Arkiv hjá høvundi

Daniel Dennett heldur fyrileystur á University of Edinburgh tann 27 juni 2007 við heitinum: “Is science showing that we don’t have free will?”

Ein tann læruríkasti fyrileysturin eg nakrantíð havi sæð á YouTube. Tað tók mær nakrar ferðir áðrenn 5-oyra ordiliga fall, men gev honum ein møguleika. Tað, ið harra Dennett sigur gevur óvanliga nógva meining.

Fyrileysturin er í longra lagi, gott til ein friðaliga og hugsunarríkan sunnudag seinnapart, als ikki hóskandi til døgverða steðgin ella aftur við millummálanum 😉

YouTube Preview Image

Átrúnaður ella tjóð?

Eg hugdi herfyri eftir BBC World. Teir sendu úr Haag frá rættarmálinum ímóti Ratko Mladic. Eg legði til merkis at teir, sjálvt dómarin, nýta muslim sum eitt nevni fyri eina tjóð, ein ættarbólk. Ratko Mladic er ákærdur fyri at hava givi boð at beina fyri fleiri túsund monnum í aldrinum 16 til 55 ár.

Eg hugsaði; eru teir vísir í at eingin gudloysingur var ímillum teir, ið dripnir vóru? …og um so var, hevði tað hjálpt nøkrum av teimum stakkals Bosniamonnunum at sagt við harra Mladic at teir ikki vóru muslimar longur? Eg fari at loyva mær at ivast.

Eg vil pástanda at tað gevur als onga meining at eyðmerkja ein etniskan minniluta, tíansheldur ein meiriluta, við trúgvini hjá teimum. Trúgv kann broytast rættiliga skjótt. At vera muslimur merkir bara at ein er sannførdur, á einum ella øðrum stigi, um at tann ástøðin umboðar veruleikan.

Tað vóru bosniar, ið búu í Serbia, ið tilvildarliga eisini vóru muslimar, ið bókstaviliga sæð stóðu fyri skotum. Hvat høvdu teir, tjóðskaparliga sæð, til felags við muslimar í tildømis Indonesia ella í Saudi Arabia? Helst nógv minni enn teir hava til felags við sínar felags evropearar.

Tað er ein trupulleiki av sama slag tá tað verur kallað rasisma at ein er ímóti einari trúgv. Lívfrøðingar flestir eru samdir um at tað eru ikki fleiri enn ein ‘rasa’ av menniskjum. Í mesta lagi kann talan vera um etniskar bólkar ella staðbundnar fólkabólkar. Ikki rasur.

Rasisma er ikki eitt meiningsfult hugtak tá talan er um at gera mismun á ymsum fólkabólkum. Tað eitur fasisma, kanska við onkrum nærri lýsandi heiti løgdum afturat, men tað er eitt heilt annað kjak. Um ein hugsar um tað soleiðis sær ein lættliga at tað gevur als ikki meining at ein kann melda seg inn ella út úr einari rasu bert við at broyta meining.

Nei, tað at harra Mladic hevur mannalív á samvitskuni átti at verið nokk. Hvørjar meiningar hesi fólk høvdu um alheimin og tilveruna er púrasta óviðkomandi tá talað verur um rættarmál og revsing fyri tílíkt brotsverk. Fólk kunna broyta meining frá degi til dags, men man kann aldrin broyta hvørjar forfedrar man hevur.

Aftursvar til Høgna Johannesen, dagfestingin av evangeliunum.

Eg gjørdi eitt sindur av granskingararbeiði til mín síðsta blogg, men eg skal blankt viðganga at í tí arbeiðinum kom eg ikki fram á Ryland handritið, og forvitin sum eg eri eri eg glaður fyri at Høgni víðkar mín sjónarring við hesum. Nú havi eg lisið eitt sindur betur uppá og haldi meg vera eitt sindur betur føran fyri at svara fyri meg hesum viðvíkjandi. Eg vil her  gera nakrar viðmerkingar og rættingar, bæði til mín og til Høgna, um so tað er ein nakað stuttur bloggur. Eg havi nógv annað um oyruni í løtuni.

Fyrst vil eg viðganag at eg gjørdi tann feil at siga at øll evangeliuni vóru skrivað ímillum 180 A.D og 200 A.D. Tað er sjálvandi ikki rætt. Jóhannesar evangeliið má sjálvani verað skrivað áðrenn tað fyrstu ferð er nevnt í 180 A.D. Hini 3 evangiliuni eru helst skrivað ímillum 180 A.D. og 200 A.D. eftirsum øll 4 evangelium fyrstu ferð eru nevnd í einum í 200 A.D. (more…)

Svar til Berg Nónklett

Bergur Nónklett skrivaði tann 24. marts ein blogg á røddin.fo, ið hann kallar “Gud er veruligur”. Eg fari her at viðgera tað mesta av tí, ið hann sigur. Onkur heldur kanska at eg her leggi eftir einum løttum offuri, men hetta skal ikki takast sum eitt persónligt álop á Berg. Heldur vil eg kasta ljós á nakrar av teimum pástandum, ið Bergur kemur við, tí teir ganga aftur hjá teimum flestu, ið vilja vísa á at kristindómurin hevur søguligt og vísindaligt grundarlag.

Einki prógv er fyri at gud hevur skapt nakað av ti vit síggja. Royndir hava verið gjørdar innan lívfrøði. Michael Behe og hansara “Irreducible complexity” er tað einasta harða prógvið, ið mær vitandi er lagt fram, og tað er langt síðani dyggiliga afturvíst av millum øðrum Kenneth Miller. Áhugaði kunna sláa “The Dover Pennsylvania trial” upp á netinum.

Stjørnufrøðin, jarðfrøðin og menningarlæran kunna siga okkum hví alheimurin er sum hann er í dag, uttan at gud noyðist at blandast uppí, men hví alheimurin er til er enn ein ósvaraður spurningur, og tað at vísindin ikki hevur eitt endaligt svar ger ikki svarini hjá nakrari trúgv meira sannlík.

Tá Bergur spyr: “Hvar kom alt frá um gud ikki skapti tað?” vevur hann tveir púra óheftar spurningar saman. Eg skrivaði ein blogg her á gudloysi.fo um hesa próvbyrðina í januar í ár, og eg haldi einasta skilagóða svar til spurningin er: “Tað hevur einki við sakina at gera! Her kjakast vit um hvørt tað er sannlíkt at gud skapti alt ella ikki. Hvussu sannlíkar aðrar frágreiðingar eru er ikki viðkomandi.

Tað er bara í bíbliuni at (more…)

Víðgongd átrúnaðarlig sjónarmið

Um ein tekur bíblinua bókstaviligt og tildømis heldur at konufólk eru minni verd enn mannfólk, ella at tað er forkastiligt at vera samkyndur, verur ein kallaður víðgongdur, serliga av teimum hóvligu trúgvandi, ið ikki taka undir við tílíkum sjónarmiðum. Tey hóvligu siga javnan at tey, ið kalla seg kristin og samstundis fordøma janvrætt og samkynd tulka bíbliuna á ein víðgongdan hátt.

Eg vil pástanda at tá tað kemur til bíbliutulking er tað ikki tulkan, men bókstaviligur lesnaður, ið ger ein víðgongdan, tí tað stendur svart uppá hvítt í bíbliuni at konan er undir manninum og at samkynd eru forkastilig. So um nøkur tulking fer fram má tað vera hjá teimum hóvligu kristnu. Tað eru tey, ið hava funnið einhvønn hátt at síggja burtur frá teimum andstyggiligu ørindunum í bíbliuni.

At vera samdur við tí, ið í bíbliuni stendur skuldi heilt einfalt verið at verið kristin, men so einfalt er tað ikki í dag. Hóvlig kristin burturforklára flestallar partar av bíbliuni, ið ikki liva upp til nýmótans moralskan standard. Tað eru hóvlig kristin, ið tulka bíbliuna til hon ikki er at kenna aftur, og ikki víðgongd kristin.

Trupulleikin við jihad, Ísrael/Palestina og kristiligum afturhaldssinnaðum fanatikarum í dag er ikki víðgongd tulking av bíbliuni, tora’ini ella koranini, men bókstaviligur lesnaður. Um trupulleikin bara var víðgongd sjónarmið so skuldi tað verið galdandi fyri allar trúgvir, at um tú var víðgongdur so var tú ein trupulleiki fyri onnur. (more…)