Viðtøkur

§1.

Navn felagsins er Gudloysi. Heimstaður felagsins er Føroyar.

Felagið er limafelag við avmarkaðari ábyrgd. Eingin limur ella ábyrgdarpersónur heftur persónliga fyri skyldum felagsins.

 §2.

Endamál felagsins er:

  • at vera limafelag fyri ikki trúgvandi,
  • at virka fyri og verja trúarfrælsi,
  • at virka fyri skilnaði ímillum átrúnað og stat, soleiðis at øll menniskju verða javnsett uttan mun til átrúnað ella heimsfatan,
  • at kunna almenningin um ikki-trúgvandi sjónarmið og soleiðis minka um fordómar ímóti ikki-trúgvandi fólki,
  • at eggja fólki til at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt um lív og tilveru,
  • at stuðla teimum, ið vilja viðgera sín iva og tortrúgv.

Aðalfundurin kann eisini samtykkja nærri útgreinaða stevnu enn tað, sum stendur í viðtøkum felagsins.

 §3.

Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, sum tekur undir við endamáli felagsins og heldur sínar skyldur yvirfyri tí.

 §4.

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, sum verður hildin í Føroyum hvørt ár. Hann skal fráboðast við rímiligari freist og á rímiligan hátt, til tess at limir felagsins kunnu taka lut.

Bara limir kunnu atkvøða, og hvør limur hevur bara eina atkvøðu. Avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta.

Aðalfundurin velur fundarstjóra.

 Dagsskráin á ársfundinum er:

  1. Frágreiðing av virksemi felagsins í undanfarna ári.
  2. Framløga av ársroknskapi fyri undanfarna ár og fíggjarstøðu við árslok.
  3. Nevndarval.
  4. Ásetan av limagjaldi. Verður einki limagjald ásett heldur tað fram við somu upphædd sum árið frammanundan.
  5. Møguligt val av grannskoðara, sum tó ikki nýtist vera skrásettur ella løggildur
  6. Ymiskt

§5.

Nevndin skipar seg sjálv eftir tørvi, og stjórnar felagnum. Hon tekur sær av bókhaldi og ger rættvísandi ársroknskap sambært góðum roknskaparsiði til aðalfundin at taka støðu til.

Felagið verður bundið av nevndini ella tí álitispersóni ella teimum álitispersónum, sum nevndin hevur litið hesa hesa heimild upp í hendi. Lántøka ella veðseting av føstum ognum kann bara fara fram við heimild frá aðalfundinum.

 §6.

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

 §7.

Verður felagið tikið av, skulu ognir felagsins latast øðrum felagi við líknandi verðsligum endamáli.


Soleiðis samtykt á aðalfundi 18. august 2011.

6 svar to “Viðtøkur”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Samandráttur av aðalfundinum 2011 Says:

    […] Viðtøkur […]

  2. Bergur Ziska Says:

    Hey,

    Eg vænti sjálvandi at tit havað hugsa nógv um tað, men eg havi ein spurning til §2, nærmari: “at eggja fólki til at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt um lív og tilveru”.
    Hví bert lív og tilveru? Eg meini sjálvur at hugsa kritisk og sjálvstøðugt ikki skal snávast inn til eitt ella tvey evnir, menn skal eggast fyri tað sum tað er og umfatar alt sum hugsast kann.

    At heita á bert lív og tilverðu fyrikemur mær tað sama sum Discovery Institute gerð yviri í USA. Tey eggjakritiska hugsan um menningarlæruna og ikki annað. Tað er ikki kritisk hugsan, meira eggja til skepsis fyri tað læruna sum ikki er teirra egna. Hetta er eisini kalla “two model approach” tí at um vit kunna hella menningarlæruna út so er bert ID eftir.

    Eg royni ikki at siga at tit gerða tað sama, men eg meini at heita á serliga lív og tilveru er at skerða niður uppá hvat kritisk hugsan er fyri nakað. Tað letur til tan næsta spurninging, hví bert lív og tilveru? Eitthvørt hugsar mann kritisk ella ikki.

    Daniel Dennet og Sam Harris royna í teirra verki at steðga tað tabu sum forar fyri at kritisera religión og teirra læru. Her er eisini læran um lívsins uppruna sum møguliga er tað tit royna at fáa fólk at hugsa eitt sindur nærmari um?

    Ikki bert fyri at kritisera so læt meg koma við einum hugskotið sum tit so kunnu takað støgu til:

    #1 Broyt:
    “at eggja fólki til at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt um lív og tilveru,”
    Til: “at eggja fólki til at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt”.

    #2 Skriva eitt nýtt punkt:
    “at eggja fókli til at samrøðast opið um lív og tilveru”*

    Vinarligast
    Bergur Ziska

    *Eg veit ikki heilt hvussu tað orast best, men meiningin er ikki at læta nakað forða samrøður, serliga ikki dogma.

  3. Heini Reinert Says:

    Bergur, nú spyrji eg kanska býtt, men umfatar “lív og tilvera” ikki alt? Altso, hvat er tað tú heldur manglar, sum ikki er umfatað av lívi og tilveru?

  4. Bergur Ziska Says:

    Soleigis havi eg ikki hugsa um tað, men sum hugsi tá eg síggi “lív og tilvera” so er tað, tað eksistentiella (Kirkegaard, Spinoza et al.). Ella eisini meira beinleigis: ikki-religiøs indoktrinering um vit farað út í ekstremi. Men tað er møguliga tað tit vilja undirstrika, í so fall lurta ikki eftir mær :)

    Tað eg vil leggja dent á er at “lív og tilvera” kan drega meira fokus til sín enn “hugsa kritiskt og sjálvstøðugt”, tað seinna, fyri mær, sigur alt og tað fyrra er bert fylla í møguliga tekur fokus frá tað sum er týdningarmýki (nemliga “hugsa kritiskt og sjálvstøðugt”).

  5. Bergur Ziska Says:

    Eg kann eisini siga at eg ikki lesi tað sum verðandi “alt”. Í so fall tað er tað tit vilja leggja dent á, hví so ikki skriva “alt” í stagin fyri?

  6. Heini Reinert Says:

    Eg veit ikki. Eg haldi tú hevur hugsað meir um hasa orðingina enn eg. Eg taki tað ikki so tungt. Eg haldi tað er skilligt hvat tað er sum stendur har, eisini hóast tað kann misskiljast við einum góðum illum vilja. :)

    Eg skal tó gera vart við tínar viðmerkingar yvirfyri restini av nevndini.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)