Trúarfrælsi
Hetta er eitt av teimum stóru orðunum, umfatað millum annað av Altjóða Mannarættindasáttmálanum. Hetta er nakað fólk hava barst fyri og eru deyð fyri í nógv hundraðtals ár. Hetta er eitt av okkara grundleggjandi rættindum. Men hvat merkir tað og hvussu uppfata vit tað?
Eg kann beinanvegin siga fyri meg sjálvan, at eg uppfati tað sum at trúarfrælsi hevur tvær specifikkar avleiðingar fyri meg. Fyrst gevur tað mær rætt til at trúgva uppá nøjaktiga tað eg havi hug til, uttan at nakar hevur rætt til at noyða meg at trúgva nakað annað. Og í øðrum lagi frítekur tað meg frá, at blíva undirlagdur reglum, sum hava sín uppruna í onkrari religión.
Tvs. at trúarfrælsi ger tað til eina reint persónliga avgerð, tá eg velji, ella ikki velji, trúgv. Men tað frítekur eisini restina av samfelagnum frá at noyðast at liva eftir teimum reglum mín (manglandi) trúgv dikterar.
Nú er tað ikki bara eg sum havi trúarfrælsi, men eisini øll onnur. So hvussu uppfata hesi tað? Hvat leggja tey í fyribrygdið?
Eg veit frá kjaki við eftirhondini nógv trúgvandi, at hóast mong ikki vilja siga tað bart út, so uppfata tey trúarfrælsi, sum at kristindómurin skal hava frælsi at virka, sum tey gjarna vilja hava hann at virka, og at tey skulu hava frælsi at noyða onnur at liva eftir sínum egnu religiøsu reglum, í størri ella minni mun. At tað skal standa teimum trúgvandi frítt at uppala onnur við teimum røttu lógunum, tí tey jú vita betri, tí tey hava tann rætta 1000, 2000 ella 3000 ár gamla tekstin.
Til dømis haldi eg ikki, at vit finna nógv trúgvandi, sum ganga inn fyri, at samfelagið sum heild ikki skal halda hvílidagin heilagan. Tað er ein dogmatisk regla frá kristindóminum, sum er blivin áløgd restini av samfelagnum, sjálvt um tey ikki deila hesa yvirtrúnna, sum dikterar at 7. hvønn dag skal tú onki gera, tí annars fær Gud gron.
Hetta er eisini lætt at síggja aftur í meira religiøsu londunum. USA hevur tildømis trúarfrælsi sum eitt kjarnupunkt í síni grundlóg, men flestu trúgvandi har himprast ikki við at bróta grundlógina, tá tað kemur til teirra egnu trúgv. At blanda religiøst grundaða lóggávu uppí verðsliga lóg ella kunngerðir, beint ímóti bæði teksti og anda í teirra grundlóg.
Eisini hevur t.d. Iran tikið undir við omanfyri nevnda mannarættindasáttmála, men eg haldi at vit øll vita hvussu tað stendur til við trúarfrælsinum har, ha? Har hevur ein sekt ræðið á øllum maktstrukturinum, og tey gera sum alla aðra staðni: tvinga sínar religiøsu lóggávu niðurum oyruni á øllum, uttan mun til um tey hava somu trúgv ella ikki.
Heldigvís fyri okkum í framkomnu londunum í heiminum, slapp kristindómurin ikki snikkaleysur frá frambrotunum í Europa frá 14 øld og frameftir. Avleiðingin var, at teokratisku stýrini hildu ikki í longdini, og at flestu londini á okkara leið hava nú leiðslur, sum ikki er nær í námind líka tengdar at ávísari trúgv sum fyrr, ella grunda sína lóggávu á hana. Góða ávirkanin kemur sjálvandi frá upplýsing, rationalismu, humanismu og ganska vanligum uppreistrarhugi ímóti ráðandi trúarveldinum.
Men sum sagt havi eg ein grundaðan mistanka um, at mong av teimum meira hardcore trúgvandi í allari hemmiligheit og innast inni droyma um eitt samfelag, perfekta samfelagið, sum er grundað á, og samskipar alla sína lóggávu við, ta til einhvørja tíð ráðandi trúnna.
So sjálvt um vit halda, at nú stendur væl til, og at vit kunnu bara lata standa til, so er hetta ikki so. Vit mugu framvegis vera á vakt yvirfyri tí trúgvandi kettuni í høvdatrognum, sum stingur sítt ljóta høvd upp av og á. Har er allatíðina ein kampur í gongd í bakgrundini, hvar tey trúgvandi royna at vinna sær rættindi, uppá bekostning av okkara fólkaræði, við at innføra lógir og ávirka politisku skipanina, á allar møguligar mátar.
Eitt dømi er Kristiligt Hyggjara- og Lurtarafelag. Tey hava í nógv ár, saman við øðrum stovnum og áhugabólkum, sitið í eini nevnd, sum skuldi “ráðgeva” Útvarpi Føroya viðvíkjandi programmviðurskiftum. Nýggja lógin viðvíkjandi KVF setti hesa fullkomiliga tíðaróhóskandi skipanina úr gildi, og tey einastu eg havi hoyrt grenja um hetta, av teimum 10-12 feløgunum sum sótu í ráðnum, er nemliga Kristiligt Hyggjara- og Lurtarafelag. Nú missa tey ein hátt at ávirka okkum handan leiktjøldini, og tey berjast fyri at vinna hendan rættin aftur.
Vit hava meira enn nokk av slíkari ávirkan, so lat okkum ikki sleppa teimum framat aftur, so tey aftur kunnu taka fornuftigar avgerðir, so sum at banna “Life of Brian” hjá Monty Python osv. Ein skammiliga smálig avgerð, sum bara vísir, at tey ikki tola kritikk ella at vera hildin fyri spott. Ein rættur vit nemliga IKKI hava, er rætturin til ikki at blíva fornermaður. Tað stendur einhvørjum frítt at fornerma onnur, líka so galið sum man vil. Og tað stendur øllum frítt, at blíva so fornermaði, sum tey nú hava hug til. Og hvat so? Hvat hendur um man blívur fornermaður? Onki! Lær at liva við tí






