikki væl-lisin. Eg geri meg klókan uppá ymisk ting við at brúka tað gløggsemið og tann logikkin sum evolutiónin av kríatúrum metir at eg havi brúk fyri. Whatever makes the world go round, ikki so?

Magni fer at blogga tann 25. í hvørjum mánaði.


John Ivar Venned roynur fyri tað mesta at spæla guitar í Keypmannahavn, supplerar við síðuna av, livur av SU og tað sum daman hjá honum annars hevur ráð til at stuðla honum við, og so skræðir hann seg dagligani um mangt og hvat religiøst. John Ivar trýr uppá at menniskja dugir væl at uppføra seg pent sjálvt um tað ikki verður lova eina premiu eftir deyðan.
John Ivar fer at blogga minst einaferð um mánaðan tað næstu tíðuna.


Hesi fólkini skriva viðhvørt fyri Gudloysi, men ikki á nøkrum føstum degi.


Jákup Lützen brúkar tað mesta av tíðini hjá sær í tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn, har hann spælir bratsj. Í frítíðini brýtur hann teldur og trøllar á youtube. Um náttina fløjtar hann Bach sonatir í svøvni.

Jákup er verturin í podcastinum “GudloysiCast” og hann skrivar bloggupostar tá tað liggur fyri.

Leinki til bloggupostarnar hjá Jákupi


Heini Reinert er skrivari hjá Gudloysi, heimspekilesandi á University of Leeds og distraheraður annars. Heini er ikki bloggari hjá Gudloysi og fer tískil ikki at skriva nakað nýtt á nøkrum fastløgdum degi í mánaðinum. Kortini heldur Heini at tað er órættvíst av honum at krevja av øllum hinum høvundunum (sum hann ger dúgliga) at teir skulu blogga, um hann ikki sjálvur skrivar okkurt av og á.

Tí fer Heini við jøvnum millumbilum at bumbardera Gudloysi.fo við meiningsleysari heimspeki, sum ongin tímir at lesa kortini, bara so hann kann lata sum um hann er líka kul sum veruligu blogguhøvundarnir hjá Gudloysi.

Leinki til bloggupostarnar hjá Heina


Fólk, ið fyrr hava bloggað fyri Gudloysi, men ikki gera tað longur.


Heri Joensen situr fyri tað mesta heima hjá sær sjálvum í Hamburg og skrivar tónleik. Tá hann ikki ger tað er hann antin á konsertferð ella lærir hann ungar týskarar at spæla gittara í býti fyri pening. Eisini rennur hann javnan, og um tað var gjørligt át hann einki annað enn kjøt.

Hann fylgir við tíðindum um altjóða politikk, føroyskan politikk og vísind, og dámar honum væl at skræða seg um tað á almennum talgildum pallum. Hann er fyri tað mesta irriterandi sannførdur um at hann hevur rætt, men honum dámar eisini væl at práta við betur vitandi og serfrøðingar, ið kunna rætta hann ella læra hann okkurt nýtt.

Eitt hann heldur seg hava lært er at uttan samskipaða yvirtrúgv var heimurin eitt betur stað.

Leinki til bloggupostarnar hjá Hera


Eyðbjørn Einarsson Jespersen er fyrst og fremst sonur mammu sína. Tað sagt, so er hann ikki ein bamselinedrongur. Í løtuni jollar hann sær í Svøríki, landinum av anti-diskriminatión, javnstøðu og sekulariteti, men vamlast eitt lítið sindur nógv av teimum mongu peikifingrunum (red. hví evulotiónin gav svenskarum 17 peikifingrar á hvørjari hond veit eingin at siga!).

Sjálvur er hann sjórænari, men í frítíðini tekur hann klaffan av eyganum, leggur sjórænarahattin og rommið á hyllina, og drekkur ístaðin whisky, lesur avísir og provokerar uppblástar svenskarar. Komandi tíðina ætlar hann sær einaferð um mánaðin at bresta ballónir her á síðuni; og hann lovar at tær ikki bert fyltar við luft, men heldur við 1. flokks føroyskum dupultmorali, tungutalandi ørvitisknokkum og ø(ð)rum samfelagslortið.

Sum sonur av eini kristnari tjóð, vissar hann eisini fyri, at hann fyrr ella seinni fer at mótsiga sær sjálvum.

Leinki til bloggupostarnar hjá Eyðbjørn


Eivind Ortind Simonsen rekst í Århus, har hann lesur teldufrøði og arbeiður sum programmør tá hann ikki nørdast við líkt og ólíkt. Brýni regluliga mítt tolsemi mótvegis øðrvísi hugsandi saman við mínum reinkarnatiónstrúgvandi kristna antroposofa svigarpápa, sum trýr fult og fast upp á lekjandi eginleikarnar við homøopati, blomstur dropum og Hopi-indianskari healing.

Havi kjakast við kristnar trúarverjar síðan intetnet kom til Føroyar, og kann staðfesta at teirra argument eru neyvt tey somu í dag sum tá. Gott at síggja at tey ikki blíva býttari, men eisini eitt sindur køvandi at síggja at tað heldur ikki gongur hinvegin.

Leinki til bloggupostarnar hjá Eivindi


Arni Zachariassen hevur enn ikki fortalt okkum nakað um seg sjálvan.

Hann fer tó vónandi at fortelja okkum okkurt um sín átrúnað ella meiningar annars viðhvørt.

Leinki til bloggupostarnar hjá Arna

 


Teitur Vágadal hevur hetta at siga um seg sjálvan:

Árgangur 80, uppvaksin pins, og havi valt at lesa til sjúkrabeiggja.

Fráfallin kristin, sum framvegis trýr, og verjir (altso tá eg komið í kjak).
Sera áhugaður í samfelagsmálum, so sum politikki, fakfeløg, og solidaritetssinnaður.
Havi ein tendens til at kjakast í tað óendaliga um eg fái møguleikan, sum sjálvdan hendur, tí at eg er opinbart so troyttandi. Go figure.

Av meira deyðiligum áhugum, er at lesa Basserne aðru hvørja viku, kann sita í tímar og lesa tekniseriur. Gerist hásur til fótbólt (koyr á AB) næstan hvørt vikuskiftið um summarið. Og havi nýliga uppdaga Baldurs Gate.
Farið at blogga um samfelagsbygnað og trúgv.

Teitur fer at blogga tann 19. í hvørjum mánaði.

Leinki til bloggupostar Teits

Comments are closed.