Arkiv hjá høvundi

Hans J. Hermansen bar seg undan at svara

Hans J. HermansenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Hans J. Hermansen (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

Tøkk fyri fyrispurningin.

Sjálvstýrisflokkurin er ein sosialliberalur sjálvstýrisflokkur á kristiligum grundarlagi. Spurningurin ella málið, tit viðgera, er ikki bara svart ella hvítt, soleiðis sum tað er lagt upp til við tykkara spurnarblaði, men nógv djúpri til, at tað kann svarast við at seta krossar fyri spurningunum. Tað krevur og hevur uppiborið nógv gjøllari viðgerð í mínum eygum.

Við virðing fyri hasum málinum síggi eg meg ikki føran fyri at svara í hesum sambandi. Vónandi skilja og góðtaka tit svar mítt.

Virðingarmest,

Hans J. Hermansen, valevni á lista D

Kristina Clementsen hevur svarað!

Kristina ClementsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Kristina Clementsen (Tjóðveldi) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Tað skal bera til at kritisera hugsjónir – eisini átrúnaðarligar.

(Um fólkaskúlalógina) Fólkaskúlin eigur ikki at uppala børn til ein ávísan átrúnað.

(Um halgidagslógina) Ein alt ov gomul lóg, ið eigur at dagførast.

(Um hjúnabandslógina) Ja, sjálvandi skulu tvey av sama kyni hava somu møguleikar og rættindi.

(Um fosturtøkulógina) Eg ynski, at tað skal bera til at fáa fosturtøku í Føroyum heldur enn at noyðast av landinum. Tað skapar eisini ein sosialan ójavna.

(Um fólkakirkjuna) Politikkur og átrúnaður eigur ikki at blandast saman í nøkrum samhangi. Eg meini tó eisini, at tað hevur týdning at vit viðlíkahalda kirkjurnar, tí tað er ein partur av okkara søgu og mentan.

(Um samgongu við Miðflokkin) Nei, etisk mál skulu ikki parkerast.

Kristina Clementsen

Kristina Clementsen

Frank Jacobsen hevur svarað!

Frank JacobsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Frank Jacobsen (Miðflokkurin) svarað.

(Um fosturtøkulógina) Meina tit fría føsturtøku, so er svarið nei. Vit mugu eisini hugsað um barni í móðurlívi. Tað hevur rætt til lív!

(Um fólkakirkjuna) Skilji ikki spurningin. Vit hava trúarfrælsi sambært grundlógini.

Frank Jacobsen

Frank Jacobsen

Signar Nielsen hevur svarað!

11884098_950276221660827_2094642521636064508_oHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Signar Nielsen (Javnaðarflokkurin) svarað.

Hey tit í Gudloysi,

Spurningarnir eru ikki so einfaldir at svara og eg eri bangin fyri, at teir verða tiknir úr samanhanginum. Men eg skal gera mítt besta at svara einfalt, men tað skal takast við fyrivarni.

(Um blasfemiparagraffina) Tíðin er komin at avtaka blasfemiparagraffina. Hon er als ikki tíðarhóskandi. Fari at arbeiða fyri.

(Um fólkaskúlalógina) Kristni átti at verið erstattað við religión ella filosofi. Ótíðarhóskandi við kristni. Fari at atkvøða fyri.

(Um halgidagslógina) Halgidagslógin skal dagførast. Ótíðarhóskandi í okkara samfelag. Fari at arbeiða fyri.

(Um hjúnarbandslógina) Samkynd skulu kunna vígast borgarliga. Fyri at atkvøða fyri.

(Um fosturtøkulógina) Um kvinnur skulu hava fullan rætt til fosturtøku, havi eg ikki tikið endaliga støðu til. Helst verður svarið nei.

(Um fólkakirkjuna) Fólkakirkjan skal setast javnt við onnur trúðarsamfeløg. Men hetta er torført í praksis, tí hon er inngrógvin í okkara samfelag.

Eg haldi ikki, at átrúnaður og politikkur hoyra saman. Sum heild eri eg fyri sekularisering, men við virðing fyri mentanini hjá okkum. Vit kunnu ikki renna undan, at kristna trúgvin hevur havt stóran týdning fyri føroyingar, og hetta eigur at virðast.

(Um samgongu við Miðflokkin) Signar ætlar sær undir ongum umstøðum at “parkera” “etisk” mál. Miðflokkurin skal undir ongum umstøðum sleppa at taka patent uppá, hvat er etiskt og ikki. Harafturat skal Miðflokkurin ikki sleppa at seta dagskránna í teimum sokallaðu “etisku” málunum.

Við javnaðarkvøðu!

Signar Nielsen, valevni Javnaðarfloksins.

Signar Nielsen

Signar Nielsen

Tór Marni Weihe hevur svarað!

Tór Marni WeiheHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Tór Marni Weihe (Tjóðveldi) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Ja, talufrælsi er ein grundsúla undir fólkaræðinum, og hugsanir, sum ikki tola atfinningar, skulu sjálvandi ikki verjast í lóggávuni. Tað er ikki tað, vit hava lógir til!

(Um fólkaskúlalógina) Hetta er eitt eymt mál, men eg haldi at tíðin er komin til, at vit viðurkenna, at tað ikki er rætt, at skúlin uppalir okkara børn í eini ávísari trúgv. Hóast tað verður sagt, at skúlin ikki hevur ein “forkyndende” leiklut, so er veruleikin, at summir lærarar beinleiðis prædika fyri børnunum, og tað haldi eg er í stríð við trúarfrælsi í landinum. Tí fari eg at taka undir við broyting í lógini.

(Um halgidagslógina) Ja. Halgidagslógin hoyrir eini farnari tíð til, og eg ivist ikki eina løtu í, at meirilutin av Føroya fólkið ynskir tíðarhóskandi lóggávu á økinum.

(Um hjúnarbandslógina) Sjálvandi!

(Um fosturtøkulógina) Avgjørt. Eitthvørt menniskja hevur fullan ræðisrætt yvir sínum likami. Staturin ella politiska skipanin skulu sjálvandi ikki hava heimild at ráða yvir tínum kroppi. So er mann av sonnum ófrælsur!

(Um fólkakirkjuna) Ja, átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast saman. Puntkum! Fólkakirkjan eigur tí at verða skild sundur frá politisku skipanini.

Hetta gagnar í veruleikanum eisini kirkjuni, tí ímyndi tykkum, um politiskur meiriluti brádliga var fyri, at samkynd skulu kunna giftast í kirkjuni. So hevði politiska skipanin kunna trýst hetta inn yvir kirkjuna, og tað haldi eg er skeivt.

(Um samgongu við Miðflokkin) Nei.

Tór Marni Weihe

Tór Marni Weihe