Arkiv hjá høvundi

Miðflokkurin hevur syndað

mynd22Nú hava vit eitt átrúnaðarligt samfelag við einari fólkakirkju. Ið vit øll gjalda. Eisini er átrúnaðurin sjónligur í Løgtinginum. Og soleiðis er tað bara. Men hvussu hóskar átrúnaður saman við politikki ella saman við grundgevingum fyri ymisk mál, t.d. tað opinbart ævigt aktuella, tey samkyndu? Havi viðgjørt hetta fyrr, og haldi eg at tað hóskar illa saman. Men um eg, og fleiri við mær, halda hetta, hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til henda spurning um átrúnað og kjak um ymiskt. Hvussu skal ein mótargumenta tá grundgevingin eru skriftstøð úr Bíbluni?

Bíblian – trúgv ella sannleiki?
Fyrst mugu vit fáa staðfest, hvat er Bíblian? Er tað ein trúarbók ella sannleiksbók? Heb 11:1 kann geva okkum eina ábending: ”Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” (more…)

Eg veit ikki!

Vitan er vald verður sagt, men útsøgnin “Ignorerence is bliss!” er mær oftani runnin til hugs seinastu árini.
Eg kalli meg sjálvan fráfalnan kristnan og tað geri eg framvegis eftir 12 ár. Orsøkin fyri at eg ikki bara eri vorðin ein normalur ikki kristin, er at eg framvegis trúgvi uppá Guð.
Eg eri uppvaksin pins, og hemynd21vði tað vanligu rebelperiodina, har drekkast skuldi o.s.fr. Vardi tó bara inntil eg var 16 ár, so byrjaði eg aftur at vera ein aktivur kristin. Ella faktiskt táðstaðni byrjaði eg at gerast ein aktivur kristin. Óansæð, mín trugv er ikki horvin. Sjálvt um mínar hugsanir eru mentar nógvar, og broyttar, til tað betra skal heilsast og sigast, so hongur trúgvin enn fast við. Hvat sum heilt ger tað, veit eg ikki. Um tað er (more…)

Indoktrenering

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Hvat er tað og skulu vit vera bangin fyri tí? Ikki ein lættur spurningurin, men ein sera relevantur spurningur, tá tað kemur til trúgv. Tí spuringurin er, hvat skal ein góðtaka av læru, og hvat skal ein loyva? Sum samfelag, royna vit at siga at vit hava nøkur grundleggjandi virðir at fylgja. Fólkaræði og talufrælsi eru kanska tey mest týðningarmiklastu virðini fyri eitt hvørt framkomið samfelag. At fólki hevur ræði og loyvi til at siga sína hjartans hugsan.
Men ivamáli er, tá trúgv kemur upp í leikin. Spurningurin er, hvat skilja vit við trúarfrælsi? Nú nevndi eg ikki trúarfrælsi saman við hinum báðum, tí er tað ikki tað sama sum talufrælsi? Talufrælsi er jú eins hjartans hugsan. Um eg havi hug til at trúgva uppá huldufólk, so er tað væl saktans einki, sum forðar mær í tosa um huldufólk.

Misnýtt trúarfrælsi?
Seinastu árini hava verið merkt av, at kristin (og muslimar haldi eg) hava funnist at atfinnarum, fyri at forfylgja trúnna. Er nakað um tað ella (more…)

Meingin við lívinum?

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Ein spurningurin, sum tíanverri ikki verður tikin í nóg stórum álvara á okkara leiðum!
Hví sigið eg tað? Vit eru eitt kristið samfelag, og skulu vit fylgja Jesu boðum í Matt 28, so hevði heimurin langt síðani verðið kristin. Kristin hevur jú sín uppruna í ápostlasøguna, har tey fyrstu kristnu fáa eyknevni eftir Kristus, tí at tey líktust Jesus. Hugsa teg um, hvussu nógv í Føroyum líkjast Jesus? Eg kenni ongan.  Og eg eri uppvaksin í einari pínsakirkju  (Victor Danielsen dummaði seg big time við at finna uppá heitið samkoma). Tann mest radikali kristnirættningurin í Føroyum. Pinsar tosa í tungum, prædikað tíggjund, grøðing o.s.fr. Men framvegis síggja vit ikki sjúkur grøddar, limir vaksa aftur, tey deyðu reisa upp. Jesus segði jú, at lærusveinarnir skuldu gera størri verk enn hann?! Hvat verður so av tí?

Lærdómur

Hyggja vit eftir (more…)

Privat ella almenn trúgv?

Tað verður mangan sagt, “mín persónliga trúgv”, at hvat ein trýr er persónligt. At tað ikki, er neyðugt at skilta við hvussu ein sjálvur trýr og fremur (praktiserar) sína trúgv. Eisini kann ein hoyra tað júst mótsatta í frasum, sum at Jesus doyði ikki í einum bakgarði.

Ápostlasøgan
Ápostlasøgan er faktiskt besta dømi um, hvussu kristin livdu, eftir at Jesus var farin til himmals. Tað er her, vit fáa at vita upprunnan til heitið kristin: Tí at tey líktust Kristus og mintu um hann. Hetta samsvarar eisini væl við hvat Jóhannes sigur í einum av sínum brøvum: “Tann, sum sigur seg vera í Honum, er bundin at hava somu atferð, sum Hann.”(leysliga orða).
Eitt áhugavert er eisini, at tey gjørdist fyrimynd í Jerusalem: “…vóru nógv umhildin av øllum fólkinum”. Sum heild sæst at stórt hóvasták er, og at læra Jesusar ávirkaði samfelagið stórt. Tey deildu ognir millum sín eftir tørvi, og lærdu orð Jesusar víðari, hóast at tey vóru biðin um, ikki, av høvðusprestunum og fariseraraum. Einki av hesum var í tí dulda. Alt fólkið í Jerusalem og bygdunum rundan um vóru varug við hetta nýggja, sum hendi. Og tey flokkaðust um tey kristnu.
Tey kristnu og teirra trúgv var sera almenn.

Almenn trúgv
Útfrá hesum kann ein skjótt koma til tað niðurstøða, at trúgvin og tess praksis er ikki serliga persónlig. Jesus segði jú eisini, at ljósið ikki skal goymast burtur. Bað tey vera ljós heimsins o.s.fr. Ein finnur ótal av áheitanum um, hvussu ein skal liva sum kristin. Seinasta boðið hjá Jesus er jú eisini at gera øll fólksløg til lærusveinar heimsins.
Hvussu kann so privat trúgv samsvara við hetta? At ein praktiserar á sín egna hátt?
Tað ger tað snøgt sagt ikki. Bíblian er heilt greið. Hon brúkar boðshátt, og sigur hvussu ein greitt skal liva.*
Hesin hugsanarháttur kann vera tengdur at vit hava sera nógv navnkristin. Limir í fólkakirkjuni eru jú 80 % í Føroyum. Um hesi 80 % høvdu liva sum tey fyrstu kristni, so høvdu vit havt ein reinan sosialistiskan stat. Tí at tey deildu jú ognirniar eftir tørvi; tey sum høvdu, góvu til tey sum tørvaðu. 7 fólk vóru jú sett til at taka sær av fátækrahjálpina.

Dikterandi trúgv
At fleiri kristin harmast alment um “standin” í samfelaganum setur spurningin: Hava tey rætt til tað? Fólkaræðisliga hava tey rætt til tað, men sæð útfrá teirra átrunarligu boðum, hava tey rætt til tað?

Hyggur ein í nýggja testamenti, sær ein, við at finna smálutirnar, greitt hvat fyri ábyrgd kristin hava. Hvørt tey hava eina samfelagsábyrgd ella persónliga ábyrgd. Nevnast kann t.d. at Paulus skilgreinaði eina sanna einkju, sum ein ið ikki hevði nakra familju, var gomul, altso farin framvið giftingaraldur, og var fátøk. Tá var tann einkjan nóg “góð” til at fáa fíggjarliga hjálp frá samkomuni. Her má ein so sjálvandi skilja tann sera mannsdominarandi lívsstílin, sum var tá. Kvinnur vóru tíanverri ikki serliga høgt í metum í tí almenna samfelagnum (kvinnur í bíbluni verður ein annar bloggpostur seinni).

Men tað einasta ein finnur, er at biðjast skal fyri yvirvøldunum. Ongastaðni sær ein at eggja verður til at stríðast fyri kristnum rættindum, at kristin skulu fáa javnrættindi, virðast, at samkomur ikki skulu gjalda skatt. Har segði Jesus greitt, gev keisarans tað í er keisarans og Guði tað ið er hansara. Altso vanligan skatt og virðing, og Guð skuldi fáa sína tíggjund og tilbiðjan o.s.fr.

Tá ápostlarnir standa fyri yvirvøldum, verja teir seg bara við sínari trúgv. Ongastaðni krevja teir eyka rættindir, ella krevja frídøming. Einasta nøkulunda undantakið er tá Paulus fortelur at hann er rómverskur statsborgari. Sum fríðaði hann fyri húðflongjan. Her brúkti hann greið politisk rættindi. Men tey vóru ei heldur her samantvinnaði við hansara kristnu trúgv.

Hvat fortelur okkum so hetta? Mín niðurstøða er greitt hendan, sum eg eisini kom inn á í Diktatoriska Fólkakirkjan, at trúgv er almenn, t.v.s. at ein dylur ikki at ein trýr, men at ein fortelur øllum ein kennur, og ikki kennir, fyri at tey skulu gerast lærusveinar Jesusar.

Og tað er tað. Ikki meira, og so slettis ikki minni.
Jesus talaði í boðshátti. Hann setti greitt síni krøv upp. Ápostlanir og tey fyrstu kristnu gjørdu eisini tað. Tey talaðu at samkyndum innanhýsis, men ikki uttanhýsisi. Tey talaðu at innahýsis í øllum førum uttan einum. Og tað eina var at øllum menniskjum tørvaðu frelsu.

Tí eru nógv kristin á skeivari leið, tá tey blanda seg í samfelagsviðurskifti. Bíblian eggjar slettis ikki fyri tí. Trúgv er almenn, skilt at hon skal ikki dyljast, skal praktiserast alment, men skal ávirka óbeinleiðis. Trúgv er eitt val, ikki eitt krav til samfelagið.

 

*Fótnota: Eitt av teimum fáum økinum har samrátt verður, er tá fariserar eisini lótu seg frelsa. Teir kravdu at heidningarnir eisini lótu seg umskera. Tað stuttliga er at skrivað stendur: “..Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir”. Endin var at teir skuldu halda seg frá avgudum, tí sum kvalt er, siðloysi og frá blóði. Stuttligt at læra jødanna verður skorið niður til hesu fáu boð. Men orsøkin var einkul. Tey skuldu vera frelst av náði.