Arkiv hjá høvundi

Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur

Høgni Johannesen hevur skrivað eitt innlegg á sínum bloggi, har hann hugleiðir yvir evnið “Stalinisa Darwinisma og Ateisma”. Orsøkin til tess er, at ein av hansara lærusveinum – Bergur Nónklett – hevur skrivað á einum øðrum bloggi, har hann hugleiðir yvir “Sambandi millum darwinismu og Holocaust”. Hetta seinna innlegg er tann vælkenda svadan hjá summum kristnum um, at allir ræðuleikar í nýggjari tíð stava frá darwinismuni. Hesin einfaldi og søgufalsandi hugsanarháttur er ikki nakað eindømi millum kristin í dag, og verður hann væl stuðlaður av ivasomum keldum, m.a. bókin Hitler’s Table Talk, 1941-1944 and Hitler’s Secret Conversations, 1941-1944 sum tit kunnu lesa meira um her.

Har er tískil nógv við tí seinna innlegginum mann kundi valt at viðgjørt nærmari, men eg valdi at taka eitt uppáhald úr rúgvuni, og seta tað í brennidepilin (more…)

Aftursvar til Høgna Johannesen

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.

Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”. (more…)

Tann frelsti veganin

Her eg búgvi býr ein vegani. Ein frelstur vegani. Ikki frelst í átrúnaðarliga týðninginum, men meira frelst í síni sannføring. Hon gongur við lív og sál upp í sína veganismum og roynur á alskyns hættir at boða gleðiboðskapin um sítt val her í lívinum. Veganar eta onki sum hevur við djór at gera. Teir hava tikið stigið víðari frá at vera vegetar, tí tá tú ert vegetar letur tú vera við at eta kjøt, men tú kanst tó framvegis njóta mjók ella hunang, sum stavar frá djórum. Veganar geva eisini slíkum djóra úrdráttum durafjórðingin. Summir veganar er so farnir enn longur, og eru blivnir raw-food veganarar, sum merkir, at maturin tey eta ikki má hitast meira enn uml. 42 hitastig.

Spyrt tú frelsta veganan, hví hon er vegani, so fært tú eitt fjøltáttað svar. Tað fyrsta hon leggur áherðslu á er, (more…)

Var Jesus ein veruligur persónur?

Setur tú henda spurning til ein trúgvandi, so er ongin ivi um, hvat svar tú fært: sjálvandi var Jesus ein veruligur persónur, sum gekk á jørðini fyri 2000 árum síðan og gjørdi alskyns undur. Hetta má tann trúgvandi halda, tí uttan ein veruligan Jesus so gevur trúgvin ikki nakra meining. Trupulleikin við trúgv er bara tann, at hon krevur ikki nakað prógv, og setur tú omanfyri standandi spurning til ein persón, sum krevur haldgóð prógv fyri ein pástand, so vil svarið allarhelst gerast eitt annað.

Veruleikin er tann, at tað finnast nærum onki søgulig prógv fyri einum persóni sum tí kristna Jesus.

Tað týðningarmesta við góðum søguligum prógvum er, (more…)

Ein hjálpandi hond til Jógvan Páll Sevdal

Í farnu viku skrivaði Jógvan Páll Sevdal eitt lesarabræv. Í brævinum setur hann spurnartekin við menningarlæruna tí hendan ástøði ikki samsvarar við ein bókstavuligan lesnað av bíbliuni.

Í farnu viku skrivaði Jógvan Páll Sevdal eitt lesarabræv. Í brævinum setur hann spurnartekin við menningarlæruna tí hendan ástøði ikki samsvarar við ein bókstavuligan lesnað av bíbliuni.

Hetta er eisini púra beint. Menningarlæran samsvarar ikki (more…)