Arkiv hjá høvundi

Dekonversión – sjálvsmenning ella kreppa?

Bara ein lítil spurningur til mínar ateistavinir, ítøkiliga teir, sum fyrr vóru kristnir ella á annan hátt religiøsir.

Eg siti í løtuni og researchi ein stíl til annað fakið eg takið hetta semestrið, “Religion, Politics and the Media”. Eg hyggi eftir dekonversión í bloggheiminum. Beint nú lesi eg so um dekonversión við atløgu til religiónssálarfrøði og í tí sambandi kom eg framá hetta ótrúliga áhugaverda granskingarúrslitið:

A provocative summary of the quantitative data reveals cultural differences suggesting that deconversion is a growth-oriented process for Americans, who seek (more…)

Gudloysingur, møt trúgv

Fyri nøkrum árum síðani sat eg í Gøtu kirkju. Ein drongur, bara 3 ár yngri enn eg sjálvur, hevði gjørt sjálvmorð og hetta var jarðarferðin hjá honum. Eg sat lutsfalsliga langt afturi í fullu kirkjuni, men eg sá fram til foreldrini hjá honum, syskini og familjuna. Eg hugsaði um mína egnu familju, mínar fýra beiggjar, foreldrini, damuna. Sum tárini streymaðu niðureftir kjálkunum, mutlaði eg fyri meg sjálvan, “Har má vera vón, har má vera vón. Vón er tað einasta, sum er til.”

Herfyri skrivaði eg ein blogg fyri Røddina, har eg viðgjørdi klassiska gudfrøðiliga “trupulleikan við óndskapi”. Hetta er avbjóðingin, lýðing og óndskapur seta gudstrúgv: Hvussu kann ein elskandi, almáttugur Gud vera til, tá ið óndskapur og órættvísi eyðkennir heimin so ræðuliga? Sum dømi brúkti eg djúpt órógvandi dømið um kynsliga misnýtslu av børnum. Kann man veruliga trúgva á ein slíkan Gud, tá ið børn verða misbrúkt? Ja, segði eg, hóast eg viðurkendi at summi ikki megna tað – og at tað, eftir mínum tykki, er ein haldgóð orsøk at venda átrúnaði bakið. Men fyri mítt viðkomandi, so kann eg ikki annað. Tá ið eg standi yvirfyri slíkum bókstaviliga himmalrópandi órættvísi, slíkum óndskapi, má eg trúgva á Gud og at ultimativt rættvísi finnist. Haraftrat er kristna søgan um Gud ikki einans ein, sum sigur, at Gud ein dag fer at rætta tað skeiva í heiminum, men eisini ein, sum sigur, at hann byrjaði at gera júst tað tá ið hann leið saman við teimum lýðandi á krossinum. Kristna søgan bjóðar okkum somuleiðis at samlýða.

Hetta var ikki nakað argument fyri teismu, gjørdi eg greitt, men heldur ein eygleiðing ella allýsing av hvussu mín egna trúgv (og hon hjá teimum flestu, sum eru religiøs) fungerar. Tað er hendan leiklut, sum mín trúgv spælir fyri meg.

Jesus býr í hjartanum, ikki høvdinum, kann man siga. (more…)