Arkiv hjá høvundi

Hækka støðið, harra Løgtingsformaður!

Mynd av EyðbjørnRetorikkurin, ella kjakið á okkara nú lágtvirda løgtingi, eigur at vera átalaður, og tað líka lágt og ófantaligt sum teir sjálvir hava lagt støðið.

Tað sum skuldi verða ein simpul og ússalig lógarbroyting, so at verulig fólk kunna búgva saman, og hava somu løgfrøðiligu rættindi sum onnur, bleiv til eitt vamlisligt og ærumeiðandi túnatos, á tí lægsta stigi gjørligt.

Tá løgtingsfólk, ið skula ganga undan at vera fólksins fyrimynd og verjar, eru farin at (more…)

Alt og tað heila

Mynd av EyðbjørnTá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.

Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.

Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.

Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg (more…)

Matur: hin religiónin.

Eg havi júst lisið bókina “Eating Animals” av Jonathan Safran Foer og eg bleiv ikki umvendur. Men bókin hevur nakað á hjarta ið er vælargumentera. Vesturheimurin hevur valt ella útvikla (innvikla seg?) til at vit bara eta 2% av øllum teimum matsløgunum ið eru til. Tað haldi eg er nokkso konservativt. Bókin er skriva, tí høvundurin fekk ein son ið fór at seta honum spurningar hann ongantíð sjálvur hevði givið sær far um, ella hevði bara góðtikið tað sum tað var. Sonurin spurdi pápan um hví vit ikki eta kettur ella hundar, tá vit jú eta seyð, grís og neyt.

Eg meti meg sjálvan sum ikki kræsnan. Tað er mær líkagyldugt um døgurðin er vegetariskur ella veganskur. Tað sagt, so havi eg eina fatan av at eg fungeri betur, um eg fái animalskt feitt og lætt fordøjiligar proteinir. Í fleiri harrans ár át eg falaflar í trúnni at tað var okkurt malið kjøt. Ikki einaferð hugsaði eg um hví “kjøtið” var grønt. Tað sagt, so ivist eg í um eg hevði etið eitt kettukjógv. Ikki tað, eitt djór ið brúkar meginpartin av degnum uppá at halda seg reinan, fær meg at halda at ketta er eitt “reint” djór. Ikki sum svínið, ið eg havi eina romantiska ímyndan av rullar seg í móru og er harvið “skitið”. Eg etið svín fyri tað. Bacon kann brúkast til alt. So tað hevur onki at gera við um djórið er skitið ella reint.

Hvat er tað so ið fær meg og fleiri við at vilja og ikki vilja eta ávís djór? (more…)

Dagsins orð

Vegna kreativa blokadu verður hesin bloggurin stuttur og onkisigandi.

Mítt boð uppá tað stuttligasta leinki á internetinum er hetta: www.darwinawards.com/darwin/
…eg veit tað kann virka eitt sindur hálvperverst at lesa um hvussu fólk hava gjørt av við seg, men eg uppfati tað sum edutainment.

Eitt annað boð er hetta: www.thebestpageintheuniverse.com – men hendan síðan verður heldur sjálvdan uppdatera. Hate meylurin hjá Maddox er altíð undirhaldandi.

Fyrr ella seinni verður tað trivielt at lesa um hvussu fólk hava gjørt av við seg – og um hvussu sjálvglaður Maddox er. Til ta tíð vil eg heita á lesaran um at fara á hesa heimasíðuna www.27bslash6.com

Til síðst er tað hendan ið fekk meg at grína eina løtu.

Jesus og Creme Eggs

Páskir skula eitast at verða tann týdningarmiklasta kristna hátíðin. Jesus Guðssonur gjørdi sum Houdini og restin er søga. Ella tað burdi tað verið.

Fyri meg, koma páskir sum vælkomin gáva á hvørjum árið. Av tilvildarligum orsøkum, havi eg tey seinastu 10 árini verið á landi tá henda stórhendingin er fyri. Tað passar mær fínt, so kann eg hugna mær saman við vinmonnum og unnustu – tí tey hava, sum eg, frí á hesið høgtíð.

Spurningurin er hvar páskaharan og páskareggini koma inn í søguna. Tá eg guglaði tað, fann eg útav at tað er ein gamal germanskur fertilitets siður. Nakað við at alt byrjar at vaksa og at nógv dýr gera tað fúla – alt hatta har. Tað gamla orðatakið “at mogga sum kaninir” kemur ikki heilt av ongum. (more…)