Arkiv hjá høvundi

Egyptiskir menn hava sex við sínum deyðu konum?

Ása JohannesenEg veit ikki, um tit hava hoyrt tað, men her var herfyri ein internet gøla, um at Egyptaland skuldi smíða eina lóg, sum loyvdi monnum at sova við sínum deyðu konum upp til seks tímar eftir deyðan.

Hetta vakti stóran ans, tí tað sá út sum eitt so sólarklárt dømi um hvussu islamistisku politikararnir, sum hava fingið valdið í Egyptalandi fóru at undirtrykkja kvinnur.

Trupulleikin er bara tann, at tað sær ikki út, sum hetta passar. Eg havi leitað eftir eftirfarandi keldum til pástandin, men tílíkar finnast ikki. Hinvegin eru ein rúgva av bloggum, har høvundanir siga hetta ikki vera satt og vísa til manglandi próvtilfarið. Hesar bloggurnar eru væl at merkja Egyptalandsvinarligar, men tað, at tey siga hetta als ikki passar heldur enn at royna at forsvara lógina (tí tað kemur jú fram, um ein tílík lóg kemur ígjøgnum), fær meg at halda, at tey helst ikki lúgva.

Eftir øllum at døma er tað egyptiska svarið til Glenn Beck, sum hevur íspunnið hesa søgu. Maðurin eitur Tawfik Okasha, og er ífylgi Egyptian Chronicles ein, ið hatar islamistar og stuðlaði Mubarak (ella var í øllum førum ímóti revolutiónini). Vit vita øll, hvussu nógv lort typur sum Glenn Beck (og Daily Mail, sum fær æruna av at spreiða júst hendan slaturin í vesturheiminum) kunnu koma við, so tað undrar meg als ikki, at hesin hevur funnið uppá hetta.

Ikki fyri at lyfta nakran peikifingur, men eg haldi hetta er eitt klárt dømi um hvussu lætt tað kann vera at fella fyri tingum, sum ikki passa. Eg haldi vit kunnu síggja slíkt, og fáa okkara fordómar bekreftaðar. Onkur sær perversitetin í islam, onkur annar kvinnuniðurgerðing. Vit, sum gudloysingar, síggja kanska religión, sum forskrúvar alt. Tí er alneyðugt, at vit eftirkanna keldur og ongantíð lata okkum tøla av lygnum, sum passa til okkara fordómar.

Annars hevur Daily Mail antin broytt ella fjerna upprunaligu greinina, tí nú er bara hendan greinin at síggja.

Føsta

Ein vinkona fýsti nú ein dagin yvir at øll knappliga blíva so øgiliga religiøs tá føstan er. Hetta var í Onglandi, har tey halda føstu. Ella. Tey halda ikki føstu, sum vit høvdu hildið týdningurin av orðinum var. Tey gevast við onkrum ringum vana so sum at roykja ella eta sjokolátu í føstuni. Tað vil siða, at í umleið ein mánað ganga onglendingar runt og halda seg til onkran gamlan kristnan sið, líkasum á jólum, uttan at tey í grundini vita (meira…)

Er moralur genetiskur?

Ása JohannesenEg rokni við, at nógv av tykkum hava hoyrt hvat eg ætli mær at siga fyrr, ella um ikki annað gjørt tykkara egnu tankar um evni. So tit kunnu lesa hetta sum eina samanfatan av tí vit vanliga hoyra um menning og moral og so mína egnu meining, sum er grundað á tað eg veit um menning og náttúrliga úrveljing.

Vit kunnu byrja við pástandinum at menniskju eru sjálvsøkin tí at okkara genir eru tað. Hesin pástandur kemur helst einamest frá misskiljingum av “The Selfish Gene” hjá Richard Dawkins. Bókina læs eg sjálv tá eg gekk á fyrsta ári á universiteti og noyddist at finna okkurt, sum gav eina greiða frágreiðing av hvussu menning fer fram uttan at blanda ov nógv tekniskt mál uppí. Hetta noyddist eg at gera, tí mín undirvísing í lívfrøði í Føroyum hevði verið so mikið vánalig, at eg ongantíð hevði lært um menningarlæruna. Eg skal kanska eisini siga, at eg grundi mína vitan um menning á fleiri bøkur enn júst hasa hjá Dawkins. Hetta var bara tann fyrsta eg læs um evnið.

Náh, men sjálvsøkna menniskjan. Í “The Selfish Gene” verður skrivað nógv um ílegur og hvussu tær eru sjálvsøknar. Hvussu tær vilja yvirliva og hvussu tær brúka djórakroppar sum maskinur, sum skulu hjálpa teimum at yvirliva. Trupulleikin uppstendur tá vit koma til moral. Hetta er tí, at hesar djóramaskinurnar burdu uppført seg fullkomiliga sjálvsøkið vegna ílegurnar tær bera í sær. Hetta er tíverri ein øgiliga simplistiskur (og skeivur) máti at síggja tingini uppá. Tað undrar meg altíð, at fólk, sum hava lisið “The Selfish Gene” koma til niðurstøðuna, at vit mugu vera sjálvsøkin, tí okkara ílegur siga tað. Tað virkar, sum tey bara hava lisið fyrru hálvu av bókini, ella kanska minni enn tað. Nú er tað nokkso langt síðani at eg læs bókina, men eg veit at tað var har eg lærdi um “Game theory” fyri fyrstu ferð, og júst hetta er (meira…)

Kemur moralur veruliga frá Guði?

Hesin fýrurin dugur at snakka. Eg haldi hann gevur meining… (hálvan tíma langt, sorry)

YouTube Preview Image

Hann vann eina daytime Emmy fyri sín leiklut sum onkur fýrur í the Bold and the Beautiful. Áhugavert, men eg veit ikki heilt hví.

 

Áh Cristina, tú ert herlig!

Helt bara eg skuldi deila eina nýggja sjónfílu hjá ZOMGitsCriss, um hvussu heimurin bleiv til ;)

 

YouTube Preview Image